Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Í viðtalu við Dimmalætting fríggjadagin heldur løg­mað­ ur, at øll tann før­oyska fak­ felags­rørslan hevur latið seg lumpa av pensjónsfeløg­ unum. Held­ur enn at niður­ gera fakfelagsrørsluna hevði tað verið meira virðiligt av løgmanni at steðga á og spurt seg sjálvan, hví mótstøðan frá fakfeløgunum er so stór. Lønarskatturin er ov høgur Lat meg byrja við einari stað­festing. Eisini vit í Javn­ aðarflokkinum hava sein­ astu tíðina ført fram, at løn­ar­skatturin er ov høgur í Før­oyum. Tí vil Javnaðar­ flokkurin meira enn fegin vera við til at lækka skattin á lønir. Javnaðarflokkurin hevur tó tvinnar ófrávíki­ ligar treytir til eina skatta­ um­legging. Fyri tað fyrsta skal ein skattalætti fremst av øll­ um koma teimum til góða, sum hava størsta tørvin á einum lætta. Tað eru ikki inntøkurnar omanfyri milli­ ónina, ið tørva skattalætta. Nei, hinvegin eru tað lág- og meðalinntøkurnar. Tað eru hesir inntøkubólkar, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka í ger­andis­ degnum. Í øðrum lagi má skattaum­ leggingin vera fult fíggjað. Politiska skipanin stendur í dag yvirav einari stórari avbjóðing. Landskassin hevur hall á umleið 500 milliónir kr., og stórar avgerðir skulu takast komandi árini, um bú­skapurin skal fáast aft­ur á beint. Tá støðan hjá lands­ kassanum er so hættis­lig, má tað vera greitt fyri ein og hvønn, at tað er ábyrgdar­leyst at geva ófíggjaðar skatta­ lættar fyri fleiri hundraðtals milliónir krónur. Er flatskattaskipanin fíggjað? Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at skattalættin skal vera fult fíggjaður. At skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjald, gevur tó ikki lands­ kassanum nýggjar inn­tøk­ur. Talan er einans um at fram­ skunda nakrar inn­tøkur. Samgongan framskundar inntøkur, sum annars vóru ætlaðar at fíggja tær øktu útreiðslurnar, sum lands­ kassin fær innan eldraøkið komandi árini. Tað ber ikki til at brúka somu krónur tvær ferðir og tí fara hesar kær­komnu krónur at mangla í fram­yvir. So harra løgmaður, sam­ stundis sum tú sigur, at skatta­lættin skal verða fult fíggj­aður, er samgongan hjá tær væl ávegis at gjøgnum­ føra ein skattalætta, sum als ikki er fíggjaður. Verður vælferðar­sam­ felagið avmonterað? Løgmaður hevur fleiri fer­ð­ ir seinastu vikurnar sagt, at tað kemur ikki uppá tal, at av­montera væl­ferðar­sam­fe­ lagið. Flatskattaskipanin hjá sam­gonguni kostar lands­ kass­an­um smáar 300 hundr­ að milliónir krónur árliga. Hetta svarar nøkun­lunda til tað, sum tað kostar at reka røktarheimini, sambýlini og heimarøktina í dag. Tá skatturin av inntøkum hjá komandi ættarliði av pensjónistum verður brúktur til ein skattalætta í dag, kann hesin peningur ikki brúkast til tað, hann annars var ætl­ aður; nevniliga at fíggja øktu útreiðslurnar, sum lands­ kassin eyðsæð fær innan eldra­økið komandi árini. Flatskattaskipanin skap­ ar tí eitt stórt hol í lands­ kassan. Um landið ikki skal fara av knóranum, er neyðugt at fylla holið aftur. Tá eru ikki aðrir møguleikar enn antin at avtaka væl­ ferðar­tænastur ella at seta í verk brúkaragjøld fyri at fíggja okkara heilsuverk, al­ mannaverk og skúlaverk. Hetta fer serliga at raka teir lægru inntøkubólkarnar sera meint. So harra løgmaður, sam­ stundis sum tú sigur, at tú ikki ætlar at avmontera væl­ ferðarsamfelagið, er sam­ gong­an hjá tær væl ávegis at gera júst hetta. Økir flatskatta­ skipanin gjónna millum rík og fátøk? Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at sam­gongan ikki vil økja gjónna millum rík og fátøk. Flatskattaskipanin leggur upp til at ein arbeiðari við eini mánaðarinntøku á 20.000 krónur fær 115 krón­ur í skattalætta. Ein mánaðar­ inntøka á 50.000 krónur fær 4000 krónur í skattlætta og ein inntøka á 100.000 krónur fær 8.000 krónur í skattalætta mánaðarliga. Samgongan sigur, at enda­ málið við flatskatta­skipanini er at seta ferð á búskapin og nýtsluna hjá føroyingum. Eydnast hetta samgonguni, fáa vit mest sannlíkt prís­ vøkstur, Tá verður lítli skatta­lættin til tey lágløntu væl og virðiliga etin upp í prís­vøkstri. So tað er ikki bara tann ríki, ið verður ríkari, men sanni­liga eisini tann fátæki, ið verður fátækari So harra løgmaður, sam­ stundis sum tú sigur, at ætlanin ikki er at økja gjónna millum rík og fátøk, er sam­ gongan hjá tær væl ávegis at gjøgnumføra júst hetta. Hevur tað nakran týdning, hvussu pensjónin verður skattað? Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at tað ongan týdning hevur fyri einstaka uppspararan, um pensjónin verður skattað við inngjald ella við útgjald. Um pensjónirnar verða skattaðar við inngjald ella útgjald hevur í prinsippinum ongan týdning reint tekniskt, um allar fortreytirnar eru tær somu. Fortreytirnar hjá samgonguni eru tó ikki tær somu. Her er eitt dømi: Ein arbeiðari við eini inn­tøku á 20.000 krónur um mánaðin, sum sparir 15 pro­sent av sínari løn upp til pensjón (lívrenta) verður eftir galdandi skattaskipan skattaður við 27 prosentum, tá pensjónin verður útgoldin. Ætlanin hjá samgonguni er, at skatta somu pensjón við 40 prosentum. Tað vil siga at skattaprosentið hækkar við 13 prosentum, ella pen­ sjonisturin skal rinda 1400 krónur meira í skatti um mán­aðin. Tá upphæddin, sum pen­ sjónsfeløgini koma at ráða yvir, næstan verður hálver­ að, samstundis sum pen­ sjóns­feløgini fáa tvífalt so nógvar policur at umsita, er tað ikki ósannlíkt, at um­ sitingargjøldini fara at hækka, og fer hetta at kosta ein­staka uppspararanum dýrt. So harra løgmaður, sam­stundis sum tú sigur, at upp­spararin ikki fer at kenna mun av broyt­ingini í pen­sjóns­skatt­ingini er sam­ gongan hjá tær væl ávegis at broyta skattingina av pen­ sjónum soleiðis, at tey lág­ løntu fara at fáa munandi minni í pensjón. So harra løgmaður... Onki hevur fakfelagsrørslan latið seg lumpa av pensjóns­ feløgunum. Heldur er tað løg­maður, ið hevur latið seg lumpa av Jørgeni Niclasen og Fólkaflokkinum. Og tað er rættiliga ræðandi, at vit hava ein løgmann, ið so lætt letur seg lumpa. Hvør lumpar hvønn? Aksel V. Johannesen løgtingsmaður Hevði veruliga ikki trúð at grundleggjandi broyt­ ing­ar í okkara skatta- og pen­sjóns­skipanum fóru at verða skrumblaðar ígjøg­ num uttan neyðuga við­ gerð og uttan samráð við eitt nú við partarnar á ar­ beiðs­marknaðinum. Men so verður. Vit hava nú fing­ið fíggjarlógaruppskot lands­ stýrisins og síggja nú poli­ tikkin hjá verandi samgongu í praksis. Talan er sum heild um ein stuttskygdan og ófull­ fíggjaðan politikk. Samgongan valt øktan rakstur, færri íløgur og størri undirskot Samgongan hevur í fíggjar­ lógaruppskoti sínum økt um rakstrarútreiðslurnar í mun til í ár, og eisini eru íløg­urnar minkaðar í muntil íløgu­karmin, ið Løgtingið sam­tykti fyrr í ár. Hartil er undir­skotið størri enn í játtanar­karminum og hetta hóast inntøku­førdar verða 235 mió. kr., ið áttu at komið inn sum pensjónsskattur seinni. Eisini hevur samgongan valt at útskjóta fleiri størri og virksemisskapandi íløgur - eitt nú Miðnámsskúladepilin í Marknagili og Tjóðleikhús. Hartil er ongin mett fíggjar­ lóg fyri 2013 og 2014. Størstu málini í fíggjarlógini eru tó skattalættin og pensjóns- skatt­ingin. Koma at mangla inntøkur í framtíðini Í dag eru vit 4 á arbeiðs­ mark­n­aðinum fyri hvønn pen­sjónist. Í 2040 vera 2 á arbeiðs­marknaðinum fyri hvønn pensjónist. Tað sigur seg sjálvt, at inntøku- og pen­ sjónsskatturin hjá hesum 2 ikki verður nóg mikið til at rinda allar eldraútreiðslur og vælferðartænastur til støð­ugt fleiri pensjónistar – ið ikki fara at rinda skatt tá. Pensjónsskatturin, ið tá er tørvur á, er longu brúktur. Vit skulu tí vænta at nýggir skattir og brúkaragjøld á væl­ferðartænastum kunnu væntast tá. Stóran skattalætta til 11% av føroyingum Skattauppskotið hjá sam­ gonguni merkir eisini at allir inntøkubólkar koma at rinda fyri stóran skattalætta til serliga 11% av føroyingum. Tí tað eru tey við inntøkum á 400.000 kr. og hægri, ið fáa úr 2.000 og meira í mán­ aðarligum skattalætta. 76% av skatt­gjaldar­ um ongan skattalætta Inntøkur upp til 300.000 kr. um árið – t.e. 76% av skatt­ gjaldarum – fáa stórt­sæð ongan skattalætta. Tvør­ Ófullfíggjað og óverulig fíggjarlóg Kristina Háfoss Løgtingskvinna og næstforkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd n