Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Premier League Góður uppleggjari Chelsea-miðvallarin, Juan Mata, hevur nú lagt upp til sjey Premier League-mál í bara níggju dystum. Flest sjálvmál Arsenal er tað liðið í Premier League hetta kappingarárið, ið hevur skotið flest sjálvmál. Fýra ferðir hava leikararnir hjá Arsene Wenger skorað fyri mótstøðuliðið. Tróndur Arge Liverpool: Mario Balotelli megnaði einum sjálvsomum máli at stjala yvirskriftirnar í 5-1 sigrinum hjá Manchester City móti Norwich. Við støðuni 3-1 til heimaliðið, var italiu­ maðurin spældur leysur. Bólturin rakti málverjan og fór beint upp í loft. Tá bólturin kom niður, valdi Mario Balotelli at nýta økslina til at skumpa bóltin um mál­strikuna. Manchester City skal komandi tríggjar dystirnar spæla móti Bayern München í Champions League og Chelsea og Arsenal í Premier League. Dagsins maður Manchester United vann 1-0 á Aston Villa á Villa Park. 19 ára gamli Phil Jones skoraði einsamalla mál­ ið, eftir at Nani hevði lagt bóltin innfyri. Manchester United hevur nú vunnið fýra av teimum seinastu fimm dystinum 1-0. Fimti dysturin endaði 1-1. Manchester United hevur ikki skorað meir enn eitt mál í einum Premier League-dysti síð­ani 1. oktober, tá liðið vann 2-0 á Norwich. Tað kom illa við hjá Alex Ferguson, at Javier Hernandez mátti berast av vøllinum longu eftir sjey minuttir. Í ringasta føri spælir framherjin úr Mexiko ikki aftur fyrr enn eftir nýggjár. Alex Ferguson og hansara menn skulu hava stig í seinasta dystinum í Champions League-bólka­spæl­ inum móti FC Basel á útivølli miku­ kvøldið, um teir skulu víðari. Ivadømingar Bæði Tottenham og Chelsea vunnu sínar dystir, men í báðum dystinum kom til sjóndar, at dómarar ikki altíð megna at fylgja somu linju. Dyst­urin í Newcastle var bara Tey fremstu greiddu sína skyldu Fótbóltur Manchester City, Manchester United, Tottenham, Chelsea og Arsenal vunnu øll sínar dystir um vikuskiftið. Blackburn og Wolverhampton fingu kærkomin stig í botninum, meðan Martin O’Neill hevur eitt stórt arbeiði fyri framman ÚR AT GERA Nú fyrrverandi Aston Villa- venjarin, Martin O’Neill, aftur er at síggja í bretskum toppfótbólti sum venjari í Sunderland, eru tey flestu samd um, at hann fær úr at gera í nýggja starvinum Mynd: Simon Dawson/AP