Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tá Jørgen Niclasen í gjár legði fíggjarlógina fyri 2012 fram fyri bæði Tinginum og fjølmiðlunum, so var tað við bæði flatskatti og skatt­ing av inngjaldinum av pensjónunum. Hetta skal sambært fíggjar­málaráðharranum geva landskassanum eina meir­i­nntøku á 9 milliónir krón­ur. Roknistykkið sær so­ leið­is út, at flatskatturin fer at kosta 265 milliónir, skatt­ing av pensjónunum gev­ur 234 milliónir, og av­ leidda virksemið av skatta­ lættanum verður mett til 40 milliónir krónur í inn­ tøkum til landskassan. Úrs­litið verður eitt avlop á 9 milliónir krónur. Men skorið er eisini nógv av tí framskrivaða fíggjar­lógaruppskotinum, sum minnilutasamgongan mill­um Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin legði fram fyrr í heyst. Í staðin fyri eitt hall á 626 milliónir, ljóðar hallið nú upp á 460 milliónir krón­ ur. Sparingar eru framdar fyri 81,8 milliónir krónur, og heilsutrygd heldur fram sum higartil, og tað gev­ ur 104 milliónir krónur. Eyka­skatturin á ali- og fiski­vinnu­na heldur fram komandi ár, og tað er mett at geva 10 milliónir krónur, og 9 milliónir skulu fáast frá flatskattinum. Ein dagføring av mettu inn­tøkum landskassans kostar 39,5 milliónir, so saman­lagt verður metta hallið á fíggjarlógini fyri kom­andi ár 460,8 milliónir, og tað er ein bati í hallinum á 160,8 milliónir krónur. Tó er eingin dag­førd ríkisveiting við í upp­skoti­ num, og Jørgen Niclasen sig­ur, at talan er um ein sam­ráð­ing­ar­spurn­ing mill­ um føroysku og donsku stjórn­ina, og tað ber ikki til at áseta nakað tal, áðrenn sam­ráð­ing­ar­nar eru byrjað­ ar. Ikki óvæntað eru stóru and­støðuflokkarnir ikki ser­liga positivir mótvegis fíggjar­lógaruppskotinum. Kristina Háfoss, fram­søgu­ fólk í fíggjarmálum hjá Tjóð­veldi, kallar uppskotið »Óful­l­fíggjað og óverulig fíggjar­lóg«, meðan Aksel V. Johannesen, formaður í Javn­að­arflokkinum, kallar tað »Gleðisboð fyri tey væl­ bjarg­aðu – og sorgarboð til tey fíggjarliga trongdu« Jørgen Niclasen legði í gjár fram fíggjarlógaruppskot fyri 2012 Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Flestu flokkar lovaðu undan vali­num nýggjan Tjóðpall, men nú fíggjarlógin fyri 2012 er løgd fram, eru eingir peng­ ar settir av til bygging á hes­ um øki. Hetta órógvar tó ikki for­ mannin í nevndini fyri Tjóð­ pallin, Mikkjal Helmsdal. - Nú er tað soleiðis, at tað standa fimm milliónir krón­ur á fíggjarlógini, sum kunnu flytast yvir ár. Hetta er peningur, sum er ætlaður til projektering, og eg loyvi mær at ivast í, um vit koma long­ur komandi ár, sigur Mikkjal Helmsdal. Staðsetingin av Tjóð­palli­ num er avgreidd. - Ætlanin er at byggja tjóð­pallin á Skálatrøð. Tórs­ havn­ar kommuna hevur longu givið sína tilsøgn, og vit kunnu so bert vóna, at pen­ingur verður settur av til byggingina í 2013, sigur Mikkjal Helmsdal. Men meðan spurn­ing­ urin um nýggjan Tjóð­pall neyvan ávirkar tíðar­ætlan­ ina, varð í gjár kunn­gjørt, at verkætlanin Markna­gils­ depilin verður útsett enn eitt ár, so depilin nú skal stan­da liðugur í 2016 heldur enn 2015. Upprunaliga skuldi Markn­a­g­ils­depilin standa liðug­ur í 2014, og tað høvdu skúlar­nir eisini gjørt seg út upp á. Mikkjal Helmsdal er lim­ ur í bygginevndini og rektari á Føroya Studenta- og HF skeiði í Hoydølum. Hann sigur, at hendan av­gerðin er so mikið nýggj, at byggi­ nevndin ikki hevur havt møguleika at umrøða hana enn. - Men eg kann sjálvandi út­tala meg sum rektari í Hoy­dølum, og fyri okkum kem­ur hendan avgerðin illa við, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann sigur, at um­støður­ nar eru vánaligar í Hoydøl­ um. - Hartil kemur, at lonir­nar, sum vit nýta til undir­vís­ ingar­hølir, bert eru leigaðar fram til 2014, og har fara vit at fáa nakrar eyka útreiðslur, sigur Mikkjal Helmsdal. Ringt at skava av Hann sigur, at bygginevndin hevur gjørt sær sera stór­ an ómak at halda seg innan fyri karmarnar á tær 391 milliónirnar, sum verk­æt­lan­ in í mesta lagi má kosta. - Tað, at Marknagilsdepilin verð­ur útsettur, merkir, at verkætlanin dýrkar, sam­ stundis sum virðið á avsettu 391 milliónunum minkar. Verður ikki kompenserað fyri hetta, má skarvast av verk­æt­lanini, sigur Mikkjal Helms­dal. Hann sigur, at byggi­ nevndin hevur fingið gjørt útrokn­ingar sum vísa, at útseta­nin frá 2014 til 2015 dýrk­ar verkætlanina við 16 millión­um krónum. - Og tá verkætlanin nú er útsett enn eitt ár má roknast við, at hon dýrkar enn meira, sig­ur Mikkjal Helmsdal. Marknagilsdepilin er annars liðugt projekteraður, og klárt er at fara í gongd. - Bygginevndin hevur lagt stóran dent á synergi effektina. Øll hølir eru gjørd so­leið­is, at tey kunnu nýtast til fleiri endamál, og tí verður sera trupult at skarva av verk­æt­lanini, sigur Mikkjal Helmsdal. Tað hevði uttan mun til útsetingina verið ógvu­ liga trupult at skarva av verkætlanini, tí byggi­nevnd­ in hevur gjørt sær stóran ómak fyri at halda seg innan fyri játtaðu 391 millión­irnar. - Nú er verkætlanin útsett tvær ferðir í ár, og heldur hetta fram, kann tað skapa ótta fyri, um verkætlanin yvir­høvur verður framd, sig­ ur Mikkjal Helmsdal. Tjóðpallur og Marknagil útsett Nakrar av avleiðingunum av sparingunum á fíggjarlógini eru, at peningur verður ikki settur av til Tjóðpall í 2012, meðan Marknagils verkætlanin verður útsett enn eitt ár til 2016 Marknagilsdepilin er liðugt projekteraður, og sambært Mikkjali Helmsdal verður ógvuliga trupult at skarva burtur av verkætlanini Jørgen væl­ nøgdur við fíggjarlógina Andstøðan heldur lítið um ætlaðu fíggjarlógina og síggja fáar glottar í henni, men Jørgen Niclasen heldur tað vera góð byrjan fram móti endamálinum at fáa javnvág á fíggjarlógina í seinasta lagi í 2016