Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 17. partur Eg endaði við seinast, at Jákup ikki tykist so fræls­ur frá lógini sum Paulus, og vit síggja eis­ ini, at hann, sum jødi, hevði trupuleikar við at um­gangast tey trúgvandi av heidningunum. Hetta síggja vit í sama kapitli­ num, sum eg vísti á, kap 2 í Galatiabrævinum vers­ini 11-14. Har hevur Paul­us at Pæturi, men tað er týðuligt at Pætur er ávirk­aður av nøkrum, sum komu frá Jákupi. Eisini haldi eg, at vit síggja frá frásøgnini um ápostlafundin, sum vit lesa um í kap. 15, at Jákup er ikki so frælsur, viðvíkjandi mati o. ø., sum hoyrdi lógini til, sum Paulus. Her í Jerúsalem síggja vit aftur nakað av hesum sama. Áp. 21,18-26: Dagin eftir fór Paulus við okkum til Jákup, og allir hinir elstu komu hag­ ar. Táið hann hevði heilsað teimum, segði hann frá tí, sum Gud hevði gjørt millum heidn­ingarnar við tænastu hansara - einum fyri og øðrum eftir. Táið teir hoyrdu tað, prísaðu teir Gudi. So søgdu teir við hann: "Tú sært, bróð­ ir, hvussu mangir túsund Jødar ið eru, sum hava tikið við trúgv, og teir eru allir ídnir fyri lógini. Nú hava teir hoyrt um teg, at tú úti millum heidn­ ingarnar lærir allar Jødar at falla frá Mósesi og sigur, at teir skulu ikki umskera børn síni, ei heldur fylgja siðunum. Hvat er nú at gera? Ið hvussu er, fer mongd av fólki at koma saman, tí tey fáa at frætta, at tú ert komin. Ger tí, sum vit nú siga við teg! Vit hava her fýra menn, sum hava lyfti á sær. Tak teir við tær og lat teg reinsa saman við teimum, og ber tú fyri teir tað, ið tað kostar, so teir fáa latið høvd sítt raka! So fáa øll at síggja, at einki er í tí, sum tey hava hoyrt um teg, men at tú eisini sjálvur livir so, at tú heldur lógina. Men um heidningarnar, ið hava tikið við trúgv, hava vit gjørt av, og skrivað tað til teirra, at teir einki slíkt skulu halda, men bert varða seg fyri tí, ið ofrað er til avgudar, fyri blóði, fyri hinum kvalda og fyri siðloysi." Tá tók Paulus menninar við sær; dagin eftir læt hann seg so reinsa saman við teimum og fór inn í templið at kunn­gera, nær dagarnir vóru at enda, sum teir lótu seg reinsa - táið ofrið skuldi berast fram fyri hvønn teirra. Vit síggja her, at Paul­ us, so frælsur, sum hann er, ger tað, sum hesir biðja hann gera. Hann skilir teir, sum ikki hava júst somu áskoðan um lógina sum hann og ger, sum teir siga. Vit síggja hendan holdningin hjá honum eisini t. d. í Róm. 14. Kapitli, har hann við­ ger hvussu vit eiga at fara fram móti hvørjum øðrum í vissum útvortis lutum. Hetta við jødum og fyriskipanumum, sum høvdu við lógina at gera mótvegis heidningunum, sum komu til trúgv var eitt ógvuliga eymt evni um ta tíðina. Hóast at heilt frá fyrstu síðunum í Gamla Testamenti, í hvussu so er frá 12. kap. v. 3, var lovað, at allar ættir skuldu verða signaðar í avkomi Ábrahams, og Jesus hevði biðið ápostlarnar kunn­ gera evangeliið fyri øllum skapninginum, so var tað merkiligt nokk so ringt, at fáa jødarnar, enntá teir kristnu jødarnar, at skilja hetta. Framhald. Hugleiðingar úr Ápostla­ søguni Richard Danielsen Kjak Eg kenni tað sum, at tað í hesum døgum er eitt ávíst bólkatrýst um at vera við í mótmælsrørsluni. Eri eg fyri flatfólka-skattinum? Nei. Eri eg fyri blokk prístalsviðgerð? Nei. Ja, so átti eg mótmælt, ha? Eg haldi ikki tað er so einfalt. Eg havi sett mær sjálvum nógvar spurningar. Hvat er tað, eg skal mótmæla? Skal eg mótmæla tað at Sam­ bands- og Fólkaflokkurin til­samans fingu helvtina av at­kvøðunum? Vil eg mót­ mæla úrslitinum av einari demokratiskari skipan? Veit eg nakra alternativa skipan, sum vit áttu at nýtt í staðin? Svarini til hasar spurn­ ing­arnar eru, so vítt eg dugi at síggja, nei. Eg haldi løg­ tingsvalið var gyldugt. Eg haldi persónliga, at eg heldur átti at verið valdur enn t. d. Jørgen ella Kaj. Eg vil tó verja til deyðan teirra rætt at blíva valdir á jøvnum føti við meg, tí eg trúgvi, at um tú ikki ert fyri frælsi hjá sjálvt tínum ringasta fígginda, so ert tú ikki fyri frælsi yvirhøvur. Demokrati er tað, vit hava brúkt, og demokrati er tað, vit hava fingið. Fjøldin er spurd, hvønn hon vil hava at stýra landinum næstu fýra árini, og fjøldin hevur valt ein krút sterkan Sambandsflokk, og ein líka sterkan Fólkaflokk, og vald teirra er har eftir. Vit eru nøkur, sum ynskja tað øðrvísi, men onki mótmæli eigur at kunna spenna bein fyri einum demokratiskt valdum løgtingi, líka mikið, hvussu stórur minnilutin er. Hvør rópar harðast hevur onki at siga, og eg haldi ikki, man kann uppnáa nakað við at mótmæla at fólk, sum dáma Sambands- ella Fólkaflokkin, geva teimum teirra atkvøður. Hinvegin forði eg ongum at mótmæla. Tað er eisini ein rættur. Eg vil tó heita á tykkum ungu, ið mótmæla, um at hava í huga, at tað eisini fer at vera tøvur á tykkara orku, tá val verður aftur. Gloymið ikki, brúkið ikki alla luftina í ballónini óneyðugt, farið upp í politisk ungmannafeløg og herjið á, so vit kunnu fáa eitt val vit eru nøgd við. "When life hands you lemons, make lemonade" taka amerikumenn til, og tað er tað eg ætli mær at gera. Eg ynski ikki flokk mín úr samgonguni, tí samgongan hevur líka nógv vald við, sum uttan okkum. Tað vit gera har, er at taka vald, sum annars hevði ligið hjá A ella B. Vit vilja altíð gera, hvat vit demokratiskt kunna, fyri at tryggja Før­ oya framtíð. Sluppu vit at bestemma einsamøll, so var ongin jørgenskattur ella kajblokkur, og eg veit, at tað at vit eru við í samgonguni, flytur ábyrgd yvir á okkum, men vit umbera okkum ikki úr nøkrum. Minst bara til, at tað gongur sjálvan so illa sum dómadagsrøddir spáa. Um nakað, so styrkir hetta tjóðskaparrørsluna, sum til farna val var ómetaliga veik og bara hevur gott av at fáa eitt sindur av mótspæli. At síggja at fólk aftur brenna fyri politikki, gevur mær góðar vónir um framtíðina. Hví eg ikki luttaki í mótmælisrørsluni Dávur í Dali Formaður í Unga Sjálvstýri Tað verður sagt, at vit eru so háttaði, at vit ikki geva okk­ um fær um, hvussu týdn­ ingar­mikið tað er at hava nøkur rættindi, fyrr enn vit hava mist tey. Nú samgongan vil fremja ein politikk, har vælferðarsamfelagið verð­ ur avmonterað, er spurn­ ing­urin, um vit geva okkum fær um, hvat ið er í fer við at henda. Eru vit so von við at hava tey rættindi, ið væl­ferðarsamfelagið gevur okk­um, at vit ikki duga at ímynda okkum, at hesi rætt­ indi kunnu hvørva, um vit ikki standa saman og verja hesi rættindi. Lokka við skattalætta Er tað veruliga so, at vit lata okkum lokka við ein­um lyfti um nakrar fáar krón­ ur í skattalætta til tey, ið veruliga hava tørv á ein­um lætta. Prísurin fyri henda til­ trongda lætta er, at vit fáa eitt samfelag við brúkaragjøldum fyri almennum tænastum og eitt samfelag, har gjáin millum rík og fátøk bara veksur. Orsøkin er, at ætlaði skattalættin als ikki setir inn, har hann er mest tiltrongdur. Hundraðtals milliónir tiknar frá pensiónsuppspararanum skulu brúkast til at lætta um hjá nøkrum fáum, ið als ikki eru illa fyri. Nærum helvtin av lættanum, áleið 130 milli­ ónir, fara jú til áleið 6 pro­ sent av fólkinum. Restin av fólkinum kemur at bløða fyri hesum ófíggjaða lætta langt inn í framtíðina. Marginalskatturin er ov høgur Lat ongan iva vera um, at Javn­aðarflokkurin ásannar, at margi­nalskatturin er ov høgur, og vit vilja fegin ver­ið við til at loysa henda trupulleika. Vit hava lagt eitt uppskot fram, har tey, ið veruliga hava brúk fyri einum lætta, fingu hann. Inn­tøka á 320.000 krónir fekk størsta lættan og ikki sum í flatskattinum hjá sam­ gong­uni, har ið tey, ið tjena frá hálvari til heila millión fáa mest. Samgonguflokkarnir eru greiðir yvir, at vit og restin av andstøðuni fegin vil gera eina semju um at lækka marginalskattin. Treytin er, at h esin skattalætti verður fíggjaður og ikki, at vit brúka inntøkur, ið koma at mangla í seinni, og sum fara at hava við sær, at vit ikki fara at hava ráð til eldrarøkt um nøkur fá ár. Vælferðarsamfelagið er fortreytin fyri góða lívinum Nógvar kanningar eru gjørd­ ar, har man hev­ur sam­anborið væ­l­ferðar­sam­felagið við sam­feløg, har ójavnin millum fólk er stórur. Kanningarnar vísa allar, at tað er ikki bert ein spurningur um krónur og oyrur. Eitt samfelag við stórum ójavna ávirkar alla okk­ara lívsgóðsku. Tað ávirk- ar okkara livialdur, hvussu okk­ara børn klára seg í skúl­anum, hvussu okkara heilsu­støða er, og hvussu nógv ónøgd og kriminali­ tetur merkir ger­andis­dagin. Fái meg ikki at trúgva, at tað er eitt tílíkt sam­felag flestu føroy­ingar ynskja. Lat okkum tí, heldur enn at siga farvæl til vælferðina, siga nei takk til flatskattin. Vil tú siga farvæl Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Javnaðarflokkurin