Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinnapartin í hesi vikuni koma flestu línuskip vænt­ andi inn at landa. Skipini royna bæði á djúpum vatni eftir brosmu og longu, og so eru eisini fleiri vestanfyri, har veiðan er mest toskur, blá­longa og nakað av lira og svart­kalva. Tað sigur Fiskamarknaður Før­oya í sínari meting fyri hesa vikuna. Lagt verður aftrat, at streym­urin er góður, men veður­ván­ir­nar eru kanska ikki av teimum bestu. - So, vit vænta ikki tað heilt stóra av útróðrarfiski hesa vikuna, men helst verð­ ur Fiskamarknaður Før­oya sigur, at allir djúp­vatns­ trolar­ar­nir fiska á djúpum. Teir fiska svartkalva, konga­ fisk og ups. - Væntandi kemur onkur av djúpvatnstrolarunum inn fyrst í hesi vikuni, men teir flestu verða helst inni í sein­ nu helvt av vikuni. Um partrolararnir verð­ ur sagt, at skipini koma inn gjøg­num vikuna, men fiski­ skap­urin hjá partrolar­unum er serliga vánaligur. Teir smáu trolbátarnir hava allir ligið inni, nú veðrið hev­ur verið so vánaligt, men teir fara útaftur, tá veðrið batn­ar. - Helst fara teir út á Skeiva­banka at fiska hav­ tasku. Trý garnaskip eru úti, og tey fiska øll havtasku. Hesi skip koma møguliga inn at landa miðskeiðis í hesi viku­ ni. vilmund@sosialurin.fo Vænta flestu línuskip inn hesa vikuna - Streymurin er góður, men veðurvánirnar eru ivasamar. Tí verður ikki roknað við teimum stóru nøgdunum av útróðrarfiski hesa vikuna, sigur Fiskamarknaður Føroya Vilmund Jacobsen Miðalprísurin við søluna á Fiskamarknaði Føroya í morgun var ikki minni enn 20,68 krónur fyri kilo. Talan var tó ikki um tær heilt stóru nøgdirnar av fiski, góð 42 tons tilsamans, sum fóru fyri tilsamans 877.000 krónur. Mest var av toski, umleið 20 tons tilsamans, og í morgun høvdu bæði toskur og hýsa rættiliga góðan prís. Góð 5,8 tons vóru av toski 3 og góð 5,4 tons av toski 4. Toskur 3 fekk ikki minni enn 21,58 krónur fyri kilo - og toskur 4 fekk 19,21. 13,5 tons vóru av hýsu, og her fekk hýsa 2, sum mest var av, góðar 16 krónur fyri kilo. Góð 3 tons vóru av svartkalva og blálongu, og her var miðalprísurin ávikavist 33,54 og 16 krónur fyri kilo. Eini 4 tons vóru eisini av havtasku, og besti miðalprísur var 37,65. Leggjast kann aftrat, at 1,2 tons vóru av lira, og her var miðalprísurin 16,72 krónur fyri kilo. Fríggjadagin var rættiliga góður prísur á Fiskamarknaði Føroya. Hendan dagin var miðalprísurin á øllum fiskasløgum samanlagt heili 20,68 krónur fyri kilo Meiri enn 20 krónur fyri kilo Ein miðalprísur á 20,68 fyri kilo er ikki nakað, tú sær hvønn dag á Fiskamarnaðin Føroya Mynd: Vilmund Jacobsen Hvørja viku ger Fiskamarknaður Føroya sínar metingar um fiskiveiðina fyri vikuna sum koma Mynd: Vilmund Jacobsen