mikudagur 7. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
for de penge, der kommer ind fra
fårene".
Føroyska og útlendska lúsin
Um okkum dámar, tað ella ikki, so
hava danskarnir, sum ikki einaferð,
eyguni við sær, tá ið teir ferðast og
síggja menturnarvirði og eru ikki
bangnir fyri at stuðla. Tað sum vit
halda vera stórt, fyllir ikki nógv í
teirra umhvørvi og millum teirra
glæstriborgir, men teir síggja eitt
ella annað, nakað meir. Onkur vil
siga - tað eru onnur eisini - ja, púra
rætt. So seint sum í seinastu viku var
hátíðarhald í Norðurlandahúsinum,
har bók - Danse og sanglege på
Færøerne, var løgd fram, um gomul
dansispøl í Føroyum, sum ein týsk
kvinna hevur staðið fyri - skrivað og
samlað inn tilfar, um alt Føroyar
Ny Carlsbergfonden
Mentanin byrjar, tá ið vit vakna upp
um morgunin, tá ið vit stíga fótin út
um songarstokkin, - nógv virðir, sum
vit burdu sæð uttan nakað, men vit
hava ógvuligani ilt við at síggja tað.
Hvat er galið, tað mugu gudarnir
vita, eitt gróthús meir ella minni,
sum ikki stendur í vegin, kann ikki
gera tað, at tað er óliviligt í Føroyum.
Ny Carlsbergfonden vildi stuðla við
2. mill. og verða við til framhald av
fornfrøðiliga arbeiðnum í 1995, men
Jarðarráðið fekk nú jólastjørnur
í eyguni, so mikið nógvar, at Ny
Carlsbergfonden tók sína tilsøgn
aftur.
Óvanligur fornminnis
grunnur fyri Koltur
Í 2003 stovnaði Føroya Jarðarráð
ein løgnan grunn fyri Koltur, til at
varðveita forminnini. Her skal eg
minna á, at í 2003 var alt í ordan,
Onki av fornminnunum - fyri at
brúka tað orðið, var í vanda ella til
at fella. Men vandin kom í, í 2003.
Stovnsfæð grunnsins er býlingurin
Heima í húsi.
Hesar 800.000,-kr sum Føroya
Forngripafelag hevði brúkt til at
byggja upp og umvælt fyri í Koltri,
fer Føroya Jarðarráð inn og tekur
og kvitterar Føroya Forngripafelag
við einum sparki. Gud viti um hesi
havnafólkini,
Gunnar
Hoydal,
Høgni Mohr, Malan Johansen og
Magni Arge, visti um, hvat tey fóru
inn til - men nú vóru tey so har.
Her kenni eg meg aftur, við
víkjandi
viðferðíni
hjá
Forn
gripafelagnum, har eg fekk bræv
handað frá festaranum 11. oktober
1993, um bann at koma uppá land
aftur í Koltri uttan so at hetta var
sambært avtalu við festaran.
Har var Jógvan Páll Lassen
advokatur hóast alt, so meir menn
iskaligur, at hann skrivar til mín,
at eg kundi sleppa í Koltur til jóla
aftan, hann tók atlit til gæsnar og
garnatálgina!
Gløgt er gestsins eygað
Stórt spell, at tann visiónin, sum
bleiv sett í gongd 1992, ikki kundi
halda ótarnað fram. Eitt er tað, at
festið fór á aðrar hendur, men tað
kom absolut í skeivar hendur. Eitt
bakkast fyri tey siðsøguligu virðini
á oynni - ein inrás av fremmanda
fólki. Orðatakið sigur at gløgt er
gestsins eyguni - tíanverri lógu
eyguni eftir í Havn.
Tvíeyggjaða svørið hjá Jarðar
ráðnum, at varveita antikvarisku og
siðsøguligu virðini og samstundis
útihýsa teimum, sum høvdu víst
sínar góðu dygdir, hevur verið til
stóran skaða.
Tað ljóðar væl, at varðveita
antikvarisku og siðsøguligu virðini.
Einaferð enn, her lekur millum
teori og praksis. Hinvegin, rakar
hetta beint í hjartað hjá nógvum,
sum hava áhuga í fornfrøði - tað
er so ein máti at gera tingini uppá,
tá ið ein hevur handabak á báðum
síðum.
Tjóðargarður
hvat
er
tað?.
Eg veit ikki og kann heldur ikki
ímynda mær tað heldur. Havi verið
á Kennedy Space Centri á Cape
Cannaveral, Florida - har ein kundi
síggja varðveitt deyð ting, um eina
farna tíð. Og síggja ta ljóslivandi
framtíðina - útviklingina saman
vi øllum livandi verðum, fuglalívi
og djóralívi, fyri amerikanararnar
er hetta ongin trupulleiki, ein
fragd fyri eygað at síggja livandi
allegatorar ímillum rakettirnar.
Hesa avbjóðingina skulu vit
taka upp í okkara egna pinkulítla
landi. - Lukkan er ikki at avskaffa
ella steðga farnari tíð, fyri at fremja
eitt annað. Tá er betur at steðga á
og taka upp avbjóðingina, lætt er
tað ikki. Silvurspenni á danskar
skógvar sær gott út og er ikki skeift,
um rætt verður atborið.
Mistrivnaður frá
fjøru til fjals
Í dag er ongin ivi. Nógv harmast
um tann mistrivnaðin, sum kom
í entusiasmuna ella ágrýtni um
eitt visionært Koltur frá fjøru til
fjals við fornfrøðuligari gransking,
søguligum savnsvirðum, djóralívi
og gransking av ymiskum slagi.
Hetta steðgaði upp í 1995.
Í dag verður arbeitt fyri pening
frá Mærsk Mc-Kinney Møller grunn
inum, góðar 5 mill. og tað er so aftur
ein nýggj fadæsa. Tvey aldargomul
sethús Heima í húsi verða umgjørd
til modernað summarhús!
So hvør ávirkar hvønn kunnu
vit bara meta um. Víðari skrivar
Vibeka Spangberg tíðindakvinna á
Søndag í 2000 úr Koltri, at -"Gården
Heimi í húsi skal sættes i stand,
så den ene datter og svigersøn,
kan flytte fast til Koltur og der
kan bo turister". So her sæst, at
tann, áhugaði i fornfrøði var ikki
standandi leingi uppi - antin av
vegum ella trumlaður niður - tað
bleiv gjørt bæði.
Tann skjóttarbeiðandi nevndin
hjá Føroya Landstýri, har umboðið
hjá
landstýrinum,
Jens
John
Østerø, um eina antikvariska ser
skipan, stóð í vegin, síggja vit í
dag. Tað forstýrandi elimentið var
fornfrøðin og tí bleiv tað útihýst,
so at moderniseringin kundi fara
fram og nú bleiv tað knapliga eitt
hastverk - 5 mill. uppá 3 ár Tað, sum
var eftir av einari antikvariskari
serskipan varð sett á pall, tí eftir
stendur nú ein av fleiri forngripum,
forseglaður við oregon pine.
Eg hevði vónað, at politisku mynd
ugleikarnir fóru aftur at seta seg í
stólarnar. Her eru ting hend síðan
1992 og fram er borið villleiðandi
pynt, sum teir eru blendaðir av.
Drotning Margretha er blivin villleitt
tvær ferðir til eitt farvelade besøg í
Koltri, tað gevur mær ein mistanka
um, at politisku myndugleikarnir
seta kikaran fyri tað skeiva eygað.
Til drotningarvitjanina í 1995. sendi
eg bræv pr. fax til Bent Klinte Ríkis
umboðsmann tann 16. juni 1995 kl.
3:13 AM. um at lata Drotningina sjálva
taka støðu til, um hon legði í, at vitja
eina okkuperaða ella tiknað oyggj.
Er tað ov seint, at rætta uppá
hetta nú? Ella vendist tað aftur
til fedranagarð til samansjóðing
av fornfrøðið og gransking, sum
uppruna ætlanin var? - ella tað
klassiska - gott er!