mánadagur 5. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
nakrar fáar minuttir gamal, tá
Newcastle-framherjin, Demba Ba,
var feldur stutt uttan fyri brots
teigarmarkið. Demba Ba var púra
leysur móti málinum, men dómarin
valdi onkurvegna at geva Chelsea-
verjuleikaranum, David Luiz, gula
kortið í staðin fyri reyða.
Í London var dystur millum
Tottenham og Bolton. Á miðjum
vølli heilt úti í høgrusíðu var Bolton
miðverjin, Gary Cahill, óansin og
misti bóltin til Tottenham-leikara,
sum streyk avstað. Gary Cahill
strekti beinið út og fellur Scott
Parker. Hóast hendingin var minst
hálvthundrað metrar frá málinum,
so tók dómarin reyða kortið úr
lummanum. Tað skuldi verið um
vent, reytt kort til David Luiz og gult
til Gary Cahill. Tað vóru venjararnir
hjá Newcastle og Bolton, Alan
Pardew og Owen Coyle, eisini
skjótir at vísa á eftir dystirnar, sum
Chelsea og Tottenham bæði vunnu
3-0.
Arsenal nærkast
Menninir hjá Arsene Wenger eru
teir einastu úr Bretlandi, sum longu
hava tryggjað sær víðari luttøku í
Champions
League-kappingini.
Arsenal hevur eisini vunnið seks
av teimum seinastu sjey dystinum
í Premier League og klintrar upp
eftir stigatalvuni.
Um vikuskiftið vunnu teir 4-0
á útivølli móti Wigan, sum siglir í
tungum sjógvi. Tað er einki óvanligt
í, at Robin van Persie skorar,
men málið til 2-0, sum Thomas
Vermaelen stútaði í kassan, var
nú heldur sjálvsamt. Ikki tí, hann
hevur fyrr skorað við høvdinum, so
seint sum í seinastu viku. Men talan
var um fyrsta málið, ið Arsenal í
179 royndum hevur skorað eftir
hornaspark.
Yakubu og »buh«
Lagið er einki serligt í Blackburn
– heldur ikki, tá liðið vinnur. Við
haldsfólkini eru í øðini og vilja
hava venjaran, Steve Kean, frá
sum skjótast. »Kean Out« rópa tey,
heldur enn at stuðla felagnum með
an dysturin er, men hesa ferð hendi
nakað, sum nokk ongantíð er hent
fyrr.
Tá Yakubu legði Blackburn á
odda í dystinum móti Swansea,
rann hann yvir til venjaran fyri at
fegnast. Hetta dámdi Blackburn-
viðhaldsfólkunum so illa, at tey
byrjaðu at geyla eftir Yakubu.
Bretskir miðlar hava allir sum ein
fordømt atburðin hjá Blackburn-
viðhaldsfólkunum.
Yakubu legði líka í og endaði við
at skora øll fýra málini í 4-2 sigrinum.
Hetta er aðru ferð, at Yakubu skorar
fýra mál í einum dysti í Premier
League. Hann skoraði eisini fýra
mál fyri Portsmouth í 5-1 sigrinum
á Middlesbrough í 2004.
Nógv at arbeiða við
Nýggi Sunderland-venjarin, Martin
O’Neill, fær úr at gera, um hann
skal venda skútuni hjá Sunderland.
Felagið boðaði leygardagin frá, at 59
ára gamli norðurírin hevur skrivað
ein trý ára sáttmála við Sunderland
– eitt felag, hann stuðlaði sum
ungur.
Martin O’Neill var á Moilneux-
leikvøllinum, tá Sunderland í gjár
vitjaði Wolverhampton, sum somu
leiðis stríðist fyri lívinum í bestu
deildini.
Sermerkt fyri Sunderland liðið
var, at allir fýra í verjuni hava spælt
við Manchester United, eins og nú
fyrrverandi venjarin, Steve Bruce.
Teir fýra vóru Phillip Beardsley,
Wes Brown, John O’Shea og Kieran
Richardson.
Síðstnevndi
legði
Sunderland á odda og eitt korter fyri
tíð hevði sviin, Sebastian Larsson,
ein gyltan møguleikan at tryggja
Sunderland øll stigini, men brendi
eitt brotsspark, sum ongantíð skuldi
verið dømt. Minni enn ein minutt
seinni javnaði Steven Fletcher fyri
Wolverhampton og 10 minuttir fyri
tíð tryggjaði hann øll stigini.
Martin O’Neill skal nú finna eina
loysn á trupulleikunum hjá Sunder
land, sum fyrst og fremst liggja í at
skjóta mál.
Teir beru skaðar
Hjálparfólk hjá ymsu feløgunum
hava havt úr at gjørt hesa vikuna
við skaðum. Newcastle mátti skifta
báðar miðverjarnar út í dystinum
ímóti Chelsea. Newcastle boðaði
í gjár frá, Steven Taylor helst ikki
verður at síggja á vøllinum aftur
hetta kappingarárið. Eisini Fabricio
Coloccini mátti skiftast út vegna
skaða, men hann verður nokk tøkur
aftur um eina viku ella tvær.
Alex Ferguson verður helst
fram til nýggjárið uttan Javier
Hernandez, sum meiddi sær økulin
í dystinum móti Aston Villa. Í sama
dysti mátti fyrrverandi liðfelagin
hjá Gunnari Nielsen í Manchester
City, Shay Given, lata seg útskifta
við fipurspreingin í lærinum.
Fyri Liverpool kom tað illa við,
at Lucas Leiva mátti berast av
vøllinum týskvøldið í Carling Cup-
dystinum móti Chelsea. Liverpool
hevur boðað frá, at Lucas nokk ikki
verður at síggja aftur hetta kapp
ingarárið.
Sunnudagin mátti danskarin í
Stoke-málinum, Thomas Sørensen,
eisini berast av vøllinum eftir ein
minni heilaskjálta, tá hann rendi
saman við Everton leikara.
Dystur í kvøld
Seinasti dysturin í hesum um
farinum verður í kvøld millum
Fulham og Liverpool. Seinast liðini
hittust, hólvaði Liverpool London-
liðið av. Støðan gjørdist 5-2 og Maxi
skoraði hattrick. Hetta var ímóti
endanum av kappingarárinum og
tað er ósannlíkt at Fulham-leikar
arnir avrika so vánaligt aftur, men
Liverpool hevur staðið seg lut
falsliga væl í London hetta kapp
ingarárið, í mun til onnur kapp
ingarár. Liverpool hevur vunnið á
Arsenal og tvær ferðir á Chelsea,
men tapti móti Tottenham.
Um Liverpool ætlar at vinna sær
pláss í Champions League komandi
kappingarár, so skulu teir helst til
at vinna slíkar dystir.
trondur@sosialurin.fo
Premier League
Taklarin mikli
Liverpool-miðvallarin, Lucas Leiva, er tann leikarin
í Premeir League hetta kappingarárið, ið hevur
gjørt flest taklingar – ikki færri enn 68.
Raktu ikki málið
Everton megnaði ongantíð at raka Stoke málið í dystinum sunnu
dagin. Tað er fyrstu ferð síðani seinasta leikdag í kappingar
árinum 2008/09, at Everton ikki rakar málið í einum dysti.
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester City
14
12
2
0
48-13
38
2
Manchester United
14
10
3
1
31-13
33
3
Tottenham
13
10
1
2
29-16
31
4
Chelsea
14
9
1
4
31-17
28
5
Arsenal
14
8
2
4
30-23
26
6
Newcastle
14
7
5
2
19-15
26
7
Liverpool
13
6
5
2
17-12
23
8
Stoke
14
5
3
6
14-23
18
9
Aston Villa
14
3
7
4
16-18
16
10 Everton
13
5
1
7
15-17
16
11 Norwich
14
4
4
6
20-26
16
12 Queens Park Rangers
14
4
4
6
15-25
16
13 West Bromwich
14
4
3
7
13-21
1
14 Swansea
14
3
5
6
14-20
14
15 Wolverhampton
14
4
2
8
15-24
14
16 Fulham
13
2
6
5
15-16
12
17 Sunderland
14
2
5
7
16-17
11
18 Blackburn
14
2
4
8
21-32
10
19 Bolton
14
3
0
11
19-34
9
20 Wigan
14
2
3
9
12-28
9
VIÐ ØKSLINI
Mario Balotelli var púra kaldur, tá hann fáar sentimetrar frá málstrikuni
við økslini skoraði fyri Manchester City ímóti Norwich
Mynd: John Super/AP