mánadagur 5. desember 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Munnu tjøldrini fram við
vegnum til Æðuvíkar fara
at sakna Jóannes Lind, tá ið
tey koma heim aftur á Græk
arismessu ella har á leið?
Jóannes saknaði tjøldrini
um veturin og á hvørjum
ári gramdi hann seg um at
tey blivu færri og færri. Og
tað sama var við ternunum
hóttandi yvir høvdinum og
lógvunum undir bakkunum.
Hann helt, at alt broyttist og
náttúran broyttist og hann
sjálvur eisini.
Jóannes telur ikki fleiri
tjaldursreiður og hann gong
ur ikki longur og undrast í
náttúruni, sum var hansara
ytri heimur og bara eitt
mikrokosmos í mun til tann
víða heim, sum lá aftanfyri
hansara pannu og djúpt inn
í sálini, inni í honum sjálvum,
har bæði Gud og profetarnir
og sjálvasti hin versti huser
aðu í bestu foreining. Og
soleiðis er eitt heilskapað
menniskja.
“Kreftin
kemur
innan
í frá, skal eg siga tær, tað
segði mamma altíð,” segði
Jóannes, fyrstu ferð eg hitti
hann soleiðis rættuliga upp á
tvey mans hond. Hetta vóru
tey allarfyrstu orðini, hann
segði við meg. Tað var á eini
sjúkrastovu á B6 á lands
sjúkrahúsinum
í
februar
mánað í 2002 og hvørgin var
komin av fríum vilja. Og vit
vóru ikki sjúkari enn so, at
vit kundu práta og tað gjørdu
vit. Tað var farið um midnátt
og prátið gekk framvegis og
klokkan var vorðin fýra, og
enn sprellaði tungan, sum
ein kimilig slanga, aftanfyri
hondstoypta
tanngarðin,
sum hevði hug at detta niður
viðhvørt.
Nú linkaði gamli, fall í
djúpan larmandi svøvn og
í løtum helt hann ondini so
leingi, at eg helt, at nú vóru
boð eftir honum. Og soleiðis
var ikki. Har var ongin líggi
at hóma og ongin skuggi ella
kappi og knappliga brast á
aftur sum hvøllasta eystan
brim niðri á helluni í Æðuvík,
og eg visti, at Jóannes enn
var á lívi, hansara løta var
ikki komin.
“Kreftin kemur innan í
frá og eg havi havt hana sum
barn. Mamma lærdi meg at
liva við henni og kreftin er
har og hon ger einki.” segði
Jóannes, tá ið havragreyturin
var niður um komin og hann
setti seg vælhýrdan í songina
at práta við sukurmolanum
millum varrarnar og rúkandi
kaffi á náttborðinum.
Forholdið til toftamenn
var so sum so og forstandara
skap í heilatikið hevði hann
ikki so nógv til yvirs fyri.
“Tað er alt mín slekt á Toft
um veitst tú í móðurætt og
man má vera góður við sína
slekt, man velir hana ikki
sjálvur, mann kann siga, at
tú arvar hana, segði Jóannes
og hevði ikki hug at práta
meira um toftamenn og allar
skyldmenninar har.
Hann situr og grunar og
veit ikki heilt hvønn vegin
prátið skal fara. Og nú lýsn
aði hann í andlitinum. Brosið
gerst sjónligt, eygnabrýrnar
lyftast og strekkja seg nið
arlaga á pannuni sum tveir
bogar og hárið í vangun
um dandar við. Blonku eyg-
uni dýpast og skyggja grá,
hann grunar og hann gerst
sælur og setningurin kemur
spentur og kvikliga út um
varrarnar, meðan tungan
stýrir øllum innanfyri. Og
alt hetta maskinarí fer í
gongd, uttan at Jóannes nýt
ist at stýra nøkrum. Hetta
hendir bara av sær sjálvum,
tí Jóannes hevur fingið ein
tanka og vil, at hesin tankin
skal hoyrast sum ein setning
ur í svingandi ljóðbylgjum
í luftini aftur við mínum
oyrum. Hann veit ikki hvussu
tungan og varrarnar bera seg
at við at fáa setningin sagdan,
líka so lítið sum hann veit
hvussu kemiska verksmiðjan
niðri í maganum nú umgerð
havragreytin til óteljandi
føðsluevni, sum tær óteljandi
milliardirnar av kyknum í
mannakroppinum hava tørv
á. Jóannes og vit øll onnur
duga bert sjálvi at stýra
einum brotparti av øllum tí
vit eru. Restin hendur av sær
sjálvum. Vit anda ikki, vit
sodna ikki, vit pumpa einki
blóð. Tað hedur bara uttan at
vit rætta hondina frá síðu.
Og sálin, tað vit veruliga
eru, har sjálvasti Gud býr í
hvørjum einstøkum av okk
um, tann partin kenna vit
slett ikki og halda okkum
skeivt vera nakað heilt ann
að, ein forgeingiligur kropp
ur. Jóannes hevur ongantíð
verið so livandi, sum júst
tann dagin, hann var borið
til gravar og deyðin er ikki
til og hevur ongantíð verið
tað. Hann er bara eitt skiftið
í ævinleikanum.
“Tú veitst, slektin kemur
ikki bara einastaðni frá,
sjálvt um eg var ógvuliga
góður við ommu á Toftum.
Eg havi eisini slekt úr Gøtu
og á Viðareiði og ikki minst í
Svínoy, har pápi var ættaður.
Tey kenni eg ikki so væl, tað
ger einki, vit eru í familju
allíkavæl. Og tey á Toftum,
tey hava vit altíð.
Nú er stovugongd og Jó
annes er í hørðum orðadrátti
við yvirlæknan. Hann kann
góðtaka av heilum hjarta og
uttan andstøðu, at hann hev
ur fingið gamlamanna suk
ursjúku, men sukurmolanum
aftur við kaffi vil hann ikki
sleppa. Hann vendur sær
móti mær og kveitir ilsliga
aftur um seg, meðan læknin
fer út.
“Kaffi uttan sukurmola,
hvat hugsar hann fyri sær,
hasin doktarin? Eg skal hava
tveir molar, eg drekki ikki
kaffi uttan tveir sukurmolar,
og harvið verður tað.”
“Mær hevur altíð dámt so
væl søtt, men alt við máta,
hóast vit øll snýta eitt sindur,
kanska doktarin eisini.”
Okkara vegir hittust aft
ur í Runavík nøkur ár seinni.
Har fór hann svingandi kálva
knýggjaður við knøunum eitt
sindur saman eftir vegnum
við Brotið, har hann gekk til
handils. Ein beriposi hekk
í báðum hondunum afturi
á lendunum og niðureftir.
Hann gekk hyggjandi eitt
sindur á skák upp í loft og
blídni var framvegis í eyg
unum. Eg hitti hann, koyrdi
hann til Æðuvíkar onkuntíð.
Ì summar bleiv tað til eina
samrøðu, til eina blaðgrein í
barnaheimi hansara í Æðu
vík. Vit vóru væl.
Hann skuldi ein har
monikutúr við Norrønu í
summar og har skuldi hann
hava ein drink pyntaður við
eini pappírsparaply. “Men
grúuliga lítið av sterkum
í,” legði hann aftur at. “Eg
havi ongantíð verið brenni
vínsmaður og eg vil siga ja,
mær dámdi sum ungur ein
sopa eins og hinir.” Um hann
hoyrdi harmoniku í summar
veit eg ikki, men innan í
sær sjálvum hoyrdi hann
tónleikin frá undanfarnum
ferðum við Norrønu. “Mær
hevur altíð dámt so væl har
moniku og eg vil siga musikk
og sang.”
“Kreftin kemur innan í
frá segði mamma. “ Og nú er
kreftin komin út. Fyri fáum
vikum síðani var Jóannes
Lind lagdur inn á lands
sjúkrahúsið. Fólk, sum høvdu
vitjað hann søgdu, at hann
var ikki til at kenna aftur, so
nógv eldur var hann seinastu
dagarnar. Hann var inni á
Ellis og Røktarheiminum
og vendi og fór síðan aftur
á Landssjúkrahúsið. Hann
sløknaði í vikuni 76 ára gam
al og er nú á víðari fløtum,
har meira samljóð er millum
hansara blíða sinni og veru
leikan. Og heldur ikki Jó
annes Lind livdi til fánýtis og
hann ríkaði eisini mítt lív og
tað takki eg honum fyri.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Jóannes Lind úr Æðuvík
til minnis
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr