Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Magnus Gunnarsson Talan er um bókina »TÓRS­ HAVN bý­ur- og bý­ar­børn 1906-1910«, sum snýr seg um tey 279 fólkini, 129 gentur og 150 dreingir, sum vórðu fødd í Havn hetta tíðarskeiði. Bókin, sum er um 300 síð­ ur, er framhald av bók­u­num »TÓRSHAVN bý­ur- og bý­ar­ børn 1­900« og »TÓRSHAVN bý­ur- og b­ý­ar­børn 1901-1905«, sum vórðu útgivnar í fjør. Bókin staðfestir samleikan hjá hesum fólkum – teirra æv­i­s­keið og lívsgerning við ein­stak­li­n­ga­mynd, har tað hev­ur bor­ið til at útvegað tær. Tal­an er um føroyingar, okk­ara med­borg­ar­ar, nær og hvar og hvussu teirra lívs­um­ støð­ur hátt­aðu seg. Við hesum bókunum er Havn­in helst einasti býur í heim­i­num, sum kann vísa á lívs­skeiðið hjá hvørjum ein­ støk­um borgara í hesum tíð­ ar­skeiðinum. Perman er prýdd við máln­ ingi, sum Jógvan Waagstein mál­aði úr heimi sínum við Hoy­víksvegin. Við teimum báðum und­ an­farnu og hesi út­gáv­uni eru 570 havn­ar­borg­ar­ar, 270 gent­ ur og 300 dreingir, dag­førd við ársdegi og per­son­al­ia – frá vøggu í grøv í tíð­ar­skeið­srøð­ ini, ið nú fevnir um ellivu ár. Her eru sólskinsøgur og sár­ar og svárar vanlagnur. Onk­ur sleit full­an aldur, meðan onn­ ur máttu lúta, áðrenn lívið av álv­ara tók við. Her eru um­rødd skipsbrot, tuberklar og aðrar lívshóttandi sjúkur, ið merkti nógv fólk hesa tíð­ ina. Bókin “TÓRSHAVN býur- og bý­arbørn 1906-1910” kostar kr. 275. Tilboð er eisini, har tú kann keypa allar tríggjar bøk­ urnar fyri ein samlaðan prís á kr. 298. Øll, sum ogna sær tað nýggju bókina, fáa við í keyp­i­num bókina “HAVNIN fólk- og yrki 1940-1969”. Bókin verður løgd fram og sign­erað í Miðlahúsinum frá kl. 16-19. havnarfólk Birgar Johannesen við nýggjastu bókini. Hetta er tann triðja í røðini um havnarfólk. Hesaferð eru tað fólk í tíðarskeiðinum frá 1906 til 1910, sum Birgar Johannesen lýsir í bókini Mynd: Álvur Haraldsen Skál­a­fjørður­ størri sk­atta­inn­tøku Harð­lig­ur mað­ur á Tvøroyri Goymdu hassjið undir einum bili Nýggj bók hjá Birgari Bókaútgáva Í morgin verður nýggj bók hjá Birgar Johannessen løgd fram í Miðlahúsinum í Tórsgøtu í Havn Búskapur Allar tríggjar kommun­ ur­nar á Skálafjørðinum hava ellivu teir fyrstu mánaðirnar í ár fingið meiri inn í skatti, enn tær fingu í fjør Føroya rættur dømdi fríggjadagin tveir menn 60 daga fongsul í part fyri at hava smuglað hassj til Føroya Randi Jacobsen Tá ið Norrøna kom til Føroya mán­ a­morg­unin 7. november vóru tveir menn millum ferðafólkini. Teir vóru í einum leigubili. Tollararnir fingu illgruna til menn­inar, og bæði bilur og menn vórð­u kann­aðir. Í fyrstu atløgu varð einki funn­ ið, men politiið fann uppá at kanna yv­i­r­litið yvir ferðafólk og ringja til teirra. Funnið varð fram til bilin hjá nøkr­um øðrum fólkum, sum einki høvdu við hinar báðar at gera, og uppi undir hesum bili vórðu funnin 555 gramm av hassji. Í grundlógarhoyri dag­in eft­ir vórðu menn­inir varð­halds­fong­sl­ að­ir í fýra vikur, og fríggjadagin vórð­u teir aftur í rættinum. Ákæruvaldið vildi hava menn­ i­nar dømdar umframt fyri smugl­ ing at hava sett onnur fólk í vanda fyri at verða skuldsett, men hesa seinnu ákæruna vórðu teir ikki dømd­ir aftur. Føroya rættur dømdi menn­in­ar 60 daga treytaleysa fongs­uls­revs­ ing, og hetta var ein herdur dómur, tí teir høvdu koyrt hassjið upp und­ir ein bil hjá øðrum. Menninir høvdu longu sitið helvt­ina av dóminum, tá ið teir vórðu í rættinum fríggjadagin, og tí vórðu teir latnir leysir eft­ir rættarfundin. Restina av dóminum skulu teir sita seinni. Ein ungur mað­ur eru skuldsettur fyri í tveimum før­um sama kvøld at hava verið harð­ligur Randi Tvey harð­skaps­mál eru meld­að frá ­sunn­u­nátt­ ini á Tvør­oy­ri. Á­lops­ mað­ur­in var tann sami í bá­ð­um førunum. Jólaborðhald var á Segl­l­oftinum, og aftaná var al­mennur dansur. Klokkan hálvgum fýra tók ein 21 ára gamal mað­ur um hvørkrarnar á ein­um øðrum uppi á loft­inum, og trý korter var hann í neðra, har hann – sambært pol­i­ti­ num – ógrundað slerdi og sparkaði ein mann. Maðurin varð ikki hand­ikin, men hann verð­ur avhoyrdur í dag. Jóannes Hansen Skattainntøkurnar boða frá, at tað er nógv virk­semi í teim­um trim­um komm­un­ u­num við Skál­a­fjørð­in. Frá januar og til og við nov­em­ber mán­að í ár var fyri­bils­skatta­ inn­tøk­an í tei­m­um trim­um komm­u­nu­num til­saman meiri enn tvær milli­ón­ir krón­ur størri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Størsti lutfalsligi vøkst­ur­ in var í Sjó­v­ar kommunu. Har var fyr­i­bils­skatt­a­inntøkan fyrstu ell­ivu mánaðirnar í ár 4,08 pro­sent størri, enn hon var tað í fjør. Tað svarar til 857.351 krónur. Í fjør var skatt­a­inn­tøk­an hetta tí­ð­ar­ skeið­ið 21,023 milliónir krón­ ur. Í ár var hon 21,88 milliónir krón­ur. Skattaprosentið í Sjóar komm­unu í ár er 21,5, ið er tað sama, sum skattaprosentið var í 2010. Størsti vøksturin í krón­um var í Runavíkar komm­unu. Har var fyri­bils­skatta­in­n­tøk­ an ­fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 997.930 krónur størri, enn hon var tað í fjør. Vøksturin svar­ar til 1,01 prosent. Í ár var skatt­ainntøkan ­í Runavíkar komm­unu fyrstu ellivu mán­að­irnar 100,135 milliónir krón­u­r. Í fjør var hon 99,137 mill­i­ónir krónur. Skattaprosentið í Run­a­ vík­ar kommunu í ár er 22,0, ið er tað sama, sum tað var í fjør. Í Nes kommunu hevur eis­ ini verið vøkstur í skatta­inn­ tøk­uni, um enn vøksturin ikki hev­ur verið so stórur, sum hann hevur verið í hinum báð­um kommununum á Skála­fjørðinum, hvørki í pro­ sent­um ella í krónum. Fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var fyr­i­bilsskattainntøkan í Nes kommunu 252.478 krón­ ur størri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Skatta­ inn­tøk­an inntil 30. november í ár var 29,228 milliónir krón­ ur. Í fjør var hon 28,975 mill­i­ ónir krónur. November hilnaðist betri í skatti hjá Nes kommunu, enn hann gjørdi hjá hinum báð­um kommununum á Skála­fjørð­i­num. Vøksturin í Nes komm­unu í november var 125.076 krón­ur ella 4,82 pro­sent. Í Runa­vík var skatt­ a­inn­tøk­an í nov­e­m­ber í ár 1.464 krón­ur minni í ár, enn hon var tað sama mán­að í fjør. Talan var um aft­ur­ gongd upp á -0,02 pro­sent. Í Sjóv­ar kommunu var skatt­ ur­in í nov­ember í ár 78.651 krón­ur størri, enn hann var tað í fjør. Tað svarar til eina meir­inn­tøku upp á 3,97 pro­ sent.