mikudagur 7. desember 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður í Koltri
Aftægt!
Aftægt-fólkini ella Hald-fólkini í
Koltri tveir festarar, annar frá 1993
og hin 2008 sum formliga ikki eru
festarir longur - hanga í enn. Tann
fyrri var áramáls settur í 5 ár, við
seinri broyting til hann varð 70 ár.
Tann seinri var áramáls settur í 2 ár,
til 1. februar 2011.
Tá ið mann ikki er festari ella
situr við festinum, so er man
haldbóndi. Í hesum førinum hald
bøndur. Skurðurin verður tikin
bæði av festaranum frá 1993, sum
nú er stjóri á Búnaðarstovuni og
festaranum fra 2008. Haldið ella
sølan av festinum er ikki uppgjørd
enn.
Festarin frá 1993 avhendaði
festibrævið til tann næsta festaran
í 2008, tí hann skuldi taka við sum
stjóri á Búnaðarstovuni Tað vísti
seg seinri, at tað eina stjórabeini var
aftur í Koltri, tí hann kom einaferð
enn í iva. Eftir nýggju lógini um
landsjørð kann festari í dag peika
sjálvur næsta festara út. Eisini ber
til hjá festaranum, at selja til hægst
bjóðandi - men tað bleiv ikki gjørt í
hesum førinum.
Hvat er so virðið á festinum í
Koltri, aftaná 15 ár við einum festara
og 2 ár við einum øðrum festara og
nú uttan festara. Er haldbóndin í
Koltri í iva, kann hann altíð spyrja
stjóran á Búnaðarastovuni, sum
sjálvur var festari í Koltri.
Í dag eigur ella liggur nýtslurætt
urin av landsjørðini hjá festaranum
við tí nýggju lógini um landsjørð.
Um so er, at Kongsfesti í Koltri
verður niðurlagt, t.v.s. um landið
tekur nýtslurættin aftur, verður
tað at rokna sum ognartøka, so tær
17 merkur innan- og uttangarðs,
so løgi tað ljóðar, noyðist landið
at keypa aftur, somu merkur som
landið lat festarinum fyri onki, so
tað kann blíva eitt dýrt keyp fyri
landið.
Latið ei søguna doyggja...
Síðani 1993, aftaná, at kongsfestið
fór á aðrar hendur, hevur ongin
búð fast í Koltri, og so kunnu onn
ur døma ella koma við øðrum
pástandi. Í 1993 fór samfelagið
Koltur í søguna, ja lat okkum siga
1000 ára søga + kanska nakað væl
afturat. Átakið handan tjaldið, hjá
Jarðarráðnum var at fáa minori
teten t.v.s. koltursfólkið burtur, so
eitt sterkt kapitalistiskt grundalag
kundi fáa Koltur - eitt sterkt grund
festi.
Føroya Jarðarráð royndi ferð
eftir ferð, aftaná við hond og fót,
at yvirbevísa myndugleikarnar
og almenningin, um at festarin
var fastbúgvandi, og at alt gekk
fyri seg myndarliga. Vísti til fólka
yvirlitið og tann stóri ótryggleiki
við samferðsluni bæði sjóvegis og
luftvegis. Tað er gott og væl eitt
ár síðani, at sjálvur Heðin Morten
sen fekk eitt villleiðandi pynt og
var í fjølmiðlunum og tosaði um
ein útreiðslupost hjá Tórshavnar
kommunu, og tað var ein bygda
skúla í Koltri.
Í 1993 vóru vit fleiri, ið vildu tað
øðrvísi. Tað, sum var í stoypiskeiðini
var, at oyggin skuldi varðveitast,
sum tann gamla bygdin í Føroyum,
sum var best varðveitt í síni heild.
Hugskotið kom fram undir
einum døgurða við fyltum lunda,
sum bleiv borðreiddur fyri Føroya
Forngripafelagi í 1987 vesturi í Koltri
av teimum gomlu bóndafólkunum
Ásu og Jóan Jacob Joensen.
Tann stóri motorurin, sum setti
varðveitingararbeiðið í gongd í
Koltri var Mortan Winther Poulsen
í Føroya Forngripafelagi, við sínum
áræði og góða handalagi var við til
at byggja uppaftur øll árini.
Tað vóru eisini fleiri aðrir góðir
motorar, m. a. Jonhild Johannessen
arkitektur, Jóan Pauli Joensen,
tá savnsvørður í fólkalívafrøði,
Andras Mortensen, Símin V. Arge,
form. í Forminnisnevndini, Høgni
W Larsen, Heini Olsen og Jógvan
Ravnsfjall.
Jólaódnin i 1988 gjørdi stóran
skaða á fleiri bygningar, og næstu
tveir vetrarnar vóru ikki blíðir. Tað
var ein trist tíð, ikki bara í Koltri -
men alla staðni í Føroyum orsakað
av ringa veðurlagnum.
Henda trista tíðin fekk ein skjót
an enda tíbetur. Longu á sumri í 1992
varð farið at byggja uppaftur. Tað
var við góðum treysti. Øll vit, sum
vóru við, vóru positivt málrættað og
hildu hetta vera ein spennandi tíð
og eitt spennandi projekt. Nú sást
ljós fyri endanum av tunnlinum,
hvat varðveitingararbeiði viðvíkti.
Ikki minni spennandi var, tá íð ein
innrás av ungum arkitektum frá
Kunstakademiets Arkitektskole í
Keypmannahavn saman við Palla
Dyreborg og Poul Jensen, komu at
tekna og mála upp.
Tað, sum vit ikki vistu av, var, at
aðrar kreftir inni á fastlandinum
arbeiddu stikk mótsatt. Teir vildu
nakað heilt annað. Tað bleiv tían
verri ikki valt at hava ein fugl í
hondini men heldur fleiri flaksandi
á tekjuni, til fyrimun fyri Føroya
Jarðarráð - nú Búnaðarstovan.
Í 1993, tá ið eg og mín familja
riggaðu av, skuldi ein kanska trúð,
at tað var so tað - oyggin datt nokk
ikki sundur av teirri grund. Hon
hevði staðið, hon stóð, stendur enn
og kemur helst at standa nakað væl
afturat.
Hvussu er so nú vorðið í dag?
Tað, sum byrjaði í 1992 og helt fram
til 1995 var vælaverk. Tá var kom
ið so væl áleiðis, at tað í sær sjálv
um var ein sólskinsøga. Tá vóru
brúktar slakar 800.000 kr frá Forn
gripafelagnum, Føroya Sparikassa,
Sonningsgrunninum og Drotninga
grunninum. Hetta vóru nógvir
pengar, men arbeiðið var væl gjørt
og í ordan.
Í meðan stóðu festarin og Jarða
rráðið á síðulinjuni. Hetta var gratis
guf til "Koltursgarðin", tí har vóru
ongar reglur ella fyriskipanir enn,
sum komu undir bygdasavnslógina,
ein váðafúsur kapitalur. Tíbetur
sóðu hesir motorarnir skriftina á
vegginum. Hetta kundi ikki halda á
fram, at festið gjørdi sær dælt av tí
gjørda arbeiðinum.
18. juni 1997 skrivar Føroya
Jarðarráð bræv til Føroya Lands
stýrið,og greiddi frá støðuni; at
uppafturbyggingin í Koltri var nú
komin so væl áleiðis og at tey hava
búð harúti síðan veturin 1997.
Í Ugebladet Søndag í 2000,
sum eg fekk stungið í hondina ein
dagin, skrivar Vibeke Spangsberg
tíðindakvinna á Søndag, at hon
hevur verið í Koltri. Hon skrivar
ein grein í Vores liv, yvirskriftin er,
"Kongsbonde på Færøerne", har tað
stendur m.a. - "men hele er stadig
i sin vorden, så hidtil har bonden
haft indtægter ved siden af. Han er
således stadig tilknyttet mejeriet,
for man kan ikke klare sig alene
Tíðargrein
Koltur