mánadagur 5. desember 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Av sonnum ein skelkandi
og ófrættakendur boðskap
ur, sum nýggja landsstýris
kvinnan í almannamálum,
Annika Olsen, borðreiddi
við fyrr í vikuni – at eingin
játtan er til at reka øll tey
nýggju
ellisheimini,
sum
kommunur kring landið í
løtuni lata byggja, og sum
skjótt eru liðug.
Hon greiddi frá, at fíggj
arkarmurin hjá Almanna
málaráðnum tekur ikki hædd
fyri hesum nýggju rakstrar
útreiðslunum, sum tátta í
tær 200 milliónir krónurnar.
Tórshavnar
kommuna
byggir í løtuni Boðanesheimið,
sum er eitt ellisheim til 64
búfólk. Heimið er liðugt
at taka í nýtslu ikki seinni
enn 1. oktober 2012. Árligu
rakstrarútreiðslurnar koma
at liggja um 40 milliónir
krónur.
Pengar, sum eftir øllum
at døma ikki eru til í lands
kassanum.
Bindandi tilsøgn
um raksturin
Nú var Annika Olsen so mikið
at sær komin, at hon beindi
trupulleikan til løgtingið, tí
tað er løgtingið, sum hevur
ásett fíggjarkarmin. Men
heilt so lætt sleppur hon
ikki.
Við lóggávu hevur landið
latið
kommununum
upp
í hendurnar at byggja og
fíggja ellisheim við ávísum
stuðli frá landskassanum.
Afturfyri skal landið bera
rakstrarútreiðslurnar
av
heiminum aftaná.
Henda fyri kommunurnar
altavgerandi fortreyt er skjal
fest í stuðulslóggávuni, har
tað stendur:
“Ein tilsøgn um studnings
lán er samstundis ein játtan
til umsøkjaran um, at landið
rindar fyri raksturin av teim
nýggju
eldrabúplássum
sambært
galdandi
fyri
skipanum. Við tilsøgn um
studningslán bindur lands
stýrismaðurin seg til at fáa
neyðuga játtan til vega á
fíggjarlógini til raksturin av
eldrabúplássum.”
So Annika Olsen, tann
1. oktober 2012 flyta fyrstu
búfólkini inn í Boðanes
heimið, og tað áliggur tær
sum landsstýriskvinnu at
skaffa fíggingina til rakst
urin.
Hevur skund!
Og ger tað skjótt. Eitt er, at
kommunan nú av álvara
má seta sær spurningin, um
hon skal steðga byggingini
av Boðanesheiminum alt
fyri eitt, koma ikki frægari
tónar úr landsstýrinum um
raksturin. Tað verður einki
minni enn ein skandala,
skuldi tað komið hartil.
Skandalan verður ikki
minni, um Boðanesheimið
fer at standa gapandi tómt í
mánaðir og ár.
Eitt annað er, at tað sita
yvir 100 eldri og enn fleiri
avvarðandi
kring
um
í
kommununi, hvørs framtíð
og lívsgóðska er beinleiðis
tengd at Boðanesheiminum.
Lat ikki jólini ganga, uttan at
hesi hava fingið fulla vissu
fyri, at tey 64 búplássini
verða tikin í nýtslu 1. oktober
2012.
Alt annað er mannmink
andi gerð og spott.
Landið rennur
undan ábyrgd
At enda – nógv hevur verið
talað um, at eldrarøktin skal
leggjast til kommunurnar at
umsita. Størsta motivatiónin
hjá landsstýrinum fyri hes
um er eftirhondini bert at
sleppa undan teimum skjótt
vaksandi
rakstrarútreiðsl
unum til økið.
Men soleiðis spælir kla
verið ikki.
Fíggjartørvur landskass
ans til at reka eldrarøktina
hvørvur ikki við at leggja
økið til kommunurnar. Tvørt
urímóti, tí tá koma øll lógar
ásettu krøvini, sum landið í
dag ikki setur sær sjálvum.
Skal økið leggjast til
kommunurnar, skulu peng
arnir fylgja við. Ikki bara
onkur
hissini
upphædd,
men upphædd, sum svarar
til veruliga tørvin og kravda
tænastustigið.
Og lat tað ljóðað púra
greitt, at landið sleppur ikki
at renna undan ábyrgdini á
hesum øki!
Gapandi tómt ellisheim?
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Nýggja
BADH-sam
gongan tykist hava ein
felagsnevnara:
Allir
flokkarnir
hava
selt
síni egnu grundvirðir
og hava sett vanliga
sømiligheit til viks – til
frama fyri vald, har ser
áhugamál skulu røkjast
Í mínum yngri árum var
ein sangur ofta sungin
í veitslulagi, sum hevði
niðurlagið:
”Hevði
tú
trúð tí, oh, oh, oh, hevði
tú trúð tí?
Hetta niðurlagið kundi
hóskandi verið sett undir
tað
samgonguskjalið
og tær fráboðanir, sum
nýggja BADH-samgongan
hevur borðreitt við.
Tí høvdu vit trúð tí,
at Fólkaflokkurin fór at
sleppa øllum sjálvstýris
politikki og at bidda um
hægri
blokkstuðul
úr
Danmark?
Høvdu vit trúð tí, at
Miðflokkurin og Sjálv
stýrisflokkurin fór at taka
undir við eini asosialari
flatskattaskipan, ið skal
trumfast ígjøgnum eftir
nøkrum
fáum
vikum?
Har løgmaður, tingfólk
og stjórar fáa upp í 5000
kr. eyka beint í lumman
um mánaðin, meðan van
ligi løntakarin onki fær,
og ístaðin skal gjalda fyri
skattalættan
hjá
betri
helvtini av síni egnu pen
sjón?
Høvdu vit trúð tí,
at
Sambandsflokkurin
fór at sleppa øllum av
talum um ein nýggjan
fiskivinnupolitikk
og
at venda aftur til eina
gongd, har fiskiloyvir og
fiskirættindi verða enda
liga privatiserað og seld
millum privat fyri hægri
og hægri prís, har út
lendskir strámenn koma
at eiga allan tann før
oyska flotan?
Høvdu vit trúð tí, at
sambandsfólk
fóru
at
hótta embætisfólk fyri at
lurta eftir fólkafundum?
Høvdu vit trúð tí, at
løgmaður fór at hótta
fakfeløg við, at teirra limir
verða uppsagdir, um tey
ikki taka undir við bidd
aragongdini um hægri
blokk, ella um tey krevja
hægri løn?
Eitt heimsmet í
veljarabluffi
Tann politikkur, ið BADH-
flokkarnir
hava
frá
boðað eftir valið, er helst
heimsmet i veljarabluffi,
tá vit samanbera við tað,
teir søgdu undan valin
um. Um føroyski velj
arin skuldi tikið støðu
til eina valskrá og eina
stevnuskrá, sum byggir á
høvuðsmálini hjá BADH-
samgonguni, so ivist eg
stórliga í, um nakar hevði
tikið undir við tí.
Men talan er um eitt
einfalt valdsbýti millum
flokkarnar: Tú ein lítlan
– eg ein stóran. Um ein
sleppur at røkja nøkur
seráhugamál, so sleppur
hin at røkja nøkur onnur.
Og afturfyri mugu so
allir selja síni grundvirðir
og sína sál til frama fyri
valdið.
Løgmaður hevur ferð
eftir ferð sagt, at ymist er
sligið fast við sjeytumma-
seymi. Tildømis, at skatt
ing av pensjónum við
inngjald, ikki ávirkar løn
takaran. Tað vísir seg við
bert eitt lítið sundur av
umhugsni, at tað als ikki er
so, sum løgmaður sigur. Tí
onki av høvuðsmálunum
hjá samgonguni er í
veruleikanum fyrireikað,
eftirkannað ella gjøgnum
hugsað.
Og um valdið er vaksið
samgonguflokkunum
so nógv til høvdið, at
teir ætla at trumla sínar
ófrættakendu
ætlanir
ígjøgnum fyri jól, so er
bert at siga: Teir munnu
hava etið henda seymin,
sum løgmaður tosar um.
Samgongan má
hava etið seym
Høgni Hoydal
frystur. Og tann, sum vil
annulera avleiðingarnar av
avtalum, sum hann sjálvur
hevur gjørt – hann hevur
altso ikki eina góða sak. Og
hann kann ikki geva øðrum
skyldina fyri, at tað ikki
eydnast.
Kaj Leo er eisini illur um,
at eg havi sagt mína meining
um hetta, og greitt frá, hví eg
eri skeptiskur.
Ein samgongumaður held
ur ikki ein aðalstjóra kunna
lurta eftir nøkrum røðum,
sum verða hildnar mitt í
býnum ein leygardag. Nú
heldur løgmaður so heldur
ikki, at ein valdur politikari
kann siga sína meining. Hvat
verður tað næsta?
Sambandið vann valið,
men Fólkaflokkurin fekk
alt valdið. Tí skilji eg væl,
at Edmund og Kaj Leo eru
frustreraðir. Men hesin at
burður ber brá av reinari
desperatión.
Tjóðveldi
Hinumegin standa tjóðveldis
fólk og eru ónøgd við, at eg
ikki lovi at stemma ímóti eini
avtalu um blokkin, um hon
hevur hækking við sær.
Tey vilja altso hava, at eg
sum fólkatingsmaður skal
royna at annulera eina avtalu,
sum Føroya Landsstýrið ger.
Hvussu samsvarar hetta
við hugsanina um, at før
oyskir myndugleikar – og
ikki danskir – skulu hava
valdið Føroyum?
Og hvat høvdu tey sagt,
um ein sambandsmaður á
fólkatingi annuleraði eina
avtalu, sum eitt tjóðveldis
landsstýri gjørdi? Eg giti, at
tað hevði verið rámaskríggj.
Uttan mun til hvat mann
heldur um tað, so hevur
landsstýrið hjá Kaj Leo fingið
mandat frá 19 tingmonnum
til at samráðast um hetta.
Hevði eg brúkt mína støðu
á fólkatingi til at forkoma
úrslitinum, hevði eg máað
støðið undan sjálvari okkara
demokratisku skipan.
Sambandsfólk mugu virða
rættin hjá einum politikara
at siga sína meining – og
tjóðveldisfólk mugu virða tær
demokratisku kommando
linjurnar.
Tann, sum vil annulera
avleiðingarnar av av
talum, sum hann sjálvur
hevur gjørt – hann hevur
altso ikki eina góða sak.
Og hann kann ikki geva
øðrum skyldina fyri, at
tað ikki eydnast