mikudagur 7. desember 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
1. partur
Miðvikan er nú komin uppá um
230 partar síðan 2007. Her hevur
verið roynt at lýsa persónssøgu
og siðsøgu í einum breiðum høpi.
Tað er eisini farið víða. Heilt úr
Føroyum til fjar lond sum Etiopia
og Congo. Og heilt úr Havnini til
Stóru Dímun.
Tað hevur eisini roynt at lýsa
lívið hjá ymsum pørtum í samfe
lagnum, fyrst og fremst hjá fiski
monnum og teirra. Men eisini hevur
til dømis verið lýstur ein partur
av søguni hjá Kristiani Djurhuus,
løgmanni.
Hetta er stórt sæð alt tilfar, sum
ikki hevur verið alment frammi
fyrr. Tí hevur tað verið væl umtókt
av nógvum.
Ofta hevur verið spurt eftir, um
hetta tilfar fór at koma í bók, so tað
gjørdist lættari at finna aftur.
Higartil eru komnar fýra bøkur,
sum fyri ein stóran part eru bygdar
á hesa greinarøð.
Tær eru “Mítt Etiopia”, “Dollin”,
“Petur Alberg” og nú fyri kortum
kom “Havið tók teir”, sum er søgan
um 300 fiskimenn, sum ikki bóru
boð í bý.
Hesa ferð verður ein frásøgn frá
Hensiu Jacobsen í Syðrugøtu. Hon
er ættað úr Steymnesi men giftist
ung til Syðrugøtu við Poul Andreas
Jacobsen av Dunganum, sum doyði
fyri nøkrum árum síðani.
Hensia minnist sera væl til, og
dugur væl at greiða frá. Hennara
frásøgn byrjar í Streymnesi og end
ar í Gøtu. Men tað verður annars
farið víða um. Talan er um sera
áhugaverdar frásagnir.
Hensia greiðir frá:
Fýra Zachariasar
í Streymnesi
Eg eri fødd í Streymnesi tann 17.
september 1919. Foreldrini vóru Jo
hanna, kallað Hanna, og Zacharis
Zachariassen. Tey vóru sjey systkin.
Pápi mín var uppkallaður eftir
abba sínum, sum tey kallaðu Pípu
Zakarias. Kona hansara, Elsa, var
slektað úr Ólastovu í Hvalvík.
Abbi í móðurætt kallaðist Hanus,
og omma var Elsa Maria, ættað
av Eiði. Hon var dóttir Grækaris
Joensen, tann fyrsta lærda læraran
á Eiði. Hann var av Eiði, føddur í
1835. Áðrenn hann fór at læra, var
hann krambúðarsveinur. Í 1870
fór hann á læraraskúla í Havn, har
hann longu árið eftir, í 1871, fekk
læraraprógv. Hann var tann fyrsti,
sum tók læraraprógv í Føroyum.
Hann verður beinanvegin lærari
á Eiði, og var har, til hann doyði i
1897.
Tað vóru fýra, sum itu Zakaris
í Streymnesi tá. Ein var Zakaris
uppi í Garði, sonur hansara æt
eisini Zakaris. Hann var kallaður
Sagga fyri at skilja teir at. Men
eg haldi ikki, at teir vóru nær í
familju við okkum. Ein sonur Julius
abbabeiggja, æt eisini Zakaris.
Hann doyði bert 24 ára gamal av
tarmaslyng. Tað var so ringt veður,
at tað var ikki hugsingur um hjá
báti at koma til hjálpar, og eingin
vegur var. So hann doyði heima
uttan at kunna fáa hjálp. Tað hevur
verið ein ringur deyði. Hann var
vist forlovaður við eini gentu úr
Tjørnuvík, sum æt Katrina. Hon
bleiv seinni gift við Olaf Petersen,
sum var lærari á Argjum í nógv ár.
Systir Katrinu, Marin Súsanna,
kallað Marsanna, var gift við Aksel
Jacobsen, handilsmanninum í Hval
vík.
Mamma og pápi vóru trímenn
ingar, og bæði vóru tey úr Streym
nesi. Vit vóru níggju systkin. Eg var
elst.
Síðan komu Kristian, Jonna,
Hanus, Eli, sum gjørdist 3 ár, Hák
un, Elida, Steinbjørn, sum bara
gjørdist 5 mánaðir, og so aftur ein
Steinbjørn.
Øll systkini, sum komu til, eru
enn á lívi.
Sjálv var eg sum sagt elst av
systkjunum. Steinbjørn er nærum
20 ár yngri enn eg. Tá var stuttligt
at fáa eina lítlabeiggja.
Gamla og raska langommu
Ein langomma mín var Kathrine
Ole Christiansen. Um hana skrivar
Dimmalætting 29. juni 1932:
90 aar.
2.Maj i Aar kunde Fru Katrine
Ole Christiansen, Strømnes, fejre
sin 90 Aars Fødselsdag.
Fru Katrine Ole Christansens
Liv har formet sig saadan, som det
jævnlig former sig i almindelige
færøske Hjem. Modgang, Sorger og
Bekymringer har mødt hende, som
det har mødt andre. Men intet har
dog formaaet at kue hende og fra
tage hende et lyst og mildt Sind og
et godt Helbred.
Mange af dem, som i Foraaret
var med i Grinden i Kvalvig, vil
mindes den gamle Kathrine, som til
langt ud paa Natten sørgede for, at
de mange Gæster fik deres Kaffe.
Og næppe een, som gæstede hen
des Hjem, og som havde en Fader,
Moder, Bedstefader eller Bedste
moder, hun kendte eller havde
kendt, kunde klage over mangelfuld
Gæstfrihed.
Hun gaar endnu let fra Strømnes
til Kvalvig. Vi vil ønske, hun maa
være rask nok til at foretage Spad
sereture mellem de to Bygder i
mange Aar.”
Hetta ynski varð uppfylt, tí hon
gjørdist 96 ár.
Eg minnist væl langommu,
Hensia Jacobsen:
Fiskimannadóttirin
í Streymnesi gjørdist
bóndakona í Gøtu
Vit hava verið á gátt hjá 92 ára gomlu Hensiu Jacobsen
í Syðrugøtu, og hevur hon greitt frá sínum langa lívi.
Hensia er ættað úr Streymnesi og her byrjar søgan
Hensia, tá ið hon fylti 90 ár
Hensia sleit sínar barnaskógvar í Streymnesi