Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú er ein stór forðing beind av vegnum í sambandi við ætlan­ina at byggja nýggja kirk­ju á Argjum á einum styk­ki beint við Sandá. Tað hendir nú Inn­lendis­ mála­ráðið hevur góðkent eina umsókn frá Tórshavnar Bý­ráði um at broyta byggi­ sam­tyktina fyri økið so at tað er loyvt at byggja kirkju á staðnum. Ætlanin er at byggja kirkju, kirkjutorg og park­ erk­ingspláss, men Inn­ lendis­málaráðið ásetir, at bygg­ingin skal vera minst 20 metrar frá Sandá og til og frákoyring skal vera eftir Støðla­gøtu. Kirkjuráðið á Argjum hevur fingið ein grundstykki upp á 4000 fermetrar ímill­ um Støðlagøtu og Sandá til keyps frá Tórshavnar kom­ mu­nu til at byggja nýgg­ja kirkju á. Men í byggisamtyktini er hetta stykkið sett av til al­ menn­ingin, til náttúru­frið­ing og til mentanarlig endamál. Sostatt er neyðugt, at broy­ta byggi­sam­tykt­ina, fyri at tað yvir­høvur skal verða loyvt at byggja kirk­ju á stykkinum. Men tað varð lættari sagt enn gjørt, tí tá ið býráðið sam­tykti broytingina, var tað við teprast hugsandi meir­ i­luta við tað, at sjey bý­ráðs­ limir vóru fyri og seks ímóti, so har leyp ongin atkvøða av. Men málið mátti eisini til viðgerðar í frið­ing­ar­nevnd­ ini, áðrenn tað at enda skuldi góð­kennast í Inn­lendis­mála­ ráð­num. Tað er ongin loyna, at á Argj­um er ein ávís mótstøða ímóti ætlanini og tilsamans hava útvið 250 fólk skrivað undir eitt mótmæli ímóti, at kirkj­an verður bygd á um­ talaða stykki, tí talan er um eitt sermerkt øki Málið hevur eisin verið til viðgerðar hjá frið­ing­ar­ myndug­leikunum tvær ferð­ ir, men teir komu báðu ferðir­ nar til ta niðurstøðu, at økið er ikki so sermerkt, at tað skal friðast av náttúruávum. Seinast, yvi­r­frið­ing­ar­ nevnd­in tók støðu til málið, var í september í ár. Fingu loyvi Málið varð eisini viðgjørt í býarskipanarnevndini í Inn­ lendis­málaráðnum og har hendi tað at nevndin fór í tvín­ing­ar. Ein minniluti upp á tveir av teimum fimm nevnd­ar­ limunum, staðfesti, at tað er Tórs­havnar Kommuna, sum er byggimyndugleiki og tá ið friðingar­myndug­leik­ar­ nir ikki friðaðu økið, mælti minni­lutin inn­lendis­mála­ ráð­num til at góðkenna, at byggisamtyktin verður broytt. Hinvegin mæti meirilutin í býarskipanarnevndini inn­ lendismálaráðnum frá at góð­kenna broytingina, tí talan var um eitt serstakt øki. Men Innlendismálaráðið hev­ur nú gjørt av at taka undir við minnilutanum í nevnd­ini og hevur sostatt góð­kent broytingina. Sostatt er nú slóðað fyri, at kirkja kann byggjast á um­rødda stykki á Argjum ímill­um Støðlagøtu og Sandá Argj­um. Men hetta merkir ikki í sær sjálvum at kirkjan kann byggj­ast, tí fyrst skal býráðið geva henni byggiloyvi. Og umsóknin til byggi­ loyvi fæst ikki, fyrrenn ein ná­greinilig tekning fyriliggur sum vísir, hvussu nýggja kirkjan fer at taka seg út í lendi­num. Og hetta verður ikki ein­ asta forðingin, sum er eftir. Lógin nevniliga eisini, at er talan um eina á, sum er minst fýra metrar breið, má ikki byggjast nærri 300 metr­ ar, uttan at frið­ing­ar­myndug­ leikar­nar hava góðtikið tað. Og tann spurningin hava frið­ingar­myndugleikarnir ikki tikið støðu til. Tískil er greitt, at tá ið kirkju­ráðið á Argjum fer at søkja um byggiloyvi, skal tað aftur leggjast fyri frið­ ing­a­r­myndugleikarnar av tí, at kirkjan er nærri enn 300 metrar úr Sandá. - Nýggja kirkjan á Argjum skal verða ein perla. Tað staðfestir Bjartur Ó. Dalsgarð, sum er for­ mað­ur í kirkjuráðnum á Argj­um. Hann fegnast um, at tað loksins er komið so langt sum til tað, at byggi­ sam­tyktin er broytt, so at tað nú er loyvt at byggja kirkju á stykkinum ímill­ um Støðlagøtu og Sandá. - Vit hava bíðað eftir hes­um í fýra ár, so vit eru feg­in um úrslitið, sigur hann. Hann sigur, at tá ið øll form­lig viðurskifti eru fing­in í rættlag, er ætlanin at bjóða arkitektum at kapp­ast um at tekna nýgg­ju kirkjuna. Ætlanin er, at arki­ tekt­ar­nir skulu hava rætti­liga fríar hendur, men kirkjuráðið ætlar, at nýggja kirkjan skal hava flag­tekju fyri at vera í sam­svari við tíðar­and­an í sam­bandi við um­hvørvis­ krøv. Tað er eisini ætlanin, at ein partur av kirkjuni skal vera úr gróti fyri at heiðra niður­setur­menn­ in­ar á Argjum, sum vóru til­tikn­ir hegnismenn og grót­lað­ar­ar. Tað er eisini ætlanin, at kirkjan skal kunna brúk­ ast til tónleik og tí verður tað eisini eitt krav, at ljóðviðurskiftini í henni vera fyrstafloks, hevur Bjart­ur Ó Dalsgarð áður sagt fyri Sosialinum. Hann sigur, at ætlanin er ikki at skemma náttúr­ u­na við Sandá. - Tvørtur ímóti er ætlan­in at leggja ein perlu aftur­at. Hann staðfestir, at nógv fólk hava mótmælt æt­la­n­ini. Men hann sigur, at hann fer at leggja stóran dent á at lekja tey sár, ið summi kanska hava fing­ið, tí hann hevur ikki áhug­að í at byggja eina kirkju, ið summi fara at ill­neit­ast inn á. - Tí fara vit at rætta hond­ina fram gera, hvat vit kunnu fyri at fáa gott samskifti við tey, sum hava mótmælt, um, hvussu kirkjan skal síggja út. - Vit fara at gera, tað, vir kunnu fyri at gera eina kirkju, sum órógvar lands­slagið sum minst, sigur Bjartur Ó. Dalsgarð. Steen Juul Petersen, sum er ein av teimum, sum hevur mótmælt, at kirkjan verð­ur bygt við Sandá, sum ætlað, viðgongur, at vónirnar fyri at forða fyri byggingini, fara nú at fjarða. Men enn eru ikki all­ ar vónir sleptar, tí sum sagt í aðrari grein her á síðunum, skal spurn­ ing­urin fyri frið­ing­ar­ myndug­leik­arnar eina­ ferð afturat. Og tá vónar hann, at myndug­leikarnir siga nei. Kortini ásannar hann, at hann er ikki serliga bjart­skygdur. Hann sigur, at tað er ser­liga støddin á bygg­ing­ ini, sum hann er ímóti, tí æt­lanin er at leggja eitt øk­ið upp á næstan 4000 fer­metr­ar undir asfalt og betong. - Hevði talan verið um at sett eina kirkju á økið, uttan at lagt eitt stórt øki und­ir eitt kirkjutorg og park­er­ingspláss, hevði støðan verið ein onnur, legg­ur hann afturat. Hava enn eina vón Ein perla á Argjum Tí fara vit at rætta hondina fram Sleppa nú at byggja nýggja kirkju á Argjum Innlendis­mála­ráðið hevur nú gjørt av at taka undir við minnilutanum Sleppa nú at byggja nýggja kirkju á Argjum NÝGGJ KIRKJA Nú hevur innlendismálaráðið góðkent umsóknina um at broyta byggisamtyktina so at tað ber til at byggja nýggja kirkju við Sandá Nýggj Kirkja Nú er fyrsta stóra forðingin fyri at byggja nýggja kirkju á Argjum, fingin av vegnum. Myndin vísir, hvar ætlanin er at seta nýggju kirkjuna og tað er á avmerkta stykkinum ímillum Støðlagøtu, vinstrumegin og Sandá, høgrumegin