mánadagur 5. desember 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað mesta av kappingarárinum
higartil hevur SÍ verið einaráðandi
sum oddalið, og hóast Mjølnir hevur
roynt at fylgt við, hevur SÍ óhótt átt
oddasessin og ger tað enn. Hinvegin
er spurningurin, um tað longur ber
til at siga, at oddasessurin ikki er
hóttur.
Fuglfirðingar eru komnir nógv
seinni í gongd enn hini liðini, men
nú ÍF hevur spælt fleiri dystir í
síðstuni, eru eisini stig komin á
kontuna, so ÍF nú er næstfremst –
bara ein dyst og tvey stig aftan fyri
SÍ.
Farnu vikuna hevur ÍF spælt
tveir dystir, ið hava givið fýra stig
aftrat, so úrtøkan er tvífaldað. Í
báðum førum hevur talan verið
um útidystir, tí fyrst vann ÍF mitt í
vikuni í einum fimmsettara á Fleyr
og síðani í gjár á TB.
Dysturin mitt í vikuni, sum var í
Gundadalshøllini í Havn, fekk eina
serstakliga dramatiska byrjan, tá
fyrst Fleyr vann 28-26 í fyrsta setti
og síðani ÍF vann 28-26 í øðrum setti.
Síðani vunnu liðini hvør sítt sett
rímiliga trygt, áðrenn ÍF í fimta og
avgerandi settinum var væl meira
sannførandi.
Í gjár var ÍF so á vitjan í Trongis
vági, har tað eydnaðist at vinna
ein púra tryggan 3-0 sigur, ið flutti
fuglfirðingar heilt upp í nánd av
sørvingum, ið munnu kenna anda
dráttin frá kappingarneytunum í
nakkanum.
TB tók annars eisini leygardagin
ímóti gestum í Trongisvági, tá Fleyr
var á vitjan. Tann dystin gekk betur
hjá TB, hóast talan gjørdist um tap,
tí hetta bleiv ein fimmsettari, sum
nokk man vera tann fyrsti hjá ungu
tvøramonnunum í Eik-liguni.
Spurningurin er nú, um ÍF fer
at taka SÍ, og harnæst, um Mjølnir
raknar við aftur og fær bjóðað av
heilt har frammi. Eisini verður
spennandi at síggja, um Fleyr kann
gera seg galdandi eisini, og meðan
hesi fýra fremstu dystast í sínum
lagi, eru tey spent í TB, um liðnum
fer at eydnast at fáa sín fyrsta sigur
hetta kappingarárið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Eitt sindur torført er at tosa um
nakran beinleiðis vinnara í síðstu
dystunum, tí eitt nú spældu tey
bæði fremstu kvinnuliðini ikki.
Hvørki Mjølnir ella Fleyr komu á
vøllin, men varðveittu síni pláss
á stigatalvuni, hóast tey nú hava
spælt tveir dystir færri enn argastu
kappingarneytarnir.
Skal nakað lið tó takast fram
um hini, um hugsað verður um
góða úrtøku í síðstuni, so má tað
vera Ternan. Flogbóltskvinnurnar
á Toftum hava í sínum 10 dystum
higartil vunnið seks og fingið 12
stig, og tað røkkur í løtuni til eitt
fjórða pláss.
Í gjár var tað ÍF, sum stóð fyri
skotum. Kvinnurnar í Fuglafirði
vóru farnar út á Toftir at royna
at koma fyri seg aftur, eftir at tær
hóskvøldið á heimavølli taptu 0-3
fyri Drátti. Men ikki kann sigast,
at tað gongur rætta vegin hjá ÍF, tí
heldur ikki á Toftum fekst nakað
burturúr.
Ternan vann ein rímiliga tryggan
3-0 sigur, og tí er ÍF stóri taparin í
løtuni. Bara hesir báðir síðstu taptu
dystirnir gera, at ÍF-kvinnurnar eru
triðniðastar á stigatalvuni.
SÍ rennur aftaná
Eitt av liðunum, sum er niðanfyri,
er TB, sum í gjár í Trongisvági hevði
vitjan av SÍ, ið roynir at renna aftan
á oddaliðunum báðum. Higartil í
vetur hevur TB bara vunnið ein
dyst, og hetta gjørdist heldur ikki
dagurin, har annar sigurin skuldi
koma til høldar.
SÍ, sum sær út til at vera størsti
bronsufavoritturin í løtuni, hevði
ikki stórvegis trupulleikar av TB,
men vann 3-0 og varðveitti triðja
plássið, har SÍ hevur sama stigatal
sum Fleyr og er tvey stig aftan
fyri Mjølnir, men tó við tveimum
dystum fleiri enn tey bæði ovaru
liðini.
Soleiðis sum kappingin hevur
sæð út higartil, eru Mjølnir og
Fleyr eisini tey bæði bestu liðini,
meðan SÍ helst er tað einasta, ið
klárar at fylgja teimum so mikið, at
tað kemur at røkka til bronsu ella í
besta føri eitt sindur av arging, tá
finaluplássini veruliga standa upp
á spæl.
Ternan og Dráttur, sum í løtuni
eru nummar fýra og fimm, tykjast
hava munin á teimum trimum
liðunum, ið eru niðanfyri, men har
kann ÍF saktans bjóða teimum av.
ÍF-kvinnurnar hava havt svingandi
avrik og fingið lítið burturúr,
men ofta kemur ÍF fyri seg mitt í
kappingini og tekur nøkur stig.
Niðast eru so TB og KÍF, ið helst
eisini verða verandi har, hendir
ikki rættiliga nógv hjá teimum. TB
hevur so fingið tvey stig, meðan KÍF
einki hevur enn, og í løtuni er lítið,
sum bendir á, at teirra stigaúrtøka
kann verða meira, enn tey kunnu
vinna ímóti hvørjumøðrum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
8
8
0
24
4
20
16
2 Fleyr
8
7
1
23
4
19
14
3 SÍ
10
7
3
24
9
15
14
4 Ternan
10
6
4
18
13
5
12
5 Dráttur
8
4
4
13
15
-2
8
6 ÍF
10
3
7
10
23
-13
6
7 TB
9
1
8
6
24
-18
2
8 KÍF
9
0
9
1
27
-26
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
6
5
1
17
4
13
10
2 ÍF
5
4
1
13
7
6
8
3 Mjølnir
6
3
3
10
11
-1
6
4 Fleyr
5
2
3
9
12
-3
4
5 TB
6
0
6
3
18
-15
0
02/12
ÍF - Dráttur 0-3 (24-26, 20-25, 20-25)
04/12
TB - SÍ 0-3 (15-25, 21-25, 14-25)
04/12
Ternan - ÍF 3-0 (25-15, 25-20, 25-18)
01/12
Fleyr - ÍF 2-3 (28-26, 26-28, 17-25, 25-21, 8-15)
03/12
TB - Fleyr 2-3 (16-25, 25-21, 16-25, 25-21, 10-15)
04/12
TB - ÍF 0-3 (18-25, 14-25, 17-25)
Ternan høgt flúgvandi
Kvinnuflogbóltur Flogbóltskvinnurnar á Toftum spíla seg rættiliga út og eru
nú nummar fýra í Eik-liguni. Eisini SÍ tók seg nærri toppinum, har bæði Mjølnir
og Fleyr megnaðu at halda stand, hóast hvørki liðið spældi dyst
Fuglfirðingar í gongd
Mansflogbóltur Menninir hjá ÍF eru við at koma upp á sama dystartal sum flestu
av hinum liðunum, og tað byrjar nú eisini at síggjast aftur á stigatalvuni
TREYSTA TERNAN
Hóast Ternan á Toftum er yngsta felagið av øllum, smæðist
liðið ikki millum hini kvinnuliðini, men er í løtuni fjórðfremst
av teimum átta liðunum í Eik-liguni hjá kvinnum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen