Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ikki tekur fólkið í álvara. Hann speirak og háðaði. Feløg­ini umboðaðu nógv fleiri fólk enn tey, sum lut­ tóku. Men tað er kanska løg­ maður, sum hevur mest at verja. Undan valinum søgdu hann og flokkur hansara korta­nei til skattalætta. Hann var tann greiðasti av øll­um, tá ið tað kom til tann spurn­ingin. Flokkur hansara fekk nógvar atkvøður og persón­liga fekk hann heilt nógv­ar atkvøður fyri tað, hann segði og lovaði. Men hann fór frá sínum lyftum, sig­ur Sonja Jógvansdóttir. Ein brøkpartur Tað er bara gott, at fólk mót­ mæla fyri at vísa sína ónøgd. Tað sigur Kaj Leo Jo­ hanne­sen, løgmaður. Hann sigur eisini, at hann sjálv­andi fer at lurta eftir teim­um, sum mótmæltu. - Mótmælisfólkini vóru tó bara ein brøkpartur av sam­ felag­num, sigur løg­mað­ur. Hann gevur eingi lyfti um at sleppa ætlanini um skatta­broytingar og at skatta pen­sjón­irnar við inngjald, tí hetta eru politiskar avtalur gjørd­ar um at fremja. Kaj Leo Johannesen sigur, at fyri tryggingartakaran kann tað gera tað sama, nær tryggingarnar verða skatt­aðar, og sonevnda flat­ skatta­s­kipanin er ikki so skeiv, vísa útrokningar, sum lands­stýrið hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, sigur løg­maður. Fakfeløgini siga nakað ann­að. Hann leggur aftrat, at áðr­ enn nakrar broytingar verða gjørdar, verða bæði fakfeløg, trygg­ingarfeløg og onnur hoyrd.