Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú er ætlanin at fáa endaliga bil­bukt við teknisku trup­ul­ leik­anum á strand­ faraskipinum, Teis­t­a­ num.
 Í hesum sam­bandi hev­ur Johan Dahl bið­ ið løgtingið um heimild til at brúka í mesta lagi 17,5 milliónir til at skifta tekniska út­gerð fyri at sleppa und­an afturvendandi trup­ul­ leikunum, sum leggja skipið í tíð og úr­ tíð.
Trupulleikin, Teist­ in hevur at drag­ast við, er, at ork­u­fram­leiðsl­an hjá gen­e­rat­or­unum, sum er trý gen­er­a­t­o­r­ sett, er væl lægri enn orku­tørvurin. – Sum elveitingin er sett upp, er bóg­ skrú­v­an raðfest fremri enn framdriftin. Av­ leið­ing­arnar eru, at hev­ur Teistin trupul­ leik­ar við einum gen­ er­a­torsetti, tekur bog­skrúv­an so nógva orku, at lítið er eftir til fram­drift. 
Umframt hetta er tað sera dýrt at halda skipanina, tí e­yka­lut­ir ikki eru tøk longur, tí framleiðslan er steðgað.
 Somuleiðis hevur Klass­in boðað frá, at krav verður sett um, at Teistin ska al­tíð hava so mikið av tøkari orku, at øll gen­er­a­tor­s­ettini mugu vera í brúki, annars slepp­ur hann ikki at sigla. 
Fyri at loysa trup­ul­leikan, er sera átro­k­andi, at tey trý gen­e­ra­t­or­settini verða skift og
upp­ stigað fyri at fáa javn­ vág millum framleidda orku og orkutørv, um­ framt at krøvini frá klassanum verða ging­ in á møti, hóast bert tvey generatorsett eru í nýtslu. 
 Tað merkir, at er brek á einum gen­e­rat­ or­setti, kann hetta um­ vælast undir sigling. Barbaru Gaard og Gunnvá Enni Praktikantar Í 1992-93 stovnaði Leif Berg fyr­itøk­una Berg­hest­ar. Tað byrj­aði á Markn­a­gils­ veg­n­um, har tey høvdu tvær bingj­ur til fimm ross. Men í 2001 fluttu tey nið­an á Oyggj­ar­vegin, har tey fingu ta fyrstu ríðihøllina í Før­ oy­um. Nú hava tey 24 ross. Tað eru Jacklin Durhuus og Leif Berg, ið reka fjósið. Tey brúka nógva tíð til hetta, tí tað er neyðugt at røkja rossini rætt. Tey brúka bara íslendsk ross, tí tey hava ymisk gonguløg, og eru løtt at fáast við. Ross­ini vera brúkt til hand­ i­kapp­ríðing, ríðiskúla, ríð­i­ túr­ar og ríðilegur. Hesar ríð­ u­leg­ur­nar eru rættiliga væl um­tókt­ar. Tey byrja longu at lýsa við legunum í februar, og børn­ini sum søkja, fáa aftur svar í mai mánaði. – Av tí at tað eru nógv, ið melda seg til legurnar, má ein melda seg til leguna í góðari tíð fyri at fáa pláss, siga tey. Handikappríðing hevur nógv at siga fyri børn, ið bera brek. Uppi hjá Berg­hest­um eru eini 40 børn til hand­ i­kapp­ríð­ing. Hetta dáma teim­um væl. Tað er ikki alt, ið fólk við breki sleppa at royna her í lívinum, tí at tað er ikki alt, tey megna at gera. At stýra einum stórum djóri er rættiliga spennandi. Fólk­ ini og børnini við breki eru so glað fyri at sleppa at ríða. Sclerosa er ein sjúka, ið lamm­ ar kroppin, og rossini kunnu hjálpa teimum. Tá rossini ganga flytur kroppurin seg, og hetta er gott fyri muskl­ ar­nar í búkinum, og teir vera sterkari. Ganga til ríðing kanst tú eisini uppi hjá Berghestum, tað eru umleið 50 børn, ið ganga til ríðing hvørja viku. Hetta dáma teimum væl. Tey flestu, ið fáast við ross, vita eisini, at tey eru ikki so bílig. Uppi hjá Berghestum keypa tey ross ið kosta mill­ um 20 og 30.000 krónur. 24 ross hjá Berghestum Faroe Petroleum: Liðug við boring í Noreg Teistin um­væl­ ast fyri 17,5 mió kr Heilsutrygdargjaldið heldur fram hestar Jacklin Durhuus og Leif Berg reka ríði­høll­ina við Oyggj­ar­veg­ in í Havn oljuvinna Faroe Petroleum boðar frá, at felagið nú er liðugt at bora ein síðusporsbrunn á Butch fundinum í norska partinum av Norðsjónum. Faroe eigur 15% av loyvinum Boðað var frá 18. oktobur, at komið varð fram á eina 50 metra oljuberandi flá, og at ein síðusporsbrunnur skuldi bor­ast fyri at staðfesta um størri nøgdir av olju vóru longri niðri í brunninum. Hesin síðusporsbrunnur kom niður á vatn, og av tekn­ iskum orsøkum varð síð­ani ein annar síðu­spors­brunn­ ur boraður fyri at stað­festa, hvar olja og vatn møt­ast. Hesin brunnur er nú bor­ aður, og hann eydnaðist væl. Fyribils útrokningarnar hjá fyristøðufelaginum Cen­tri­ c­a vísa, at tað eru umleið 30 til 60 mió tunnur av olju í jarð­goymsl­uni. Avgerð er tikin um at bora ein síð­usporsbrunn aft­ ur­at fyri at kanna, um meiri olja er í einum øðr­um leit­i­ miðið, ið liggur sunnanfyri Butch fundið. Byrjað verður at bora hendan brunnin í kom­andi døgum. Butch fundið liggur á 66 metra havdýpi í norska partinum av Norð­sjónum, nær við týð­andi undir­støðu­ kervi, 7 km eyst­an fyri stóru Ula fram­leiðsl­u­eindina, 10 km í ein land­nyðring úr Tamb­ar fram­leiðslueindini og 20 km norðan fyri Gyda fram­leiðsl­u­eindina. Oljufeløgini á loyvinum eru Far­oe Petroleum 15%, Centrica 40% og fyr­i­støð­ u­felag, Suncor ASA 30% og Spring Energy Norway AS 15%. Samstundis borar Far­oe Petroleum á T-Rex brunn­ inum, og dagføringar verða givn­ar um Butch síðuspors- brunn­in og T-Rex boringina, tá hesar eru tøkar. Felagið ger eisini klárt til eina sera virknað 2012 leit­ i­verk­ætl­an, sum fevn­ir um North Uist á At­lants­móti­ num, Kalvklumpen, Clap­ ton, Coo­p­er og Santana í Nor­egi. Fullfíggjað tíðindaskriv á ensk­um sæst á heimasíðu okk­ara www.fp.fo Verandi skipan við heils­u­trygd­ar­ gjaldi verður eisini galdandi fyri 2012. Tað er greitt, nú fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­ið fyri 2012 varð almann­a­kunn­ gjørt seinnapartin. Karst­en Hansen, landsstýrismaður í heils­u­málum, heldur ikki, at verandi skipan er nøkur haldbar loysn. – Eingin onnur skipan var fyri­ reik­að at koma ístaðin fyri verandi heilsu­trygd­ar­gjald, og tí gjørd­ ist skot­bráið ov stutt at gera eina nýggja skipan fyri komandi ár. Tað skal kort­ini ikki vera nakað dulsmál, at eg haldi, at Heilsutrygdargjaldið ikki er ein sosialt rættvís skatta­ skipan. Eg fari tískil at arbeiða fyri at broyta núverandi heilsu­trygd­ar­ gjald, so tað verður rættvísari, sigur Karst­en Hansen, landsstýrismaður í heils­u­málum. Síð­an heilsutrygdarlógin fór at virka, hevur heilsutrygdargjaldið ikki ver­ið prístalsregulerað. Hesi ár­ini eru útreiðslurnar til almenna lækn­a­hjálp og heilivág hækkaðar, og tí er neyðugt at hækka gjaldið. Hetta merkir, at mánaðargjaldið hækk­ar við 20 krónum úr 245 kr. til 265 kr. Harumframt verður markið fyri eg­in­gjaldi dagført soleiðis, at tað hækk­ar við 100 kr. Egingjaldsárið fyri børn og ung hækkar úr 1.195 kr. til 1.295 kr. fyri eitt tilskotsár og úr 1.600 kr. til 1.700 kr. fyri tey, ið eru millum 18 ár og 67 ár. Samstundis verða tilskotsprosentini regulerað frá at verða 50%, 75% og 85%, til at verða 40%, 60% og 75%. Heilsutrygdarlógin kom í staðin fyri gomlu sjúkrakassalógina, sum fór úr gildi samstundis, sum nýggja heilsu­trygd­ar­lógin kom í gildi 1. januar 2010. Jacklin Durhuus saman við hunum og rossum í ríðihøllini Mynd: Álvur Haraldsen