mikudagur 7. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góði Edmund!
Í Danmark er ein fyrrver
andi ráðharri - Troels Lund
Poulsen - komin í óføri, tí
ein spunasmiður hansara
vildi sverta Helle Thorning
Schmidt. Men hann breyt
lógina, tí teir upplýsingar,
hann læt pressuni, vóru í
trúnaði. Og so vísti tað seg
eisini, at teir vóru ósannir.
Tú hevur eisini ein spuna
smið, sum vanliga verður
nevndur "Harra SMS". (Ella
"Harra Sletta Míni Spor").
Og nú hevur tín spuna
smiður - sum jú skrivar tíni
lesarabrøv - gjørt nakað tað
sama.
Í grein mánadagin fortel
ur hann, hvat eg skal hava
sagt á einum fundi í Føroya
nevndini.
Hetta er greitt brot á
fólkatingsins reglugerð, sum
sigur, at tað, sum fer fram í
eini nevnd, er í trúnaði. Eftir
ein fund hava nevndarlimir
loyvi til at siga, hvat teir
sjálvir hava sagt - men teir
hava ikki loyvi til at siga,
hvat onnur hava sagt.
Tað stendur m. a. í "Folke
tingets
Forretningsorden"
§ 8, stk 7: "Deltagerne i et
lukket
udvalgsmøde
må
ikke videregive oplysninger
om forhandlingerne til of
fentligheden, medmindre ud
valget har besluttet andet."
Tað stendur eisini sera
greitt í teirri "Håndbog om
folketingsarbejdet", sum tú
hevur fingið útflýggjaða:
"...
folketingsmedlemmer,
ministre og embedsmænd
må ikke referere over for
andre, hvad der er blevet
sagt under forhandlingerne
i udvalget. Det er altså ikke
tilladt at referere de syns
punkter,
vurderinger
og
argumenter,
som
andre
udvalgsmedlemmer
eller
ministeren har fremført på
udvalgets møde."
Hesar reglur hevur tú
brotið, Edmund. Og minst
til: tú stendur einsamallur til
svars fyri tað, sum tú letur
SMS skriva.
Men tú hevur ikki bara
brotið formligu reglur fólka
tingsins. Tú hevur eisini
brotið allar reglur um sømil
igan atburð. Tí tað, sum SMS
sigur í tínum navni, er jú
kolasvørt lygn.
Eg hevði á umrødda fundi
eina framløgu um Føroyar,
og øll tey, sum vóru til staðar
vita, at hon ikki á nakran hátt
var partapolitiskt litað.
Tað er eingin ivi um, at
tú hevði fingið trupulleikar,
um eg hevði klagað teg til
formansskapin.
Tí
sum
skrivað stendur: "Hvis et
folketingsmedlem
udtaler
sig offentligt på en måde,
som klart er i strid med
tavshedspligten,
bliver
det påtalt af Folketingets
Præsidium."
Men eg havi kortini valt
at lata tað fara hesaferð. Ikki
minst tí at tað hevði skatt
umdømi Føroya á Fólkatingi.
Men næstu ferð fari eg
víðari við tí. So vita tit tað -
tú og SMS.
Slepp tær av við SMS
Eg hevði annars vónað, at
vit fingu eitt gott samstarv
á fólkatingi. Men so leingi tú
letur SMS bera seg soleiðis at,
verður trupult at hava nakað
sum helst samstarv.
Og tað eru ikki bara
viðurskiftini millum okkum,
sum SMS kann oyðileggja.
Hevði eg klagað um hetta
málið, hevði tað eisini skatt
títt umdømi millum aðrar
fólkatingslimir.
Og tað eru eisini aðrar
orsøkir til, at tú átti at ansa
tær fyri SMS. Tað eru jú
ikki smávegis upphæddir,
ið tú rindar honum fyri at
skriva hesi mangan perfidu
lesarabrøvini. Og tað er
jú ikki tílíkt, pengarnir tú
fært frá Fólkatinginum eru
ætlaðir til.
Dimmalætting tók eina
ferð til viðgerðar tær ovur
honds upphæddir, ið tú nýtir
til "ráðgevarar". Men Dimma
slepti skjótt málinum aftur.
Hevði tann meiri áhaldandi
danska pressan farið at
kanna tað, hevði tú kanska
ikki sloppið so lætt...
Eitt afturat:
Tú veitst væl, at SMS
bara er í tínum parti, tí tú
rindar honum pengar fyri
tað. Tú veitst væl, at hansara
persónligi integritetur er sera
avmarkaður. At hann altíð er
til sølu, og altíð meinar tað,
sum hann fær mest pengar
fyri at meina.
Heldur tú tað vera serliga
gagnligt fyri politiska lívið,
at tað verður stýrt av slíkum
spunasmiðum, ið altíð fara
hagar, sum pengarnir eru,
uttan nakran helst áhuga
fyri politiskum virðum og
innihaldi?
Svarið er sjálvsagt nei. Og
tað er enn ein orsøk til, at
tú átti at sloppið tær av við
"Harra SMS".
Edmund brýtur
fólkatingsins reglur
Sjúrður Skaale
Vártúrin í 1972 við Brandi
Sigmundarson var eg
sjávlur skipari, mann
ingin taldi 48 mans, vit
fiskaðu í tí kanadiska
Golfinum.
Toskurin, vit fingu,
bleiv flaktur og síðani
saltaður, livurin bleiv
smeltað til lýsi, og tað
sum var ov smátt at
flekja bleiv gjørt til
fiskamjøl – tá í tíðini fyri
40 árum síðani, kom alt
til høldar.
Føroyskir
trolarar
og línuskip hvødu tá
bestu góðsku á saltfiski
í
kapping
við
bæði
norðmenn, íslendingar
og týskarar, hetta var
eisini galdandi fyri tað
lýsið, sum teir føroysku
bátarnir framleiddu.
Tá vit so vóru olju
brendir, máttu vit suður
til Halifax at bunkra,
tað var stytsta leið fyri
at fáa ungolju, sum
damptrolararnir brúktu.
Halifax er høvuðs
staður í Nova Skotia, ein
landsparutr í Kanada.
Fyrstu ferð eg var í
Halifax var í 1962 bert
19 ára gamal. Har búðu
nakrir føroyingar, sum
høvdu sett búgv har, ser
liga var tað skopuningar,
sum høvdu siglt við
trolara har yviri í tjúgu-
og tredivunum.
Ein teirra, sum beliv
verandi har yviri, var
Sigurd í Puntabyrgi, hann
var ættaður av Tvøroyri,
kona hansara kallaðist
Dortea, hon var ættað
úr Skopun. Minnist væl
henda vakra vælbygda
mannin, Sigurd, bæði
hann og konan vóru
umborð hjá okkum, og
blíðskapðurin var stórur,
sum vit góvu teimum, tey
fingu skerpikjøt, turran
fisk og spik og annan
føroyskan mat, hetta var
jú so forkunnugt at fáa.
Sigurd var trolaraskipari
har í nógv ár, hann flutti
ongantíð heimaftur til
Føroyar.
Aftur til 1972. Sami
umboðsmaður, sum vit
høvdu havt í heili 11 ár,
kendi okkum væl, og
vit kendu teir. Eg havi
onkuntíð nevnt fyri hon
um, at menninir umborð,
tá tað var kalt heilt niður
í 15 til 20 kuldastig, fóru
aftur í lýsisemltaríið at
fáa sær eina lítla oysu
sum altíð hekk har, av
heitum nýgjørdum lýsi.
Tað vardi so væl ímóti
kulda, tað var jú arbeitt
á opnum dekki.
Ta einu ferðina, vit
komu inn, vísti um
boðsmaðurin mær eina
sera áhugaverda kann
ing, sum var gjørd av
fiskimonnum við kanad
isku
eysturstrondina.
Orsøkin til hesa kanning
var tann, at hesir menn
sóu nógv betur í myrkri,
enn tann vanligi kanadi
arin.
Niðurstøðan av kann
ingini var púra greið,
hesir fiskimenn ótu nógv
meiri fisk enn onnur,
serliga var tað livurin,
sum gjørdi sýnið hjá
teimum munandi betur.
Hetta fær meg at
hugsa um tær kanningar,
sum nú verða gjørdar her
á landi, at um ein etur
grind og spik, so verður
ein býttur, um tú etur
kjøt av seyði, sum hevur
gingið á tyrvingarplásssi,
so verður ein blýfor
giftaður.
Góðu
granskarar,
komið fram við onkrum
góðum
og
positivum
kanningum, tí tað hava
vit brúk fyri.
Meg minnist
– ein áhuga
verd kanning
Mortan Johannesen
útróðrarmaður
Opið bræv til Edmund Joensen um spunasmið hansara, "Harra SMS"
turímóti fáa hesi reallønar
minking
vegna
ta
prís
hækking, ið kann standast av,
at 265 mió. kr. í skattalættum
til hægri inntøkurnar. Hartil
kemur,
at
skattingin
av
lágum og høgum pensjónum
framyvir vil verða 40%, ið er
ein lætti fyri høgar pensjónir
og ein hækking fyri lágar
pensjónir.
Takið fatur í veruligu
avbjóðingunum – nú !
Allur heimurin hevur nú í
fleiri ár verið í fíggjar- og
búskaparkreppu. Føroyar eru
eisini raktar. Higartil er onki
ítøkiligt gjørt fyri at fremja
alneyðugar nýskipanir innan
fiskivinnu, pensjón, komm
unur, skúlar og fyrisiting
okkara. Alneyðugt at tíð
og orka verður brúkt til at
tillaga okkara samfelag sum
skjótast, soleiðis at vit fáa
eitt so gott samfelag sum
møguligt fyri allar føroyingar.
Tá fáa vit eisini eina meira
fullfíggjaða fíggjarlóg.
Fíggjarnevndin kann
bøta um fíggjarlógina
Fígg jarlógaruppskotið
hjá BADH skal nú gjølla
viðgerast í Løgtinginum og
í Fíggjarnevndini har vit
fara at gera okkara til, at
gera neyðugar tillagingar,
ið skulu til fyri at bøta um
fíggjarlógina, og tryggja at
tey stórmálini, ið ætlanin er
at skrumbla ígjøgnum, fáa
alneyðuga og gjølla viðgerð.
Málið er, at gera eina ófull
fíggjaða og óveruliga fíggj
arlóg, munandi meira full
fíggjaða og veruliga.
www.sosialurin.fo