mikudagur 7. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir at verið í tí spennandi
starvinum, sum tingbólka
skrivari hjá Sjálvstýrisflokk
inum í gott ár, boðaði eg for
manni floksins tann 30. nov,
frá at eg ikki helt áfram sum
tingbólkaskrivari.
Orsøkinar eru fleiri, men
høvðusorsøkin er skilaleysi
politikkur, sum samgongan
hevur stungið út í kortini. Við
skilaleysa politikki verður
serliga hugsað um ætlanir
við flatskatti, skatting av
pensjón, og blokkbiddan.
Flatskatt ella
skattareform?
Greitt er at skattareformur er
alneyðugur, og má koma. Men
hann má ikki skrumblast
ígjøgnum útfrá einum vána
ligum og ógrundaðum hug
skoti.
Skattalóggávan
er
frá ´83 og eru tað síðani tá
gjørdar 65 lógarbroytingar.
Ein so umfatandi lóg kann
ikki skrumblast ígjøgnum
av einari tilvildarligari sam
gongu, sum hendan sam
gongan er prógv um.
Skal skattareformur ger
ast, má tað vera eitt samt
Løgting, og endaliga ikki eitt
vánaligt uppskot útfrá einum
ófullfíggjaum hugaroki.
Skatting av pensjónum
Viðvíkjandi pensjón er tað
púra burturvið at ikki sam
ráðast við fakfeløgini fyrst.
Bert fyri at typpa eitt fyribils
hall á fíggjarlógini er ikki
nøkur grundgeving. Ein so
umfatandi broyting má ei
heldur skrumblast ígjøgnum
sum núverandi samgonga
ætlar.
Fakfeløgini skulu hoyrast
og takast við upp á ráð.
Fígging
Samgongan tykist at vera
blind og deyv, men spurn-
ingur er um hon ikki manglar
heila og hjartað, sum Sonja
Jógvansdóttir vísti á leygar
dagin.
At fíggja við blokkbiddan
og skatting av pensjón eru
stutttíðarloysnir, sum eru
so umfatandi at ikki er til at
siga, hvat langtíðar úrslitið
verður. Samstundis, sum at
flatskattur verður lovaður!
Góða eyðnu
Eg vil ynskja fakfeløgunum
og andstøðuni góða eyðnu við
at stríðast ímóti samgonguni,
tí at alt bendir uppá at tað
verður eitt stríð. Tað tykjist
ikki, sum at hetta er ein
samgonga, sum hevur lært
at skila á talu hjá vanligum
fólki, sum Føroyar eru mest
fólkaðar av.
Við
oman
fyrinevndu
grundgevingum, vil eg ikki
vera partur av hesari sam
gongu.
At Sjálvstýrisflokkurin er
partur av hesari samgongu
er eitt stórt mistak. Sjálvandi
skal ein flokkur kunna ávirka
so nógv sum møguligt, men
at lata sálina fyri eitt sindur
av vald er altíð ósunt.
Sosialliberla
hugsjónin
hjá Sjálvstýrisflokkinum er
ikki til at síggja í samgongu
skjalinum, og er tað ikki nóg
góð grundgeving bert at fáa
ein landstýrissess.
Tí gavst eg sum tingbólkaskrivari
Teitur Vágadal
limur í Sjálvstýrisflokkinum
Lat okkum ímynda okk
um tveir pengakassar.
Annar er landskassin,
sum vit øll eiga, og hin er
pensjónsuppsparingin,
sum vanliga stendur hjá
einum tryggingarfelagi.
Av innihaldinum í hes
um seinna kassanum
eiga eg og tú okkara part,
men kassan sjálvan, og
avlopið av virkseminum,
eiga partaeigararnir í
tryggingini. Landskassin
(sum vit øll eiga) skal
hava skatt úr trygging
arkassanum, soleiðis at
tað almenna kann veita
okkum tænastur, men
spurningurin er, nær
pengarnir
skulu
flyt
ast. Skal okkara kassi
hava pengarnar nú, ella
skal Tryggingin sleppa
at goyma teir og handla
við teimum, soleiðis at
avlopið til partaeigarar
nar hjá teimum verður
uppaftur størri?
Har hava fakfeløgini
meldað rættiliga greitt
út, at tryggingin skal
hava pengarnar.
Tað at reka trygging,
man vera ein góð for
rætning, tí lønirnar har
sigast at vera rættiliga
høgar (eisini fleiri ár
aftaná at fólk eru farin
úr starvi), og eisini vísa
roknskapirnir
risastór
avlop.
Og hvat verður so
avlopið brúkt til? Jú eitt
dømi er, at tann eina
tryggingin keypti gamla
Eik banka, tá hesin var
farin av knóranum.
Og hvat ger so Eik
banki við limirnar hjá
fakfeløgunum? Jú skal
ein løntakari hava fatur
á sínum lønarkrónum,
so skal hann rinda bank
anum eitt trivaligt av
greiðslugjaldi fyri tæn
astuna. Skal løntakarin
rinda eina rokning, ella
ringir hann í bankan, fyri
at vita, um nakrir pengar
eru eftir á kontoini, so
skal bankin hava eitt
uppaftur hægri gjald fyri
at geva honum svar.
Ongantíð
havi
eg
hoyrt um nakað mót
mælistiltak ímóti hesum
gjøldunum, sum limirnir
hjá fakfeløgunum mugu
gjalda til bankan, sum
tryggingin hevur keypt
fyrri teirra pensjóns
pengar. Men nú tá onkur
tosar um at flyta skattin
úr tryggingarkassanum
yvir
í
okkara
felags
kassa, nú samla fakfeløg
ini allar sínar limir til
mótmælisgongu. Tryg
gingin skal fáa frið at
goyma skattapengarnar
og keypa bankar o. a.
fyri teir, soleiðis at hesir
eisini í framtíðini kunnu
leggja gjøld á okkara
lønir. Tað er kravið frá
fakfeløgunum.
Ja eg veit at hetta er
provokerandi sagt, og
eisini eitt sindur einkult
sett upp. Spurningurin
um skatting av pen
sjónum er nógv meira
umfatandi enn hetta,
men eg má viðganga, at
eg havi ilt við at skilja,
hvønn fakfeløgini um
boða í hesum stríðnum.
So kanska havi eg við
hesum sett nakrar tank
ar í gongd og hol á eitt
kjak úr einum øðrum
sjónarhorni???
Mótmæltu
sær sjálvum
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Nú eru nógv sum kóka súp
an av skattauppskoti Fólka
floksins. Lætti til tey vælbjarg
aðu verður dúgliga róð framm
undir, at hetta skal verða.
Tað passar nokk eisini, at tað
eru tær størstu lønirnar sum
fáa mest. Men tað skal bara
mangla. Tað eru eisini tær sum
betala so nógv tann mesta
skattin frammanundan. Og tað
verða framvegis tær størstu
lønirnar sum koma at gjalda
so nógv tann stórsta partin í
skatti, eisini framm yvir, bæði
í krónum og prosentum. Hetta
um skattauppleggið verður
framt sum í samgonguskjal
inum stendur. Og vit skulu
minnast til, at tað er eingin
sum fær meir skatt. Hevði tað
verið, so hevði eg kanska skilt
eitt sindur av hesi øsing. Tað
legði Javnaðarflokkurin ann
ars upp til í sínum uppskoti.
Men
trupuleikin
liggur
ikki her. Trupuleikin er veru
liga tann, at tað loysir seg lut
fallsliga illa at forvinna nógv.
Og serliga tað, at taka nakrar
eyka tímar, sum tikið verður
til. Tað rætta má verða, at man
veit, hvat ið man eigur eftir,
eftir lokið verk. Havi eg engt
ein stamp, og avroknaður 100
kr. So er avgerandi at vita,
hvat ein eigur sjálvur, eftir
at landið og kommuna hava
fingið sítt. Tað ger ikki tað
sama, um tað er 60 kr, ella 45
kr. So stuttligt er tað heldur
ikki at egna. Sama er við eyka
yvirtímanum.
Vit hava onga aðrar stað
ir progresivitet inni, uttan í
skattastiganum fyri lands
skattin. Hesin er komin í,
óiva fyri at symbolisera ein
ávísan solidaritet. Men trúgv
mær, hann hevur ikki størri
virði enn symbolikkin sjálvan.
Rættvísur er hann so á ongan
hátt; og tað verður hann
heldur ongantíð.
At lætta trýstið á hægru
lønirnar kann hava sera jalig
árin á búskapin og serstakar
partar av samfelagnum. Vit
gremja okkum ofta um, at fólk
flytir av landinum og serliga
er tað av tí útbúna slagnum.
Læknarnir støðast ikki, ella
fáast ikki til sjúkrahúsverkið.
Eingir akademikarar eru í
vinnulívinum. Eingir gransk
arar fáast til granskaraum
hvørvið o.s.fr. Hetta eru alt
lønarbólkar í tyngra endanum.
Verður lætt um, so verður, alt
annað líka, nemmari at fáa
hetta fólkið at støðast ella at
leita sær hendavegin. Og upp
á sigt verður bíligari at seta
og hava hesi fólkini í starvi.
Vit mugu skipa tað soleiðis, at
hetta fólkið søkir hendavegin,
heldur enn higani frá. Hetta
er sum í øllum ørðum viður
skiftum, vit mugu hava eina
kappingarføra skattaskipan.
Tað er ikki nokk at Th. Komm
una hevur ein bás á Job-Match
einaferð árliga. Tað skal nakað
meir til.
Og so er tað pensjónsskatt
ingin. Eg haldi at í grund
ini man tað verða ein mis
skiljing, at man kann spara
upp landsins pengar á egn
ari pensjónskonto. Omaná,
í mongun førum, at landi so
lánir sínar egnu pengar aftur
frá pensjónsfeløgum, til egnan
rakstur.
Reint
solidariskt
burdu vit havt betri álit á
einum kollektivum landskassa,
heldur enn einum tilfeldigum
pensjónsfelag. Tvs. at landið
skuldi heldur spart upp á
egnum kontum, heldur enn á
pensjónskonto hjá hvørjum
einstøkum.
Vit hava brúk fyri at fáa
skil aftur á landskassan, og
tað kemur at svíða svárt hjá
nógvum. Men vit hava so sanni
liga eisini brúk fyri at fáa ferð
aftur á samfelagið. Og har er ein
innspræning í búskapin upp á
2-300 mió. krónur á rættari leið,
og burdi undir ongum umstøð
um sligið feil. Hetta um ástøðin
í búskaparfrøðini annars er
røtt.
Læt okkum unna hvørjum
øðrum eina rættvísari skatt
ing.
Nakrar viðmerkingar til
ta øsing sum nú fer fram
Frímund Hansen