mánadagur 5. desember 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Spenningurin var í hæddini fríggja
dagin, tá avgerast skuldi hvør skal
møta hvørjum í EM-endaspælinum
í Polandi og Ukraina í komandi
summar. Stóru tapararnir av luta
kastinum vóru landsmenninir hjá
núverandi og fyrrverandi landsliðs
venjarunum hjá okkum. Danmark
kom í sterkasta bólkin, meðan
Írland skal snúgva sær fram við
Spania, Kroatia og Italia fyri at
koma víðari.
Bólkur A:
Poland, Tjekkia,
Grikkaland og Russland
Hetta er avgjørt veikasti bólkurin
og øll londini munnu fegnast um
lutakastið. Poland hevur stóra
fyrimunin av at vera á heimavølli,
men er samstundis tað landið í EM-
endaspælinum, sum er styrkismett
lægst á FIFA listanum sum nummar
66. Vertirnir spæla setanardystin
ímóti Grikkalandi tann 8. juni.
Russland og Poland eru helst
bestu boðini uppá, hvør kemur víð
ari úr bólkinum, men bæði Tjekkia
og EM-vinnarnir frá 2004, Grikka
land, hava sínar styrkir og kunnu
vinna seg víðari. Ein opin bólkur.
Bólkur B:
Holland, Danmark,
Portugal og Týskland
Donsku EM-dreymarnir fingu eitt
slag fyri og annað eftir, so hvørt
sum bólkur B myndaði seg. Úr
sterkasta styrkisbólkinum kom
Holland og síðani Týskland og úr
triðsterkasta styrkisbólkinum kom
Portugal. Ein krútbólkur sum vil
nakað. Av hasum fýra er Danmark
tað landið, sum er styrkismett
lægst á FIFA-styrkislistanum sum
nummar 11, og tað sigur ikki so lítið
um styrkina í bólkinum.
Eitt
nú
kann
nevnast,
at
Grikkaland er tað landið, sum er
styrkismett hægst í bólki A og teir
eru styrkismettir sum nummar 12.
Tað ber illa til at taka dagar
ímillum londinum í hesum bólk
inum, men Holland og Týskland
munnu nokk hava munin, sum nú
er. Danmark hevur verið sterkari og
megnaði alíkavæl at koppa Portugal
í undankappingini, so Portugal hev
ur eisini nakað at prógva.
Fyrimunurin við at vera í bólki
B er, at tey bæði bestu skulu møta
liðum úr bólki A í fjórðingsfinal
uni.
Bólkur C:
Spaina, Írland,
Kroatia og Italia
Eisini ein bólkur, ið telur heimsins
sterkasta landslið, Spania. Tað
er ilt at ímynda sær, hvør skal
steðga spaniólum, um teir halda
fram at spæla tann fótbóltin, teir
hava borðreitt við síðani undan
kappingina til EM í 2008. Liðið er
framvegis inntakt og allar stjørn
urnar eru framvegis í góðum aldri.
Tí verður helst talan um eina
kapping millum Italia og Kroatia
um at fáa hitt plássið, ið gevur
víðari luttøku. Tað er ongin ivi um,
at landsmenninir hjá Brian Kerr
koma hugagóðir til endaspælið,
men teir skulu nokk vera meira enn
hepnir, um teir skulu koma víðari.
Bólkur D:
Ukraina, Frakland,
Svøríki og Ongland
Hesin bólkurin er sera opin, men
Svøríki stendur helst veikast í
myndini. Tað skal ganga Zlatan
Ibrahimovic serstakliga væl, um teir
skulu stjala annað teimum báðum
fremstu plássinum. Ukraina er sum
so ikki eitt sterkari landslið. Millum
annað er stjørnan tann aldrandi
Andrei Shevchenko, sum nú er
blivin 35 ára gamal. Styrkin hjá
Ukraina liggur í heimavøllinum.
Tað er ilt at meta um, hvørjum
standi Frakland og Ongland møta
upp í. Frakland hevði eitt skamm
iligt HM-endaspæl í Suðurafrika og
nakað at prógva, men spurningurin
er so, um tað er ein styrki ella
veikleiki.
Mangan hevur Ongland vunnið
bæði HM og EM, áðrenn fyrsta
bríkslið hevur ljóðað, fyri síðani at
verða eitt stórt vónbrot. Men við
nógvum nýggjum og hugagóðum
ungum leikarum, so er ikki óhugs
andi at Ongland fer at koma betur
frá hesum endaspælinum enn onkr
um av hinum.
Fyri Ongland kemur tað illa við,
at Wayne Rooney hevur leikbann
fyrstu tríggjar dystirnar. Tað kann
verða munurin á, um Ongland kem
ur víðari ella ikki.
EM-endaspæl Lutakastið í Kiev gjørdist ein marra fyri Morten Olsen og danska
landsliðið, sum endaði í einum krútbólki saman við Týsklandi, Portugal og
Hollandi. Hepnari vóru vertirnir úr Polandi, sum komu í avgjørt lættasta bólkin
Neyðars Danmark!
HARÐUR BÓLKUR
Landsliðsvenjararnir úr Týsklandi, Danmark, Portugal og Hollandi síggja allir meira ella minni ivingarsamir út eftir EM-lutakastið fríggjadagin
Mynd: Efrem Lukatsky/AP
Tróndur Arge
Tey sum minnast HM í 1982,
minnast eisini Socrates. Mað
urin við stóra skegginum og
hárbandinum, sum líktist
meiri eini rockstjørnu enn
einum brasilskum liðskip
ara. Saman við millum ann
að Zico bergtók hann allan
fótbóltsheimin á sumri 1982
í Spania. Brasilska landsliðið
spældi dreymafótbólt við
teimum báðum sum snú
ningspunkti á miðvøllinum.
82-liðið verður av mongum
mett sum eitt tað besta
landsliðið, ið ikki megnaði
at vinna HM-gull. Teir vóru í
fjórðingsfinaluni so óhepnir
at renna seg í italsku mál
maskinuna, Paolo Rossi, og
taptu.
Socrates hevur seinastu
vikurnar verið illa sjúkur og í
gjár komu boðini um at 57 ára
gamli lívsnjótarin ikki longur
er millum okkum.
Socrates, sum er føddur
19. februar 1954, spældi fyri
tað mesta í Brasil, har hann
eisini las til lækna. Hann fekk
tí eisini eyknevni »læknin«.
Hann royndi seg eitt skifti í
italskum fótbólti í Fiorentina,
men eftir hálvt annað ár fór
hann aftur til Brasil at spæla.
Hann gavst at spæla í 1989. Tí
vakti tað stóran ans, tá hann
sum 50-ára gamal spældi ein
dyst fyri Garforth Town í
lægru deildinum í Onglandi.
Hann spældi í tólv minuttir
og takkaði fyri seg.
Sócrates
Brasileiro
Sampaio de Souza Vieira de
Oliveira náddi at spæla 60
landsdystir og skjóta 22 mál
fyri Brasil.
trondur@sosialurin.fo
Brasilski fótbóltsspælarin,
Socrates, var í 1982 ein av
leikarunum á besta liðnum,
sum ongantíð vann HM. Í
gjár andaðist hann eftir
sjúkralegu í nakrar vikur
Mynd: Andre Penner/AP
Socrates
deyður
Venjarin hjá Írlandi, Giovanni
Trapattoni, landsmaður hansara
og venjari hjá Italia, Cesare
Prandelli, og Vicente del Bosque,
venjari hjá verandi evropeisku
meistarunum úr Spania