mánadagur 5. desember 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Kitty Mai Ellefsen, forkvinna
í nevndini fyri Vága Flog
havn, var stak nøgd við ar
beiðið, sum J&K Petersen
hava gjørt við leingjanini av
flogbreytini úr 1250 metrum
upp í 1799 metrar.
- Tá koyrt verður fram við
vatninum sæst, hvussu væl
arbeiðið fellur inn í landslag
ið, segði Kitty Mai Ellefsen í
røðu síni.
Og tað var ikki bert sjálvt
arbeiðið, sum er væl frá
gingið.
- Samskiftið við J&K
Petersen, meðan byggingin
hevur staðið upp á hevur
eisini verið fyrimyndarligt.
Og mær vitandi hava ongar
seinkingar verið hjá Atlants
flog orsakað av arbeiðinum,
segði Kitty Mai Ellefsen.
Hetta hóast nógv hevur
verið sprongt á flogvøllinum.
- Her er sprongt og koyrt
burtur grót og mold sum
svarar til tríggjar undir
sjóvartunlar, segði Kitty Mai
Ellefsen.
Hon nýtti høvi at takka
starvsfólkunum hjá Vága
Floghavn,
eins
og
hon
takkaði
byggileiðsluni
í
felagnum.
- Eg skal eisini takka J&K
Petersen og teirra undir
veitarum fyri sera gott sam
starv. Eisini skal eg takka
kommununi her vesturi og
øllum myndugleikum, sum
vit hava samstarva við, segði
Kitty Mai Ellefsen.
At enda takkaði Kitty Mai
Ellefsen Johan Dahl, vinnu
málaráðharra,
og
Vinnu
málaráðnum fyri gott sam
starv og góðan stuðul.
Bretar løgdu lunnarnar
Johan Dahl var næstur í
røðini at flyta fram røðu, og
hann segði, at talan er um
ein stóran dag, ikki bert fyri
Vága Floghavn, men fyri alt
føroyska samfelagið.
- Hetta er ein stórur dag
ur fyri Vágoynna og fyri før
oyska ferðavinnu sum heild,
segði Johan Dahl.
Hann
segði,
at
nógv
vatn er runnið í ánni, síðani
bretskir hermenn 8. juni 1942
lótu upp flogvøllin í Vágum.
- Bretar løgdu nógva orku
í at byggja flogvøllin og sjó
støðina niðri á vatninum.
Heilir 5.000 mans arbeiddu
við hesum, og hetta arbeiðið
legði lunnar undir flogvøllin,
sum vit kenna hann í dag,
segði Johan Dahl.
Vinnumálaráðharrin
segði, at nú vit skriva 2011,
er ein útbygging av flogvølli
num aftur framd, og tað er
eitt føroyskt felag, sum hev
ur longt vøllin úr 1250 metr
um upp í 1799 metrar.
- Hóast 550 metrar kanska
ikki ljóðar av tí heilt stóra,
so kann eg upplýsa, at J&K
Petersen hava sprongt og
flutt burtur 1,4 milliónir
tons, og sum Kitty Mai Ellef
sen nevndi, svarar hetta til
tríggjar Vágatunlar, segði
Johan Dahl.
Samstundis, sum flog
breytin er longd, eru eisini
íløgur gjørdar í innflúgving
artól, sum munandi betra um
innflúgvingina.
- Arbeiðið hevur gingið
sera væl, og vit kunnu í dag
frøast um, at vit hava fingið
nógv meira fyri pengarnar,
enn hvat vit roknaðu við. Í
frágreiðingini frá 2006 var
roknað við, at fyri 365 millió
nir krónur, sum vórðu lætnar
í Íleggingargrunnin, fekst
ein vøllur upp á 1600 metrar.,
nýggj tøkni og útbygging av
terminalinum. Í dag kunnu
vit frøast um, at vit hava
fingið ein flogvøll upp á 1799
metrar, nýggja tøkni og ar
beiðið upp á nýggja farstøð
er byrjað, segði Johan Dahl.
Nýggir møguleikar
Onkur kann kanska siga, at
1799 metrar ikki er so langt
í flogvallarhøpi, og at hetta
í sjálvum sær ikki skapar
nýggjar møguleikar.
- Men fleiri dømir eru
um, at flogvallir upp á hesa
longdina, hava fingið væl
burtur úr. Hyggja vit til
dømis at Aberdeen Airport,
høvdu teir í 2010 ein vøll upp
á 1799 metrar, og har ferðað
ust hetta árið 2,8 milliónir
Leingjanin av flogbreytini
skapar nýggjar møguleikar
Væl av fólki var samankomið til
móttøkuna á farstøðini hjá Vága
Floghavn í sambandi við handanina
av longda flogvøllinum, eitt arbeiði,
sum J&K Petersen hevur staðið fyri
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tosaði um nýggju
møguleikarnar, sum longda flogbreytin letur upp fyri
Mynd: Jens Kristian Vang
John Petersen frá J&K Petersen hevur staðið fyri
arbeiðinum at leingja flogbreytinaí Vágum
Mynd: Jens Kristian Vang