mikudagur 7. desember 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Upprunaliga skuldi Hægsti
rættur viðgera málið í oktob
er, men tað mátti útsetast ta
ferðina, tí at verjin hjá Robin
Hood legðist sjúkur. Nú er
rættardagurin
ásettur
til
tann 18. januar.
Maðurin aftan fyri navn
ið Robin Hood eitur í veru
leikanum Angut Kleist og er
úr Nanortalik. Hann fekk av
misgáum 1,3 millión krónur
inn á sína bankakontu frá
einum banka í Danmark,
og tá hann fekk at vita
frá sínum banka, at hetta
vóru hansara pengar, helt
Angut, at hetta mundi vera
ein lotto-vinningur. Hann
keypti sínum næstringum
gávur og gav fátækrafólki
og heimleysum nøkur oyru
burturav.
Tað
vísti
seg
seinni,
at Angut Kleist átti ikki
pengarnar, og hann bleiv
ákærdur fyri at hava brúkt
pengar, sum hann ikki átti.
Í undirrættinum bleiv hann
fríkendur, men í Landsrætt
inum bleiv Angut dømdur
at gera samfelagstænastu í
100 dagar, umframt at hann
fekk viðgerðardóm. Hendan
dómin skal Hægstirættur
taka støðu til.
Grønlendski Robin Hood
í Hægstarætt í januar
Hálvan januar skal Hægstirættur í Keypmannahavn
viðgera málið ímóti tí grønlendska Robin Hood
Ein triðingur av teimum
donsku kvinnunum, sum eru
undir teirri sokallaðu kon
tanthjálparskipanini,
vilja
heldur liva av teirri almennu
veitingini enn at fara til ar
beiðis. Tær hava ikki trupul
leikar av sinnistyngd, ringum
ryggi ella øðrum, sum forðar
teimum at arbeiða. Tær vilja
stutt sagt ikki hava nakað
arbeiði.
Tað er niðurstøðan, sum
danska arbeiðsgevarafelagið
er komið til eftir at hava
spurt meiri enn 15.000 fólk.
33,9 prosent av kvinnunum
siga, at tær vilja ikki arbeiða.
Hjá monnunum eru tað
5,8 prosent, sum hava tað
svarið. Arbeiðsgevarafelagið
sigur tó, at ein ávís óvissa er
í tølunum.
Helvtin av teimum spurdu
kvinnunum siga, at tær hava
ikki søkt nakað arbeiði tann
seinasta mánaðin, og tær ætla
sær heldur ikki til arbeiðis
innan fjúrtan dagar. Tað
merkir, at tær eru ikki tøkar
á arbeiðsmarknaðinum. Hjá
monnunum er sjeyndi hvør
ikki tøkur.
Í arbeiðsgevarafelagnum
lesa tey kanningarúrslitið
sum eitt prógv um, at kvinn
urnar fáa ov lítið burturúr
við at arbeiða ístaðin fyri at
ganga heima og ansa børn
unum.
– Kontanthjálpin er ov
stór, tá kvinnur, sum kunnu
arbeiða, ikki hava nakran
áhuga fyri at fáa arbeiði, sigur
Erik Simonsen, varastjóri í
arbeiðsgevarafelagnum, við
Jyllands-Postin.
Vilja ikki hava arbeiði
Nógvar danskar kvinnur vilja heldur ganga heima
fyri almennar pengar enn at fara til arbeiðis
Høyre størri
enn Ap
Tað stendur at kalla
á jøvnum millum teir
báðar størstu politisku
flokkarnar
í
Noregi,
Arbeiðaraflokkin
og
Høyre, men eftir einari
nýggjari kanning hevur
tann borgarligi flokkurin
munin nú.
Kanningin,
sum
Gallup
hevur
gjørt,
sigur, at 31,6 prosent av
veljarunum styðja Høyre,
og at 31,3 prosent høvdu
valt
Arbeiðaraflokkin,
um stórtingsval hevði
verið nú. Hjá Høyre er
úrslitið 1,2 prosentstig
betur enn í seinastu
kanning, og hjá Ap er tað
0,9 prosentstig verri.
Kanningin
vísir
eisini, at Sosialistiski
Vinstraflokkurin hevði
júst
dottið
inn
um
tinggáttina, um val hevði
verið nú. Bara 4,1 prosent
siga, at tey høvdu valt
flokkin.
Heldur minni avlop
Níggju teir fyrstu mán
aðirnar í ár var avlopið
á íslendska handilsjavn
anum eini tíggju pro
sent minni enn í sama
tíðarskeiði í fjør.
Frá nýggjárinum til
30. september í ár út
fluttu íslendingar fyri
512,6 milliardir íslendskar
krónur, samstundis sum
teir innfluttu fyri 423,1
milliardir. Avlopið var
sostatt 89,5 milliardir
krónur.
Umroknað til sama
krónuvirði var avlopið
níggju teir fyrstu mánað
irnar í fjør 98,2 milliardir
íslendskar krónur.
Fátækt tengd at
upprunanum
Tøl hjá svensku hagstov
uni vísa, at tveir triðingar
av teimum, sum mugu
fáa almennar pengar til
lívsins uppihald, eru av
fremmandum uppruna.
Samstundis vísa hag
tølini, at talið á børnum
av fremmandum upp
runa, sum liva í fátækra
dømi, er vaksið nógv í
seinastuni. Tað skrivar
blaðið Dagens Nyheter.
Maria Larsson, al
mannamálaráðharri,
sigur við blaðið, at tað
er ein stórur samfelags
trupulleiki, at fólk av
fremmandum uppruna
hava so ilt við at fáa
arbeiði og fasta inntøku.
Eftir hennara tykki er
tað okkurt í skipanini,
sum ikki riggar.
Tað er ein trupulleiki,
at nógvir útlendingar,
sum koma til Svøríkis,
hava lítla og onga skúla
gongd og tí hava tørv
á almennari hjálp til
útbúgving umframt at
læra seg svenskt, skrivar
Dagens Nyheter.