mánadagur 5. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Í sær sjálvum átti tað at verið stór
hending, at ein føroyskur svimjari
hevur kvalifiserað seg til EM kapp
ingina í svimjing, sum í hesi vikuni
verður í Pólandi. Tað er ógvuliga
stórt, men nú er tað mest sum vorð
ið gerandis, at Pál Joensen luttekur
í kappingum saman við teimum
bestu í heiminum.
Stóra málið hjá vágbinginum
og føroysku heimsstjørnuni næsta
árið eru olympisku leikirnir, sum í
august vera í London. Tað er hesa
stevnuna – ta størstu av øllum
ítróttarstevnum – at Pál Joensen
í løtuni fyrireikar seg til, og tað er
við London í huga, at Jón Bjarnason
leggur venjingina til rættis.
Nú upp undir jól eru tvær stórar
kappingar á skránni. Í hesi vikuni
skal Pál luttaka í EM kappingini,
sum verður í Stettin í Pólandi, og
í næstu viku verður hann á euro
peiska liðnum, sum skal kappast
ímóti bestu svimjarunum í USA.
Kappingin verður síðst í næstu
viku í Atlanta í Georgia, har svimji
kappingarnar vóru á OL leikunum
í 1996.
Er væl fyri
Í morgun fóru teir báðir, Pál Joensen
og Jón Bjarnason, av landinum.
Undan fráferðini til Pólandi segði
Pál Joensen við Suðurrás, at hann
er væl fyri, nú hann fer undir hesar
báðar stóru avbjóðingarnar:
– Eg eri nøgdur við, hvussu støð
ugt góðar tíðirnar hava verið sein
astu tíðina. Á 1500 metra frí fara
vit at miðja eftir einari tíð, sum
átti at verið nóg góð til at røkka
heiðursmerkjum, men tað er altíð
torført at siga frammanundan,
hvussu tað verður við tí, sigur Pál
Joensen við Suðurrás.
Pál fer at luttaka í trimum
kappingum í Pólandi. Hósdagin 8.
desember fer hann at svimja 200
metra frísvimjing, leygardagin 10.
desember fer hann at svimja 1500
metrar, og sunnudagin 11. desember
fer hann at royna seg í 200 metra
frísvimjing.
Hægstu raðfestingina hevur
kappingin leygardagin, tá ið 1500
metra teinurin, sum er favoritt
kappingin hjá Páli, er á skránni.
Stríðast fyri Europa
Tá ið EM kappingin í Pólandi verður
av, verður kósin hjá Páli Joensen
og europeisku elituni sett ímóti
Atlanta í Georgia í USA, har tað
verður kappast 16. og 17. desember.
Á amerikanska liðnum eru
seks svimjarar, sum vunnu gull á
olympisku leikunum í Kina í 2008:
Ryan Lochte, Natalie Coughlin,
Rebecca Soni, Brendan Hansen,
Dana Vollmer og Amanda Beard,
og har eru tveir heimsmeistarar í
2011 – Missy Franklin og Elizabethy
Beisel – umframt olympisku svimj
ararnar Peter Vanderhaay og Eric
Shanteau.
Michael Phelps, sum í Aten í
2004 vann seks gullheiðursmerki
og í Bejing í 2008 vann átta gull
krónur, verður ikki við á ameri
kanska liðnum. Hann heldur ikki,
at henda kappingin passar inn í
fyrireikingarnar hjá honum fram
ímóti olympisku leikunum í London
í august.
Fimta kappingin
Duel in the Pool eitur henda kapp
ingin. Hetta er fimta ferðin, at hon
er á skránni, og higartil hevur USA
vunnið hvørja ferð.
Upprunaliga
var
talan
um
kapping millum USA og Australia,
sum fyrstu ferð kappaðust í 2003 og
so aftur í 2005 og 2007. Síðani hevur
Australia kappast ímóti Japan, og í
2009 var fyrsta kappingin millum
USA og Europa í Manchester í
Onglandi. USA endaði oman á við
stigatølunum 185-78. Í kappingini í
fyrraárið var Europa umboðað av
svimjarum úr Bretlandi, Týsklandi
og Italia. Hesa ferð verður talan
um breiðari luttøku úr europeisku
elituni. Eitt nú fara tríggir danskir
svimjarar at taka lut og so Pál
Joensen úr Føroyum.
Átta heimsmet vóru tikin í
fyrstu kappingini millum Europa
og USA, og tí sigur tað seg sjálvt, at
miðlarnir vísa kappingini í Atlanta
stóran ans, eisini fyri at lodda dýpið,
hvussu tað stendur til hjá teimum,
sum ætla sær at luttaka í olympisku
leikunum. Kappingin verður sjón
varpað kring allan heimin. Harvið
er tað ikki hissini umrøða, sum Pál
Joensen og Føroyar fara at fáa.
joannes@sosialurin.fo
Pál á veg til USA
at verja Europa
Svimjing Eftir EM kappingina, sum í hesi vikuni verður í Pólandi,
fara Pál Joensen og Jón Bjarnason saman við bestu svimjarunum
í Europa yvir til USA at kappast ímóti teimum bestu har yviri
Danska superligan fór í viku
skiftinum í summarfrí burtur
sæð frá, at Sønderjyske og OB
spæla í kvøld.
Leygardagin hevði Silke
borg við Christian Lamhauge
Holst sum einum at stuðuls
spælarunum vitjan av AaB, og
gestirnir vórðu sendir norður
aftur til Aalborg við 4-2 tapi.
Christian Lamhauge Holst
átti næstsíðsta fótin á fyrsta
málinum, og hann var við í
fleiri hugflogsríkum og snild
um fríspælingum.
Næstu ferð Silkeborg og
Lamhauge maðurin skulu í
eldin í landskappingini verður
4. mars, tá ið teir fara at spæla
í Odense.
Silkeborg heldur vetrarfrí
á sætta plássi við 26 stigum,
ið er sama stigatal sum AaB á
sjeynda plássi hevur. FCK er
oddalið við 39 stigum og síðani
koma FCN 35, FCM 30, Horsens
29 og AGF 29. Í botninum hevur
HB Køge 7 stig, og oman fyri
eru Lyngby við 12, Brøndby 18,
Sønderjyske 21 og OB 22 stig.
Meðan flestu føroysku fótbólts
spælararnir hvíla seg eftir langt
og strevið kappingarár, eru tað
nakrir, sum í hesum døgum
royna eydnuna uttanlands.
Tveir av teimum eru Gill
Sørensen úr TB og Hallur
Hansson úr HB, sum báðir
hava verið fastir menn á U21
landsliðnum og eisini í nánd
av A-landsliðnum.
Í síðstu viku vóru teir á Fyn
og royndarvandu við FC Fyn,
sum er á uppflytingarplássi
í triði bestu donsku deildini.
Leygardagin vóru teir tó við
næstbesta liðnum hjá OB í
Esbjerg, og úrslitaliga hilnaðist
tað ikki væl.
Veðrið var vánaligt, og úrs
litið sigur, at OB var í sonnum
ódnarveðrið. Esbjerg vann 5-1
eftir 2-0 hálvleiksleiðslu. Úrs
litið ber við sær, at Esbjerg
kvalifiseraði seg til endaspælið
millum næstbestu liðini hjá
teimum í superliguni.
joannes@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið visti heimasíðan
hjá Víkingi at siga, at felagið nú
hevur skrivað sáttmála við tveir
spælarar, sum ikki umboðaðu
felagið í farna kappingarári.
Talan er um Joseph Bassene
og Martin G. Olsen, sum báður
eru framrættaðir spælarar.
Joseph Bassene er ættaður
úr Senegal. 15. desember verður
hann 25 ár. Hann hevur sein
astu tíðina búð í Leirvík. Síðsta
kappingarár spældi hann 14
dystir við B71 og 14 dystir við
07 Vestur. Hann skoraði eitt
mál fyri sandoyingar og eitt
mál fyri vágamenn.
Martin G. Olsen er upp
vaksin í GÍ. 22. desember verð
ur hann 22 ár. Síðsta kapp
ingarár spældi hann við AB,
har hann í 23 dystum skoraði
fimm mál, og hann spældi ein
dyst og skoraði eitt mál fyri
Skála. Frammanundan hevði
hann bara spælt við GÍ og
Víkingi, har hann í 2010 var
sjey ferðir á besta liðnum í
landskappingini og eina ferð í
steypakappingini.
Bassene er
nú víkingur
Gekk illa hjá
Gilla og Halli
Setti punktum við
trimum stigum
Mynd: vikingur.fo