mikudagur 7. desember 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lat tey bara
kalla meg øran
Konan og døturnar stuðla meg fult og heilt, sigur Livar Nysted, sum í
summar setir seg aftur við árarnar og fer at rógva frá Avstralia og Afrika
Livar Nysted
Randi Jacobsen
Hvannasundsmaðurin
Livar
Nysted fer í januar av álvara und
ir at venja við maskinum, tí tað
ræður um at vera sera væl fyri,
tá ið hann í juni fer sín næsta túr
sum havrógvari.
Hann er væl fyri, spælir eitt
sindur bólt, og hann er hvønn dag
á fjøllunum, tá ið viðrar, tí hann
arbeiðir hjá Kanjon, sum leggur
rør fyri SEV norðan fyri Strond.
– Vit eru seks menn, sum fara
at rógva úr Avstralia, tvørtur um
Indiska havið og heilt yvir til
Afrika. Tað hevur eingin roynt
áður. Teinurin er umleið 7000
km, og tað fer at taka minst tveir
mánaðir at rógva, sigur Livar
Nysted.
Hann hevur tvær ferðir áður
roynt seg sum havrógvari yvir
um Atlantshavið. Fyrstu ferð var
í 2009, men tann ferðin miseydn
aðist.
Ta ferðina var ein breti við, og
hesin maðurin bað Livar Nysted
um at koma við at rógva yvir um
Indiska havið komandi ár.
Hann er skipari á bátinum,
sum teir fara at rógva við næsta
summar. Teir verða seks menn,
ein australi, ein íri, tveir bretar,
ein íslendingur og so hvanna
sundsmaðurin Livar Nysted.
Í juni
Enn er ikki lagt fast, hvaðani úr
Australia teir fara at rógva, men
avtalað er, at teir leggja frá landi
frá vestursíðuni á Australia 1.
juni.
At rógva yvir um Indiska havið
verður roknað at fara úr Avstralia
og vestur um allar oyggjarnar í
havinum, men teirra ætlan er at
rógva heilt yvir til Afrika.
Hetta hevur eingin áður roynt,
sigur Livar Nysted.
Tað kann vera vánaligt veður
í Indiska havinum, men har er
ongantíð so kalt sum í Atlants
havinum. Um summarið hjá okk
um er vetur har á leiðini, men
hitin tá er kortini millum 15 og 20
stig, kaldari um náttina.
Familjan stuðlar
Livar Nysted er giftur við Sannu,
og tey eiga fýra døtur.
Eingin av teimum fimm kvinn
unum í heiminum roynir at fáa
hann at setast aftur. Allar eru líka
spentar.
– Eg haldi, at tað býr ein lítil
avintýrari í konuni, sjálvt um hon
ikki hevði funnið upp á slíkt.
Livar Nysted sigur, at tók
familjan ikki undir við, at hann
fer avstað, hevði tað ikki borið
til. Hann kundi ikki livað við, at
konan og børnini sótu bangin
heima.
Tá ið jólini og nýggjárið eru
farin afturum, fer hann av álvara
undir at fyrireika seg kropsliga
til túrin. Venjing merkir, at hann
fer at rógva við maskinum tveir
tímar hvønn dag.
Tað hevur nógv at siga at vera
væl fyri kropsliga, men tað hevur
ongan týdning at viga eitt sindur
ov nógv.
So kemur tað sálarliga, sum
ikki ber til at venja. Tað er neyðugt
at hava sálarligu styrkina í sær.
Óræddur
Hinar túrarnar kláraði Livar
Nysted seg væl sálarliga, sjálvt um
hann viðgongur, at man verður
spakuliga sálarliga niðurbrotin á
slíkum ferðum.
– Eg minnist á fyrstu ferðini
gekk væl teir fyrstu 10 dagarnar,
men tá vit rendu okkum í
trupulleikar, stóð ikki so væl
sálarliga hjá øllum. Á ferðini í
fjør upplivdi eg at fara fyri borð,
men tað gjørdi meg ikki bangnan
fyri at royna aftur, sigur Livar
Højsted.
Hann veit, hvussu væl báturin
er útgjørdur við satelitt-telefon
um, bjargingarbátum og øllum.
Hetta er ikki minst neyðugt
á komandi ferðini, tí lítil skipa
ferðsla er á leiðini. Tað kunnu
ganga vikur ímillum, at nakað
skip er at síggja.
Kostnaðarmikið
Tað kostar ikki einki at gera eina
slíka ferð.
– Eg skal gjalda 18.000 pund,
einar 200.000 krónur bara fyri at
sleppa við. Haraftrat kemur ferð
ing og mist arbeiðsinntøka. Hetta
fer at kosta mær minst 300.000
krónur, sigur Livar Nysted, sum
nú fer at leita eftir stuðlum.
Hann sigur, at tá hann til ferð
ina í fjør royndi at fáa stuðlar,
flentu fleiri at honum, men av tí
at ferðin í fjør eydnaðist so væl,
verður óivað lættari at fáa stuðlar
nú.
Livar Nysted skilir væl, at mað
urin, sum eigur bátin, má taka
pening fyri at lata menn koma
umborð. Báturin er kostnaðar
mikil, og einki treyggingarfelag vil
tryggja ein slíkan bár,m tí vandin
er stórur.
Herfyri varð Livar Nysted boð
in niður til Onglands, tí ferðin
hjá honum og feløgum hansara
við Artemis í gjør tvørtur um
Atlantshavið, kom í Guinnes met
bókina. Men Livar Nysted fór ikki
avstað.
– Eg tímdi ikki at brúka pening
uppá ein døgurða í Onglandi.
Livar Nysted gleðir seg til
ferðina, og hvørki hann ella
familjan leggja nakað í, at fólk
halda hann vera øran. Tað hava
tey vant seg við at hoyra.
– Eg sigi bara tað, at tey sum
altíð bara arbeiða frá kl. 8 til 16 og
annars liggja á sofuni eru nógv
meira ør. Tað ræður um at liva
lívið, meðan tað ber til, sigur Livar
Nysted.
í meldrinum
Á ferðini í fjør upplivdi eg at fara fyri borð, men tað
gjørdi meg ikki bangnan fyri at royna aftur