Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Yvirlýsing: Akademikarafelag Før­oya og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara mótmæla Í hesum døgum, har nógv verður skrivað og sagt um ætlanirnar hjá samgonguni at broyta pensjónsviðurskifti og skattaskipan, verður eisini tosað um mótmæli, og hvørja støðu, ymsu fakfeløgini hava. Nevndirnar í Akadem­ ikara­felag Føroya og Yrkis­ felag Studentaskúla- og HF- lærara eru ørkymlaðar og stúrnar um gongdina. Hóast vit skjótt kunnu staðfesta, at nógvir aka­ dem­ikarar í Føroyum fara at merkja eina størri tøka inn­ tøku, so tykist kostn­að­urin fyri henda vinning at vera høgur: Ætlanin er at skatta pensjónir við inngjald. Hetta merkir, at landið útloysir sína egnu pensjónsuppsparing, ið skal vera til at taka, so hvørt fólk eldast og hava størri brúk fyri ymsum vælferðar- og heilsutænastum. Vit vita ikki, hvussu støðan verður um 20 ella 30 ár, um aðrar inntøkur verða – og um ikki, hvør tá skal gjalda? Sam­stundis bendir alt á, at pensiónsútgjaldið verður lægri, um skattað verður av inn­gjaldi. Ein ørgrynna av ósvaraðum spurningum eru um hesar broytingar. Fígg jarmálaráðharrin hevur boðað frá, at løntak­ arin skal fíggja sín egna skattalætta við at fara niður í løn – hvussu stórur er tá lættin? Vit harmast og stúra fyri, hvussu hesar avgerðir verða tiknar. Umfatandi broytingar verða lagdar fram sum loysn­ir, áðrenn sera týðandi viður­skifti og møguligar av­ leiðingar eru kannaðar. Ein skattalætti er væl­kom­ in, um hann veru­liga lættir um fíggjar­ligu byrðurnar hjá lønmóttakaranum. Óvist er, hvør langtíðarvirknaðurin av ætlaðu broytingunum verður. Allar ábendingar eru tó um, at ætlanirnar, ið eru lagdar fram, ikki eru nóg væl umhugsaðar og viðgjørdar. Vit vilja fegin hava, at tað skal loysa seg at fáa sær eina útbúgving – tað eigur at verða ein íløga í framtíðar arbeiði. Vit halda eisini, at skatturin í Føroyum er høgur. Men í hesum tíðum, har stórt hall er á fíggjarlógini, og allir samfelagsbólkar hava trupult við at fáa lønina at strekkja, meta AKF og YF ikki, at hetta er rætta løtan at gera slíkar raðfestingar. Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara stuðla tí mót­ mælistiltøkunum, ið verða leygardagin 3. desember. Heitt verður á limirnar í fak­ feløgum okkara at møta fjøl­ ment! Akademikarafelag Før­ oya og Yrkisfelag Studenta­ skúla- og HF-lærara standa sam­an við føroysku fakfe­ lags­rørsluni í hesum álvars­ spurningi, og mótmæla tí teimum ætlanum, ið nýggja samgongan uttan fyrilit hev­ ur stungið út í kortið. Nýggja samgongan byggir á hendan hátt ikki brýr til ta føroysku arbeiðsmegina, og skapar ikki karmar um tryggleika og støðug viðurskifti í sam­ felagnum. Limir í teimum 4 fakfe­løg­ unum í AKF (Føroya Verk­ frøðingafelag, Føroya Byggi­ frøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Magistarafelag Før­oya) eru vælkomnir at senda viðmerkingar ella greiða frá síni støðu við at senda teldupost til akf@akf. fo Suni Joensen, formaður AKF Karl Martin Klein Ole Jensen Leivur Langgaard og Kári Jespersen formaður í YF Heri Simonsen Heitini á bindi tvey og trý av fótbóltssøguni bera forn og tignarlig heiti, sum eru tikin frá ítróttarsangskattinum. Bind tvey, sum handlar um tíðar­skeiðið 1960-1979 nevnist: ”Teir kundu væl listir og leikir”. Bind trý , sum handlar um tíðarskeiðið 1980-1989 nevn­ist ”Fremjum dystarleik sveinar og sprund”. Gamlir fótbóltsveteranar vóru møttir í Posthúskjallaranum fyri at ognað sær bind tvey og trý av glæsiligu fótbóltssøguni hjá Suna Merkistein, og at fáa hesar signeraðar. Onkur fótbóltsfelagsformaður hevði eisini lagt leiðini inn í Post­húskjallaran. Christian Andreasen, forseti í FSF bjóð­aði vælkomin, og fagnaði bóka­verkinum hjá Suna Merkistein, sum FSF gevur út. Suni Merkistein hevði eisini eina stutta framløga um bókina, sum hann eisini hevur gjørt í samstarvi við Faroesoccer. Góðar 700 síður Suni Merkistein greiddi frá, at upprunaliga ætlanin var bara at geva út eitt bind, men tilfarið gjørdist somikið rúgvismikið, at mett var, at tað var meiri ráðiligt at geva út tvey bind. Annað bind er góðar 400 síður til longdar, er framhald av fyrsta bindi í bókarøðini, "Teir reystastu dreingir í norðum", sum kom í 2010. Fyrsta bind var um tíðarskeiðið 1892-1959. Ár um ár verður gongdin í fremstu deildini lýst við frásagnum, myndum og hagtølum. Sagt verður eisini frá teim­um dystum, ið føroyska lands­ liðið spælir hesi árini. Til ber eisini at lesa um aðrar til­ burðir í føroyskum fótbólti hesi árini. Nógv hagtøl í triðja bindi Triðja bind er um 1980-árini í føroyskum fótbólti. Tað hendi sera nógv hetta tíðar­ skeið­ið. Gomlu eyr- og grús­vøllirnir hvørva tá so líð­andi undir nýggjar gras­ líkis­mottur. Hetta var koll­ velt­andi um­skifti og týð­andi fram­tak í menn­ingar­til­ gongd­ini, ið sjøtil av álv­ara varð settur á í 1979, tá ið Fót­ bólts­sam­band Før­oya varð stovnað, og Før­oyar fingu limaskap í altjóða fót­bólts­ sam­gonguni FIFA í 1988. Í bók­ini, sum er góðar 300 síð­ur til longdar, eru eisini myndir í hópatali umframt fjøl­broytt hagtalstilfar, har hugt verður eisini eftir yngru deildunum. Ætlandi tvey bind aftrat Tvey bind aftrat er ætlandi á veg. Fjórða bind kemur at viðgera 1990-árini, og fimta bind kemur at viðgera tað, sum er hent í føroyska fót­ bólts­heiminum í okkara øld. Stuttligt var at eygleiða gomlu fótbóltskempurnar, sum vitjaðu bókaframløguna, og eyðvitað leitaðu nakrir av hesum eftir tíðarskeiðunum, har teir vóru við í fremstu røð. Bøkurnar hava nógv gott myndatilfar og illustreraðar lið­upp­stillingar hjá øllum FM-vinn­arum. Snotuligu bøk­ur­nar fáast fyri 249 krón­ ur eintakið. Onkur hevur luft­að tankan at gera eina enska útgávu, sum tekur sam­anu­m tey fimm føroysku bindini, tá tey øll eru givin út. Mett verður, at ein slík ensk bók hevði verið ein fram­úr­ skarandi gávu­lutur at givið fót­bólts­hugaðum út­lend­ing­ um, men enn eru ikki ítøki­ ligar ætlanir um eina sættu bók, sum tekur samanum før­oysku fótbólts­søguna á enskum. Fótbóltssøga løgd fram í Posthúskjallaranum Fótbóltsveteranar sóust millum tey, sum vóru møtt fyri at fáa eitt signerað eintak av bindi nummar tvey og trý av tí føroysku fótbóltssøguni. Suni Merkistein