Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Allir vegir føra í Norður­ landa­húsið; stásiliga ment­ anar­húsið við Norðara Ring­veg í Havn. Ja, soleiðis kundi tykjast leygardagin, tá fólk úr nærum øllum herðashornum vóru komin at heiðra viðgerðarstovnin Heilbrigdi á Velbastað, ið helt 25 ára stovningardagin. Eisini var onkur komin heilt av flatlondum. Hetta taka vit sum eitt stórt herðaklapp. Har vóru fleiri hundrað alkoholikarar, misnýtarar, og familjur teirra. Nógv teirra søgdu, at tey byrjaði eitt nýtt lív á Heil­brigdi; tað lívið, sum tey mangan droymdu um, meðan rúsurin hevði fremstu raðfesting í lívinum. Velba­ staður var fyrsti varðin á leið­ini út í ljósið, ein kjansur afturat. Uttan sammeting var brosið mest nýtta sam­ skiftis­amboð leygdardagin. Nógv hittust aftur eftir fleiri ár uttan samband og eisini vórðu vinarbond knýtt hetta kvøldið. Nevndin og starvs­ fólkini á Heilbrigdi vilja takka fyri góðu undirtøkuna, ið er sera motiverandi fyri okk­ara framtíðar virksemi. Heilbrigdi hevur visjónir um eina framtíð, har við­ gerðir eisini kunnu veitast avvarðandi. Tey avvarðandi er slept upp á fjall og tað kann ikki halda fram. Fyri hvønn alkoholikara ella mis­nýtara eru fleiri familju­ limir og møguliga onnur, ið verða sjúk av at liva saman við alkoholikaranum, og hesi hava eisini stóran tørv á hjálp. Alkoholisma er ein familjusjúka. Men við núverandi hølum og orku ber hetta als ikki til. Harafturat eigur viðgerðartilboðið til ungdómar at vera dagført javnan, tí misnýtslumynstrið broytist alsamt. Eisini kundu vit hugsað okkum at ver­ið meira virkin í upp­lýsingar­ arbeiði okkara, til dømis úti í skúlum og á øðrum stovnum. Fleiri av okkara ynskjum vórðu tikin við sum evnir í pallborðskjakinum leygar­ dagin. Politikararnir í panel­ in­um avdúkaðu, at hesin partur av heilsuøkinum als ikki verður raðfestur inni­ haldsliga. Løgtingið játt­ ar á hvørjum ári pening til viðgerðarstovnarnar í Før­ oyum, men ongar tørvs- og eftir­metingar verða gjørdar. Jenis av Rana og Høgni Hoy­ dal hildu, at her má vend koma í. Okkara meting er, at teir væl skiltu, hvussu álvar­ samt misnýtsluøkið er, og at viðgerð riggar. Fíggjarliga er tað eisini ein íløga, ið fleir­falt verður borin aftur til sam­ felagið gjøgnum skattin. Samanumtikið hepnaðist skráin leygardagin sera væl. Alkoholikarar og avvarðandi høvdu framløgur um lív­ið fyrr og nú; ein lækni greiddi frá likamligum av­leið­ing­um, lisið varð úr kendu lagnu­ søgunum hjá Märthu Tikk­ an­en; lands­stýris­umboðið helt røðu; pall­borðs­kjak var seinnapartin; og Bog­art alias Ole Michelsen tos­aði um lívsdygd í edrúa lívin­ um. Eisini røddu stjórin, nevnd­arformaðurin, og sjúkra­systurin á Heilbrigdi, og vísur hjá kára p. vóru at hoyra. Um náttina spældu Tvey av Kamarinum til dans, og brosið var framvegis intakt, tá fólk fóru heim um tveytíðina sunnunáttina. Eitt ósjón­ligt band er millum hesi fólk, ið vita hvat veruligt myrkur er fyri nakað. Enn einaferð stóra takk fyri. Við vón um framhaldandi samanhald, og at politisku myndugleikin tekur tørvin í álvara. Heilbrigdi er við eitt vegamót Árni Rein leiðari á Heilbrigdi Nøvn Vit ynskja í hesi grein at ynskja mammu okkara til lukku við 70 ára degnum, sum var leygardagin 26. no­ vember. Mamma varð fødd í Salt­ nesi 26. novembur 1941. For­ eldrini vóru Ninna Reinert Petersen og Dávur Petersen úr Saltnesi. Mamma er numm­ar sjey av 11 systkjum. Sum 15 ára gomul fór mamma til Havnar at arbeiða á pleygudeildini í Hoydølum. Tá hon var 18 ár, fór hon niður til Danmarkar á Rødbygård at lesa til omsorgsasisstent. Lærutíðin var 3 ár, men eftir lokna lærutíð arbeiddi hon har í eitt hálvt ár. Hon flutti aftur til Føroyar í 1963 og arbeiddi eftir hetta á hvíld­arheiminum Naina í eitt gott ár. Mamma giftist við babba 13. novembur í 1965. Mamma var heima, meðan vit børn vóru smá, men fór síðani á Verkstaði Vón at arbeiða og hevur hon verið har síðani. Sum yrkisleið hennara vísir á, hevur mamma sera stóra umsorgan fyri fólkum rundan um seg. Hetta hava vit børn merkt í stóran mun. Ì uppvøkstri okkara legði hon dent á, at tryggleikin skuldi vera í heiminum. Millum fremstu eginleikar hjá mammu okkara standa trúfesti, gávumildni og um­ sorgan. Mamma er ein rólig jørð­bundin kvinna, sum al­ tíð er klár at seta seg niður at lurta og tosa. Hennara tol­ semi er stórt og rúmar hon nógvum. Vísdómur henn­ara er stórur og hevur hon egin­ leikan at síggja alt frá fleiri síðum. Hon er sera realistisk og altíð klár við eini hjálpandi hond. Fáar kvinnur eru eins kreativar og dugnaligar til hendurnar sum mamma. Mong eru pløggini, ið hon hev­ur virkað til okkum bæði børn og ommubørn. Ein serligur hugni hevur altíð verði har, sum mamma er. Hon dugir serstakliga væl at gera umhvørvið rundan um seg heimligt og trygt. Hetta saman við hennara trúfesti hevur helst virkað til, at hon aloftast er álitið, har hon er. Mamma er sera familjukær so framliga í minninum liggja allir túrarnir til Saltnes, tá vit vóru børn. Hetta eru dýrbar minni sum altíð fara at liggja nær okkara hjørtum. At mamma er góð við og stolt av sínum er eingin loyna. Hennara stilla Guðs trúgv hevur eisini virka sum ein tryggleiki og barlast í lívið okkara. Góða mamma takk fyri alt, sum tú hevur verið og ert fyri okkum og okkara familjur. Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og má Harrin signa teg við nógvum ríkum árum framyvir. Ynskja børn tíni Kristian, Ninna, Mirjam, Dávid og Hanna Til mammu á 70 ára degnum