mánadagur 5. desember 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Sjúrður
Skaale
hevur
á
Fólkatingi hildið eina fína
røðu í sambandi við upp
skotið um at prístalsviðgera
blokkin. Hann kom væl frá
viðgerðini um fyrimunirnar
við at ganga á sjálvsstýrisleið
og vansarnar við tí øvugta.
Eftir 1. viðgerð í Fólka
tinginum heldur hann fram
í bløðunum í Føroyum, og nú
er tað fyri at verja sína støðu,
táið atkvøðast skal í Fólka
tinginum. Tá kemur hansara
atkvøða at verða í stríð við
hansara egnu sannføring.
Í grein í bløðunum í dag
heldur hann uppá, at tey
atfinningarsomu
tjóðveld
isfólkini hava misskilt tær
demokratisku kommandu
linjurnar.
Tær
rættskiltu
kommandulinjurnar
eru
eftir Sjúrða Skaala´sa fatan,
at man sum fólkavaldur
fólkatingsmaður skal verða
trúgvur ímóti landsstýrisins
ynski, og atkvøða soleiðis,
sum tey ynskja. Her haldi eg,
at Sjúrður fer av sporinum!
Tann ovasta kommandoin
sigur, at tú skalt verða trúgv
ur ímóti tíni egnu sannføring!
At realiteturin so ofta er,
at hetta krav ofta má víkja
orsaka av samgongudisiplini
ella flokspolitiskum trúskapi,
er so nakað annað. Men í
hvørgum hesum er Sjúrður
Skaale fangaður. Hann er
hinvegin bóndafangaður í
sínum egna vallyfti.
Vallyfti og lyftisbrot
Í valstríðnum lovaði SS, at
varð hann valdur skuldi
hann verða trúgvur móti
teimum
ynskjum,
sum
komu frá landsstýrinum.
Men ólukkutíð, teir flokkar,
sum øll sóu fyri sær fóru at
mynda landsstýrið eftir løg
tingsvalið endaðu í andstøðu,
– eisini Sjúrða´sa flokkur,
Javnaðarflokkurin. Og til
valdið komu flokkar, sum nú
eru samdir um, at blokkurin
skal hækka. Hetta er størsta
afturstig á sjálvsstýrisleið
nakrantíð í føroyskari søgu,
men hetta er viljin hjá 19
tingfólkum.
Ein vilji, sum Javnaðar
flokkurin
í
Føroyum
er
ímóti, men sum Sjúrður
hevur lovað, at hann skal
stuðla, tí tað er eitt ynski frá
landsstýrinum.
So nú eru góð ráð dýr!
Sjálv haldi eg, at hann
hevði sloppið best burturúr
hesum við at sagt at: ja, eg
lovaði at verða trúgvur móti
ynskjum
landsstýrisins,
men hinvegin so hava vit
eina stjórn í Føroyum, sum
ger beint ímóti viljanum
hjá teimum veljarum, sum
valdu tey, sum nú manna
samgonguna. Tí stuðli eg
veljarunum hjá meirilutanum
av
Samgonguflokkunum,
umframt at eg stuðli míni
egnu sannføring, og noyðist
tí at ganga ímóti ynskjunum
frá landsstýrinum.
So kanst tú siga, at man
veit ikki, hvat veljarin vil,
men at man bara veit, hvat
tey fólkavaldu gera. Og tað
er rætt, men vit vita í øllum
førum at 6 floksformenn av
7 søgdu dagin fyri valið at
komu teir til valdið, so vildu
teir ikki hækka blokkin. Tað
hoyrdi veljarin, og tað visti
hann, tá ið hann atkvøddi á
valdegnum.
Men hesa loysn, at fylgja
veljaranum, velur Sjúrður
ikki. Hann stendur við sítt og
sigur seg vilja atkvøða fyri at
hækka blokkin.
Kommandulinjur
Í øllum hesum haldi eg, at
Sjúrður hevur misskilt tær
demokratisku kommandu
linjurnar! Var tað so, at
meiningin við fólkatings
umboðanini var, at hon
skuldi verða boðberi hjá
landsstýrinum, so hevði tað
ikki verið talan um at velja
eitt fólkavalt umboð niður á
Danating. So hevði man valt
ein embætismann, ella biðið
sendimann føroyinga í Keyp
mannahavn borið boðini víð
ari til donsku stjórnina.
Fer Edmund Joensen
at atkvøða fyri at
fjerna blokkin
Og fyri alt tað: síggi fyri
tykkum ein mótsattan leik,
har eitt fullveldislandsstýri
ynskti, at blokkurin skuldi
burtur eftir fáum árum
og at atkvøðast skuldi um
hetta í Fólkatinginum, og at
Edmund Joensen atkvøddi
fyri, vit teirri grundgeving
at Tjóðveldi ynskir tað, - og
at hann mátti virða kom
mandulinjurnar!
Eg giti, at tað hevði verið
ramaskríggj!
Misskilta kommandolinjan!
Annita á Fríðriksmørk
Sambandsfólk mugu virða
talufrælsið – og Tjóðveldis
fólk mugu virða tær demo
kratisku kommandolinjur
nar
Eftir orðaskiftið á fólkatingi
týsdagin er greitt, at blokk
urin neyvan verður tiðnaður
við
afturvirkandi
kraft.
Landsstýrið fær helst einar
8-10 milliónir upp á veitingina
– men ikki tær 200, sum tosað
hevur verið um.
Tað siga Kaj Leo Johanne
sen og Edmund Joensen
vera mína skyld. Um bert
eg stuðlaði teimum betur,
halda teir, so bleiv ynskið um
hægri blokk eftirlíkað uttan
nakað.
Tí
er
ábyrgdin
eisini
mín, um sosialar veitingar
verða skornar undir BADH
samgonguni, og um fólk missa
arbeiðið. Sambært Edmundi
”mugu Sjúrður Skaale og tey,
ið hann umboðar, átaka sær
ábyrgdina av skerjingum og
vantandi fígging til vælferð í
Føroyum í 2012.”
Hetta er altso patetiskt!
Sannleikin er, at tá Sam
bandsflokkurin í valstríðnum
lovaði fólki hægri blokk, seldi
hann veljarunum skinnið á
eini bjørn, sum als ikki var
skotin. Og tað vistu bæði
Kaj Leo og øll hini útmerkað
væl.
Sambandsflokkurin hev
ur jú sjálvur verið við til at
gera fleiri av avtalunum um,
at blokkurin skal vera fast
Sambandið, Tjóðveldið
og blokkurin
Sjúrður Skaale
“Komuhøllin á Vágaflog
havn var á tremur við før
oyskum fjølmiðlafólkum,
tá
russiski
áleyparin
úr
Tottenham
Roman
Pavlyuchenko kom við
Atlantsflog fyrrapartin.
Roman
Pavlyuchenko
hevur gjørt sáttmála við
HB...”
Ja, hugsi tykkum til
– hetta hevði verið stórt,
ha?
Og
hvussu
høvdu
føroyskir fjølmiðlar ikki
fylt forsíður, heilsíður,
opnur, ja sjálvt portalar
á tremur – og ikki minst
heilar tíðindasendingar og
ser-sendingar í útvarpi, og
sjálvsagt eini tríggjar-fýra
Dagur & Vikur við 3-2 ser-
sendingum um russiska
fótbóltsspælaran,
sum
skal spæla við høvuðs
staðarliðinum.
Jú, hetta hevði verið
stórt...
Seinastu tvær vikur
nar hevur ein russiskur
OL-svimjari,
Anastasia
Aksenova verið í Vági og
vant saman við Susvim
undir
Jón
Bjarnason
venjara. Anastasia Akse
nova hevur russiska met
ið í 100 m. frí. Tað búgva
umleið 143 mió . fólk í
Russlandi og tað er ikki
heilt ósannlíkt, at tað í
Russlandi eru fleiri elite-
svimjarar, enn tað eru fólk
í Føroyum. Hóast hetta,
so velur ein av teirra heilt
stóru stjørnum á stuttum
teinum (Anastasia Akse
nova svimur 50 m. og 100
m. frí) at koma til Vágs
at venja! Orsøkin er, sum
hon sjálv sigur, venjarin
Jón Bjarnason, sum er
ein fantastiskur venjari –
úrslitini hjá Pál og hinum
svimjarunum í Susvim
tala eisini fyri seg.
Ikki hevur tað fingið
nógv rúmd í føroysku
fjølmiðlunum,
at
ein
russisku OL-svimjari er
komin til Vágs at fyrireika
seg fram til OL í London
komandi summar. Komin
til Vágs at fyrireika seg í
einum 25 m. hyli, hóast
øll OL-svimjing er í 50 m.
hyli!
Hetta er tíverri ikki
ein heilt nýggj kapittul
í føroyskum fjølmiðla
høpi, men heldur enn
ein kapittul í einari lang
ari framhaldssøgu. Ein
framhaldssøga, sum hevur
koyrt í fleiri ár, kanska
serliga í okkara almenna
Kringvarpi, sum jú skal
fevna um alt landið og
fevna um allar spennandi
ítróttarsøgur – vit verða
jú øll kravd eftir Kring
varpsgjaldinum. Hetta við
“spennandi ítróttarsøgur”
er kanska júst tað, sum er
trupulleikin. Tað var ikki
nóg spennandi at fara til
EJM í svimjing á sinni, tá
Pál vann 3 gull medaljur.
Síðan tað eru fleiri altjóða
svimjikappingar har Pál
hevur kappast “gloymdar
á leiðini”. Tann seinasta
var HM í Shanghai í
summar, tá Kringvarpið
ikki gjørdi sær serligan
ómak, um nakran, at
fáa sent HM finaluna
í 1.500 m. frí beinleiðis
í
sjónvarpinum
(Rás2
vóru so kreativir, at teir
varpaðu 1.500 m. frí út ala
ein fótbóltsdyst – tað var
so frægari enn onki).
Nú skal Kringvarpið
ikki heilt til Shanghai
eftir einari søgu.
At tað í raðfesting av
ítróttarsøgum í Kring
varpinum er frávalt at
gera nakað sum helst
burturúr (annað enn at
tey møguliga stutt hava
nevnt tað í forbífartini í
eini tíðindasending) at ein
russiskur OL-svimjari er
komin til Vágs at fyrireika
seg til OL í London er púr
ast ikki til at skilja!
Í huganum er tað
kanska líka langt til Suð
uroyar, sum til Shang
hai?
Russiski Totten
ham-leikarin Roman
Pavlyuchenko til HB!
Dennis Holm