Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Seinasta orðið er ikki sagt hja teimum mongu fak­feløg­ unum og áhugafeløgunum, sum mótmæla politikkinum hjá nýggju samgonguni. Feløgini eru fyrst og fremst ímóti ætlaða flat­ skatti­num, at skatta pen­ sjón­ir við inngjald og ímóti ógvus­lig­um sparingum. Tey eftir­lýsa samhaldsfesti. At feløgini hava undir­ tøku millum sínar limir og mill­um fólk sum heilt, vísti stóra mótmælisgongan leyg­ ar­dag­in. Fleiri túsund folk Torført er at siga, hvussu nógv fólk luttóku í mót­ mælis­gonguni, men Sonja Jógvans­dóttir, samskipari hjá Samtak metir, at har vóru nøk­ur túsund fólk. Tað sigur hon út frá myndu­num, og tí at umleið 1000 fólk skrivaðu undir mót­mæli, og hon veit, at bara ein partur av fólkinum náddi at skriva undir. - Tað er ótrúliga nógv fólk, tá ið hugsað verður um, at tað var býtandi kalt, og føroyingar als ikki eru van­ir við at fara út á gøtuna at mótmæla, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Hon sigur, at fakfeløgini hava fingið nógvar áheitanir frá limum sínum, sum kenna seg sviknar av politik­ar­un­ um, sum teir valdu. - Fleiri í Eysturoynni hava sagt, at hetta var ikki tað, sum tey valdu. Fleiri teirra, sum nú eru vónsvikin, valdu Sam­bandsflokkin, sigur Sonja Jógvansdóttir. Í morgin fara feløgini at hava eftirmetingarfund og legg­ja ætlanir fyri, hvat nú skal henda. Dríva á - Nú er neyðugt at dríva á næstu vikurnar, tí skotbráið er so stutt. Vit kunnu heldur ikki loyva okkum at ríða ov leingi á eini bylgju, sum hev­ ur so stóra undirtøku millum fólk, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. Síðan mótmælisgonguna hava fleiri fólk ringt til feløg­ ini um, at tey fegin vildu havt skrivað undir. Tí ætla feløg­ini nú at skipa so fyri, at adressur fara at ganga. Seðl­ar at skriva undir á verða lagdir út áalmenn støð, handl­ar og onnur støð, kring land­ið. Í útvarpinum og sjón­ varpi­num hjá Kringvarpi Før­oya, gjørdi Kaj Leo Johanne­sen, løgmaður sínar við­merk­ingar til mót­mælis­ gongu­na. Hann segði millum ann­ að, at mótmælisfólkini um­ boð­aðu bara ein lítlan part av fólkinum. Nakað at verja - Líkt er til, at løgmaður als Í morgin hittast fakfeløgini at leggja ætlanir fyri, hvat næsta stig verður í royndum at fáa samgonguna at broyta sínar ætlanir Okkurt fer at henda