Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Bæði upp undir og eftir fólka­tings­valið hevur Jørgen Niclasen, formaður Fólka­ floksins fleiri ferðir sagt, at fólk mugu til at arbeiða meira. Hann hevur sagt, at fólk arbeiða ikki meira, tí tað loys­ir seg ikki. Hetta er í hvussu er ikki galdandi fyri heilsuhjálparar, heima­hjálparar og heilsu­ røktarar. - Ein stórur trupulleiki hjá okkara limum er, at tær fáa ikki meira enn 25 ella 30 tím­ar, og tað er ov lítið at liva fyri, sigur Ása Holm, for­ kvin­na í Heils­u­hjálp­arafelag Føroya. Hon sigur, at felagið í sínari tið góðtók lága brøkin, tí tað var nógv yvirtíð. Onkra­staðni gongur hetta. - Men tað vísir seg, at nógvastaðni verður tíma­lønt fólk tikið inn, og tey tíma­ løntu fáa oftast tær longru vaktir­nar. Eingin av limum okkara kann liva fyri lønina, tær fáa fyri at arbeiða 25 ella 30 tímar um vikuna, sigur Ása Holm. Arbeiða eyka Hon sigur, at fleiri av limun­ um noyðast at fáa sær eyka ar­beiði, eitt nú við at vaska. Fleiri av kvinnunum eru einsa­mallar mammur, og tað hong­ur fíggjarliga als ikki sam­an hjá teimum. Ása Holm setir sína vón til nýggja samanlagda stovn­ in við nýggjum stjóra, at tað fer at bera til at fáa eina brúk­liga avtalu. - Limirnir eru kvinnur, sum ímóti sínum vilja arbeiða niðursetta tíð. Hatta høvdu menn ongantíð góð­ tikið. Ása Holm ræðist fyri fram­tíðini hjá almanna­verki­ num. - Nærverkið hevur tosað um dygd, men tað ber ikki til at tosa um dygd upp á henda mátan. Sjálvandi eru nakrar kvinn­ur, sum hava hug at arbeiða niðursetta tíð, og tað skulu tær hava loyvi til. Men vit mugu minnast til, at kvinnur, sum fáa sær útbúgv­ing, gera tað, tí tær vilja arbeiða og kunna liva av tíð. Ikki til at liva av Ása Holm hevur ikki var­ hugan av, at limir hennara eru fluttir av landinum vegna vánaligari kor, men summ­ar eru farnar víðari at læra til heilsurøktara. Tað er ein sannroynd, at fleiri heilsuhjálparar eru komnar upp i árini og um ikki so nógv ár koma í bólkin, sum hevur brúk fyri hjálp. Tað fer at enda galið, tí stórt trot verur á heilsu­ hjálpar­um í framtíðini, tá i hesi størv ikki eru til at liva av, væntar Ása Holm. Eisini í Almanna- og Heilsu­røktar­a­felagnum fin­ gu tær ilt av orðunum hjá fíggjar­mála­ráð­num um, at tað skal loysa seg at arbeiða meira. - Okkara starvsbólkur slepp­ur ikki at arbeiða meira. Og tann, sum arbeiðir meira, fær boð um at avspáka. Tað gevur ongar eyka krón­ur, sigur Majbritt Mohr, for­kvin­ na í felagnum. Meginparturin av limun­ um í Almanna- og Heilsu­ røktara­felagnum arbeiðir niður­setta løn. Tær fáa ikki yvir­tíð, fyrr enn tær hava arbeitt 40 tímar eina viku, og alt út yvir tað skal avspákast. - Nakrar vilja ikki arbeiða fulla tíð, tí arbeiðið er so tungt og hevur skiftivaktir, men hinar sleppa ikki at arbeiða meira, sigur Majbritt Mohr. Ójavnt býtt Hon kundi hugsað sær at fing­ið at vita, hvør meining er í at fáa fólk at arbeiða meira, tá ið vit hava næstan 1700 arbeiðsleys fólk. Majbritt Mohr hevur eisini eina viðmerking til frá­ boðaða skattalættan. - Vit vita øll, at skatturin er ov høgur, men samgongan eig­ur at finna ein annan máta enn flatskattin at geva skattalætta. Tey, sum hava lægst inntøku, hava í dag ikki eitt virðiligt lív og kun­ nu einki loyva sær. Tey fáa ongan lætta. Tey við miðal­ inn­tøku kunnu kanska loyva sær ein túr í býin um mán­aðin ella av landinum onkun­tíð. Men tey sum fáa størsta skattalættan, hava frammanundan ráð til alt. Eingin sigur, at skatta­ lætt­in hjá teimum fer út í samfelagið. Tey kunnu tað sama brúka peningin til at gera íløgur við ella til upp­ sparing, sigur Majbritt Mohr. Sleppa ikki at arbeiða meira Heimahjálparar og heilsuhjálparar fáa ikki nog nógvar arbeiðstímar, at tær kunnu liva av sínum arbeiði Snorri Brend Hetta er endamálið við bólk­ um, ið Blái Krossur Føroya fer at skipa fyri og bjóða børn­um og ungum, ið kenna til hendan trupulleikan, at verða partur av. Ætlanin er at skapa eitt trygt umhvørvi, har arbeitt verður við av­bjóð­ ing­unum, ið hesi børn møta. Tiltakið er ein liður í verk­ ætlan­ini "Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Før­oya. Endamálið er at gera tað meira sjónligt og opið at tosa um tað at vaksa upp í ein­um heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri trivnanin í familjuni. Hjá teimum flestu er hetta eitt tabu, men Blái Krossur vil vísa á, at trupulleikin er veru­ligur í Føroyum eins og hann er í øðrum londum, og at mong eru tey, ið stríðast við hann. - Lærarar, heilsufrøðingar og onnur fakfólk kenna eisini til hendan trupulleikan og siga seg mangan standa í tvístøðu tá tey hava við børn í slíkari støðu at gera, sig­ur Jón­gerð Nielsen, fyri­byrg­ ingar­ráðgevi hjá Bláa Krossi Føroya. - Tey vita ikki hvat tey skulu gera ella hvønn tey skulu venda sær til. Blíva hoyrd Í Danmark og øðrum londum verð­ur størri dentur lagdur á at hjálpa børnunum hjá teim­um, ið stríðast við rús­ drekka trupulleikar, tí tað vísir seg fyri fleiri at tað fær álvar­sam­ar avleiðingar fyri tey seinni í lívinum. Teirra sosialu førleikar verða settir uppá spæl og tey kunnu enda í rúsdrekka misnýtslu ella øðr­um trupulleikum sjálvi. Blái Krossur Føroya vil tí skapa eitt stað, har børnini blíva hoyrd, har tey kunnu siga tað, tey vilja, og har tey kunnu verða tey, ið tey eru – í trygg­um umstøðum. At byrja við verður skip­ að fyri trimum døgum í Tórshavn og trimum í Eystur­oynni, ið eru ætlaðir sum kunning og stovnan av bólk­um. Ætlanin er at skipa bólkar til børn og ung í aldrinum 7-18 ár. Børn, foreldur og onnur áhug­aði, ið hava avvarandi ávirk­aði av rúsdrekka, eru bjóð­aði við til hesar dagar, ið verða frá tíðliga í desember fram til byrjanina av februar mán­að. Tiltøkini eru púra ó­formel og tilmelding er ikki neyðug. Fólk kunnu koma til kaffi­ munn, tosa við fyri­byrg­ ingar­ráð­gevan ella við onnur, ið møta upp, seta spurningar ella bara lurta. Blái Krossur heitir á fólk, ið hava tørv á hesum til­boð­num ella kenna onn­ ur, ið hava, um at seta seg í samband við fyri­byrg­ing­ar­ ráð­gevan hjá Bláa Krossi. snorri@sosialurin.fo Eitt trygt umhvørvi fyri børnini Børn og ung, ið vaksa upp har rúsdrekka er til ampa fyri trivnaðin heima, skulu nú verða hoyrd og fáa hjálp Tvey støð – tríggir dagar Bláikrossur fer at skipa fyri mannarættindarúmum á tveimum støðum. Á Kongabrúnni í Tórshavn: • Hósdagin 8. desember 2011 – kl. 15-17 • Mánadagin 2. januar 2012 – kl. 16-18 • Mánadagin 30. januar 2012 – kl. 16-18 Í hølunum hjá heilsufrøðingum, Vaktarhúsvegur 3, í Gøtugjógv: • Mánadagin 12. desember 2011 – kl. 17-19 • Mikudagin 4. januar 2012 – kl. 16-18 • Hósdag 2. februar 2012 – kl. 16-18 Flestu heimahjálparar arbeiða niðursetta tíð, og so fegin tær vilja, sleppa tær ikki at arbeiða meira