mánadagur 5. desember 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hesa vikuna er fult umfar í Sunset-
kappingini hjá kvinnum, tí ein
dystur verður í annaðkvøld og tveir
mikukvøldið. Einasta av teimum
sjey liðunum, sum hevur frí, er VB,
meðan øll hini seks skulu á vøllin.
Í
Runavík
tekur
Tjaldur
í
annaðkvøld klokkan 19.30 ímóti
Kyndli, har Tjaldur fyri níggjundu
ferð skal á vøllin at royna eftir
fyrsta sigrinum. Mikukvøldið eru
so hinir báðir dystirnir, tá Neistin
og VÍF spæla í høllini á Hálsi í Havn
klokkan 18.30 og StÍF og Stjørnan
spæla á Skála klokkan 20.
hilmarjan@sosialurin.fo
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
9
286
203
83
18
2 VB
8
214
189
25
10
3 Stjørnan
9
233
210
23
10
4 Kyndil
8
195
204
-9
7
5 StÍF
8
185
210
-25
6
6 VÍF
8
191
225
-34
6
7 Tjaldur
8
192
255
-63
1
03/12 VÍF - VB 28-26
04/12 Kyndil - Neistin 26-33
04/12 Stjørnan - Tjaldur 28-22
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá Neistanum hava
spælt níggju dystir og fingið 18 stig,
so ógvuliga skjót høvuðrokning
fortelur, at tær bláu hava vunnið
hvørja einastu ferð. Eingin yvir og
eingin við síðuna av, men øll hini
undir Neistanum.
Heldur ikki bendir nakað á, at
nakað av hinum liðunum kann
koma at hótta Neistan stórvegis, og
tí kappast VB, Stjørnan og kanska
eisini Kyndil bara um at sleppa í
finaluna ímóti Neistakvinnunum.
Har er altso bara eitt pláss hjá
tveimum ella trimum liðum at
kappast um.
Sunnudagin var grannauppgerð
á skránni á Hálsi, har Kyndil tók
ímóti Neistanum, og úrslitið gjørd
ist enn eina ferð ein greiður sigur
til Neistan, sum vann við sjey mál
um. Í hálvleikinum vóru fýra mál á
muni og tað var bara fyrstu 20 min
uttirnar, at Kyndil fekk fylgt við,
tí restina av fyrra hálvleiki vann
Neistin sær fyrimunin.
Eisini eftir steðgin vóru tað
fyrstu 20 minuttir, ið royndust
best hjá Kyndli, sum tá megnaði at
koma niður á 21-23. Men so skoraði
Neistin fýra ferðir á rað – og so var
tann dysturin avgjørdur.
Neistin gjørdi sína skyldu og
vann kravda sigurin á liðnum, sum
er nummar fýra, so hjá teimum bláu
gekk alt sum eftir bókini. Hinvegin
kunnu kvinnurnar hjá Kyndli fegn
ast um, at tær í løtum fingu fylgt
væl við og eftir øllum at døma bara
vanta orkuna til at fullføra dystir
nar ímóti toppliðunum, so stig fáast
burturúr.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kyndil - Neistin 26-33 (11-15):
Neistin fer avstað
Kvinnuhondbóltur Hóast hini liðini royna sítt besta, fær einki
av teimum gjørt nakað við Neistan, ið er nógv fremst. Kappingin
snýr seg bara um, hvør sleppur í finaluna ímóti Neistanum
BLÁTT ER BETRI
Hóast kvinnurnar hjá Kyndli í løtum fingu givið Neistanum góða
mótstøðu í gjár, rakk tað ikki til meira enn heiðurligar løtur, tí tá
avtornaði, vann Neistin við sjey málum og staðfesti trygga oddasessin
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Sum fyrr nevnt, var tað við kapp
ingarbyrjan eingin, ið væntaði tað
stóra av Stjørnuni og Tjaldri, ið
bæði mistu nógv fólk. Men meðan
Tjaldur við bara einum stigi fyri
sínar nú átta dystir livir upp til
hesar vantandi vónir, hevur Stjørn
an støðugt tikið seg fram og gjørt
tað so mikið gott, at eitt FM-finalu
pláss slett ikki er ómøguligt.
Júst hesi bæði liðini, Stjørnan
og Tjaldur, hava seinnu árini verið
tey, øll hini næstan bara hava
verið noydd at hugt at, tí hesi bæði
mestsum hava verið einaráðandi.
Tað eru tey ikki longur, og dysturin
í Klaksvík í gjár vísti eisini, at sjálvt
spenningurin, ið plagdi at vera, ikki
heldur er har meira.
Stjørnan hevði munin frá byrjan
til enda, og longu í steðginum vóru
seks mál á muni. So hóast Tjaldur
kom munandi betur frá síðsta hálva
tímanum, flutti tað einki sum helst,
tí seks mál vóru á muni á liðunum,
tá liðugt var.
Stjørnan kappast beinleiðis við
fyrst og fremst VB um at sleppa
í FM-finaluna ímóti Neistanum,
og eftir hetta umfarið hava VB
og Stjørnan bæði 10 stig. VB tapti
heldur óvæntað í Vestmanna, og
hesum megnaði Stjørnan at gera
sær dælt av við sínum sigri á Tjaldri,
so Stjørnan væl og virðiliga er á lívi
í kappingini um finalupláss.
Tjaldur hevur havt tað tungt og
fer helst eisini at hava tað soleiðis
alt hetta kappingarárið. Bara eitt
stig er komið til høldar í fyrstu átta
dystunum, og tjaldurskvinnur eiga
enn fyrsta sigurin til góðar. Fimm
stig eru av aftasta plássinum upp til
tey bæði næstniðastu liðini, so tað
er kanska ikki so hugaligt í Runavík
fyri tíðina.
Hilmar Jan Hansen
VB var í fjør eitt av liðunum, ið
argaði hini fremru liðini, men so
heldur ikki meira. Kvinnurnar
í Vági komu ov seint í gongd
og fingu tí ikki hótt liðini
frammanfyri
av
álvara,
tá
kappingin um at koma í FM-
finaluna harðnaði.
Í ár hevur verið øðrvísi
vorðið hjá VB, tí nú snýr tað seg
av álvara um at kappast heilt
har frammi. Gamaní, er Neistin
framman fyri øll hini, men VB
hevur í síðstuni verið besta
liðið av teimum næstbestu, men
leygardagin kiksaði ein annars
givin møguleiki at styrkja sær
støðuna.
VB var í Vestmanna og vitjaði,
men har var einki at fáa fyri
einki, tí VÍF setti VB upp á pláss
við at vinna við tveimum málum!
VÍF legði botn undir sigurin í
fyrra hálvleiki, tá munurin eitt
skifti var seks mál, og hóast VB
kom afturíaftur eftir steðgin,
hevði VÍF framvegis munin og
megnaði at halda tørn, hóast
nógv stóð á ímóti endanum.
Framvegis er VÍF næstniðast,
men fáur man ivast í, at
vestmannakvinnur
hava
potentiali til meira í framtíðini.
VB misti tvey stig, ið liðið
kanska
hevði
kannað
sær
frammanundan,
og
hóast
Stjørnan nú hevur sama stigatal,
er støðan ikki verri enn so, at
vágskvinnur
framvegis
eru
næstfremstar.
VÍF - VB 28-26 (15-10):
VB fekk frammaná
Kvinnuhondbóltur Tað var
leygardagin ein álvarslig strika í
rokningini hjá vágskvinnum, at tær
sera ovæntað skuldu fara tóm
hentar úr aftur Vestmanna
Stjørnan - Tjaldur 28-22 (15-9):
Stjørnan fylgir væl við
Kvinnuhondbóltur Nú VB setti stig til og tapti í Vestmanna
leygardagin, ráddi um hjá Stjørnuni at vinna sín dyst í gjár, og
tað gjørdi klaksvíkskvinnur uttan trupulleikar, tá Tjaldur vitjaði
Fult umfar