Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvirlur meiddu viðarlundirnar Viðarlundin í Trongisvági fór ringast av ódnini herfyri, og hendan viðarlundin er framvegis stongd Randi Jacobsen Jólaódnin í 1988 fór illa við øllum viðarlundunum í land­ inum, og ódnin 24. november í ár feldi somuleiðis fleiri trø í viðarlundunum kring land­ ið. – Ódnum vildu vit fegin verið fyri uttan, men hesa ferð vóru vit hóast alt hepp­ in. Meðan jólaódnin sópaði trøini við sær, vóru tað hesa ferð hvirlur, sum gjørdu skaða í viðarlundunum, sig­ ur Tróndur Leivsson, lands­ skógar­vørður. Hann hevur síðan ódnina verið runt og skoða tær flestu viðarlundirnar. Í viðarlundunum í Leir­ vík, í Hvalvík, á Selatrað, í Kun­oy og í Grøv í Klaksvík fóru bara nøkur trø, og hann hevur frætt, at viðarlundin í Mikladali slapp væl. Men viðarlundin í Gunda­ dali, lundin við studenta­ skúlan í Hoydølum og tann á Debesartrøð fóru rættiliga illa. Men harðastu hvirlurnar vóru í Suðuroynni, har hús fingu stóran skaða, og seyð­ hús fóru í spønir. Viðarlundin við sjúkra­ hús­ið á Tvøroyri fekk ikki nevni­verdan skaða. Ringast í Trongisvági Men harðast rakta viðar- lundin var hon í Trongisvági, har yvir 100 trø brotnaðu. – Tað er stórt spell, og skað­arnir hava við sær, at ikki ber til at hava nakað hald í viðar­lundini upp undir jól, sum vanligt hevur verið, sigur Tróndur Leivsson. Torført er at sleppa fram­ at at rudda brotnaðu trø­ini burtur, og tí er henda viðar­ lundin sum tann einasta í landinum framvegis stongd. – Tað rætta hevðði verið at gagnnýtt viðin í brotnaðu trøunum til okkurt serligt høvi, men eg veit ikki um nakra slíka verkætlan í Suður­oynni nú. Tað krevur eisini eina eyka játtan bæði til arbeiðsorku og tól, sigur Tróndur Leivsson. Viðarlundirnar í Gunda­ dali í Havn og tann við stu­ denta­skúlan í Hoydølum fóru so illa, at beint eftir ódn­ina varð mælt frá at fara inn í tær. Viðarlundin í Gundadali varð ruddað soleiðis at Lions Club fekk havt sítt hald seinasta vikuskifti, og nú ber til at fara í báðar viðar­ lundirnar. – Men fólk mugu halda seg á gøtunum, tí tað eru framvegis trø, sum kunnu koppa, sigur Tróndur Leivs­ son. Hann sigur, at flestu brotn­aðu trøini eru gomul. – Tey gomlu trøini standa ikki so fast í rótini, og øll eru ikki líka væl egnað til okkara veðurlag. Trøini, sum vit hava antað seinastu 20-30 árini eru nógv betur egnað til okkara veðurlag, sigur Tróndur Leivsson. ­ ALS- kassin heldur Randi Jacobsen Tá ið Fiskavirking fór av knóranum fyri einum ári síðan, reyk arbeiðsloysið upp um 2100. Talið lækkaði síð­an støðugt til au­ gust í ár, men teir seinastu mán­að­ irnar er tað vaksið aftur. Í hinari vikuni vóru yvir 1700 fólk, sum fingu útgjald frá ALS. Nú er talið lækkað eitt sindur aftur. Hetta fær tó ikki Ernst Jacobsen, stjóra í ALS til at rópa varskó. ALS er væl fyri og tolir í tvey trý ár at hava hall. Fylgja væl við – Men vit mugu ansa væl eftir, at kassin ikki tømist, og stýrið fyri ALS fylgir alla tíðina væl við, hvussu er við inntøkum og útreiðslum, sigur Ernst Jacobsen. Beint nú eru ong­ar ætlanir um at hækka inngjaldið, sum gerast kann við kunngerð. Talið av arbeiðs­ leysum fólkum hækk­aði nakað, tá ið makrel­fiski­skap­ur­- i­n steðgaði. Tá komu 20-25 fólk aftrat inn í skip­an­ina. Annars er líkt til, at vit hava árstríðar­ arbeiðsleys, og tað kann vera orsøkin til, at arbeiðs­loys­ ið er hækkað sein­ astu mán­að­ir­nar, sigur Ernst Ja­cob­ sen, sum har serliga hugsar um hand­ verk­ararnar, sum hava minni at gera um veturin. Hallið hjá ALS fer í ár at liggja mill­ um 160 og 180 mió. krónur. Annars er ALS dagført við um­sókn­ um. Tað vil siga, at tá ið ein umsókn kemur inn, verður hon avgreidd sama dag. ódn Í viðarlundini í Kunoy brotnaðu bara nøkur fá trø. Verri var í Trongisvági 11. dec. kl. 15.00 verður før­ oysk jólagudstænasta i Jo­ hanneskirken í Randers. Tað verður Jón Poulsen valg­meinigheitsprestur í Gjern, ið kemur at hava guds­tænastuna. Aftaná gudstænasuna verður jólahugni. Eisini verð­ur møguleiki at senda jóla­heilsanir heim til vinir og kenningar í Føroyum. Umleið kl. 18.00 verður nátturi við føroyskum við­ skerða. Tiltakið er ókeypis, øll eru vælkomin. Stað: Johanneskirken Vorup Boulevard 29 - 8940 Randers SV Kontaktpersónur: Hanus Poulsen hanus. poulsen@indremission.dk tlf. 60145881 Jólagudstænasta í Randers