mánadagur 5. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
9
256
207
49
16
2 Neistin
9
227
221
6
12
3 VÍF
8
211
208
3
8
4 H71
9
238
247
-9
8
5 Team Klaksvík
8
221
224
-3
7
6 StÍF
8
194
205
-11
7
7 Kyndil
9
200
235
-35
2
03/12 VÍF - KÍF 25-27
04/12 Kyndil - Neistin 23-24
04/12 H71 - Team Kl. 36-34
Hilmar Jan Hansen
Tað er ongantíð stuttligt at tapa,
men ongantíð man tað kennast so
keðiligt og beiskt, sum tá tú hev
ur verið á odda fyri tað nógva,
men bara ikki megnar at vera tað í
seinastu og avgerandi løtuni. Nak
að soleiðis mundu menninir hjá
Kyndli hava tað í gjár, eftir at teir
høvdu tapt við einum máli fyri
Neistanum.
So at siga allan dystin var Kyndil
á odda við einum, tveimum ella
trimum málum, og í hálvleikinum
var heimaliðið framman fyri 14-11.
Við øðrum orðum vóru útlit til, at
Kyndil kundi »hevna« tapið fyri
Neistanum herfyri, samstundis
sum stigaúrtøkan á talvuni kundi
tvífaldast.
Tey í Kyndli royna at krøkja
seg í, at spælið batnar fyri hvønn
dyst og at úrslitini fyrr ella seinni
eisini munnu fara at koma. Nógv
bendir eisini á, at tað gongur rætta
vegin, so tað kundi verið so skjótt,
at okkurt stig aftur kom í slunkna
posan.
Hinvegin er møguleikin kanska
ikki so stórur til tað ímóti júst
Neistanum, sum seinastu dystirnar
hevur spælt seg úr síni størstu
kreppu síðstu árini. Neistin hevur
spælt onkran javnan og vunnið
onkran tepurt, men stigini eru
komin, so Neistin situr trygt á
næstfremsta sessinum við útliti til
FM-finalu. Neistin er enn langt frá
gomlu styrkini, men stigini eru so
har, og tey lúgva ongantíð.
Og so leingi hini liðini, ið liggja
niðanfyri, ikki eru meira støðug
enn tað sama, eru KÍF og Neistin
liðini, ið liggja best fyri at fara allan
vegin.
Kyndil - Neistin 23-24 (14-11):
Neistin snýtti Kyndil
Manshondbóltur Hóast Kyndil gekk undan tað mesta av dystinum ímóti grannunum í Neistanum,
endaði tað við, at teir bláu bastu teimum grønu, ið enn liggja aftast við bara tveimum stigum
Hilmar Jan Hansen
Í fjør legði H71 rygg til fyrsta
tapið hjá nøkrum liði ímóti Team
Klaksvík í bestu mansdeildini,
og tað sveið fast. Eisini í ár hevur
tað tikið fast hjá hoyvíkingum at
fara til Klaksvíkar, tí fyri einum
lítlum mánaði síðani endurtóku
klaksvíkingar bragdið og sendu H71
avstað aftur sum av torvheiðum.
Men leygardagin í Hoyvíkshøllini
var talan um annan dyst, tí longu í
fyrra hálvleiki hevði H71 vundið so
mikið burtur úr Team Klaksvík, at
níggju mál vóru á muni. Gestirnir
fingu ikki frið til at fóta sær fyri
steðgin og tað kostaði teimum so
dýrt, at H71 veruliga fekk hevnd
fyri farnar eyðmýkingar.
Í
seinna
hálvleiki
megnaði
H71 ikki at halda fast við sama
»suverenitetin«,
men
allíkavæl
var ongantíð nakar ivi um, hvat
var betra liðið. Team Klaksvík átti
seinna hálvleik, men tað munaði
ikki meira enn so, at hoyvíkingar
vunnu
við
seks
málum,
tá
avtornaði.
Við sigrinum fekk H71 styrkt sær
um støðuna og er ein av biðlunum,
ið liggja framvið at sleppa í FM-
finaluna. Og Team Klaksvík, sum
veruliga hevur tikið øll á bóli í vetur,
er altso ikki meira enn eitt stig aftan
fyri hoyvíkingar, so enn kann nógv
spennandi henda í kappingini hjá
monnunum, ið aftur í ár er víðopin
fyri flestu av liðunum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Á stigatalvuni er eingin ivi um,
at KÍF er tað liðið, hini mugu
taka til takkar við bara at renna
aftaná, men lítið sást til hetta í
fyrra hálvleiki leygardagin, tá KÍF
var í Vestmanna og vitjaði VÍF. Í
øllum førum sást lítið til, hvat tað
mundi vera, ið nú hevur givið KÍF
16 stig í fyrstu níggju stigunum.
Hinvegin kundu tað saktans
verið teir í VÍF, sum vóru oddalið,
tí hesar fyrstu 30 minuttir
koyrdi tað bara sum eftir ánni.
Væl spældu álopini skolaðu
ímóti málinum hjá KÍF, og longu
beinanvegin fekk VÍF so mikið
av muni á, at hetta kundi líkjast
einari vend hjá heimaliðnum,
ið ikki hevur fingið so nógv
burturúr í síðstuni.
Eitt skifti fyri steðgin vóru
heili níggju mál á muni, men
kollfirðingar fingu tað barberað
niður til sjey mál, ið kortini var ein
sera sannførandi hálvleiksleiðsla,
sum slett ikki leyg tað allarminsta
um, hvat av liðunum hevði verið
tað betra.
Tey, sum vóru komin at síggja,
hví KÍF er oddalið, blivu tó ikki
hildin fullkomulig fyri rukku
leygardagin,
tí
eftir
stegðin
vísti KÍF væl og virðiliga, at
oddasessurin ikki er vunnin í
lottaríinum, men er grundaður
á dygdir. Hesar dygdir komu
veruliga til sjóndar eftir steðgin,
samstundis sum VÍF als ikki fann
stevið aftur frá fyrra hálvleiki.
Ikki fyrr enn seint í dystinum
koppaði tað av álvara til KÍF, men
kollfirðingar vóru eisini menn
fyri at taka av, tá møguleikin var
har, og tað plagar at vera ein av
dygdunum, ið ger lið til oddalið.
hilmarjan@sosialurin.fo
H71 - Team Klaksvík 36-34 (16-9):
H71 fekk
hevnd
Manshondbóltur Ikki hevur altíð
gingið eftir vild hjá hoyvíkingum ímóti
klaksvíkingum, men í gjár eydnaðist tó
at vinna ein tryggan og greiðan sigur
VÍF - KÍF 25-27 (17-10):
Sum dagur og nátt
Manshondbóltur Vestmenningar fingu alt at rigga í fyrra
hálvleiki, men megnaðu ikki at halda fram eftir steðgin, tá alt
riggaði hjá kollfirðingum, ið eisini struku avstað við stigunum
KYNDIL KOPPAÐI
Hóast Kyndil mestsum allan dystin ímóti Neistanum var á odda, eydnaðist ikki at vinna,
tí tá avtornaði, fór Neistin avstað við sigrinum fyri nøsini á teimum í Kyndli
Mynd: Álvur Haraldsen