Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo sum var mamma Kristian abba. Hon búði inni hjá ommu og abba. Langomma var blivin einkja ógvulig ung. Maður hennara æt Joen Ole- Christiansen f. 1835, Hon dugdi væl at greiða frá, men tíverri lurtaði eg kanska ov illa eftir. Eina søgu havi eg hoyrt um lang­ ommu, sum vísir, at hon var ikki fyri nothing. Eina ferð var hon til neyta í haganum, sum liggur suður móti Áirnar. Har var ein óður tarvur, sum hevði hug til at gera seg inn á lang­ ommu. Men hon ræddist ongan tarv. Hon tók í halan á tarvinum, og hálaði hann runt, so tarvurin at enda gjørdist mestsum í ørviti. So sparkaði hon tarvin í hvítanýruni. Tá lá tarvurin sum fyri kúl­uni. Tá ið hann kom so frægt fyri seg, raggaði hann sær oman á sandin, har hann var púra fyri ongum. Eftir ta ferðina fekk langomma frið fyri hasum tarvinum. Hetta vildi hann ikki royna eina ferð enn! Langomma hevur helst verið úr Hvalvík. Hon varð kallað Katrina har Frammi, sum er eitt húsanavn í Hvalvík, men tað fylgdi við til Streym­nesar. Eg veit um eitt annað barn hjá langommu, og tað var Ulla, sum hevði telefonina í Vestmanna. Beiggi langabba, Ole Christian, gekk burtur við Hanusstovubátinum tann 4. apríl 1871, tá ið seks menn úr Streymnesi og Hvalvík fórust. Eftir Ole Christian sótu einkja og fimm ómyndug børn. Misti abban á útróðri Abbi mín, Hanus Olsen, pápi mammu, gekk burtur við 8-manna­ fari á Norðhavinum 21. mars 1905. Hann var tá 50 ára gamal. Umframt abba doyðu hesir menn: Jóan Pauli Samuelsen, 70 ára gamal, Jens Joensen, 65 ár Johannes Olsen, 53 ár Julius Ferdinand Zachariassen, 34 ár. Dánjal Johannes Olsen, 24 ár Hesir vóru allir úr Streymnesi Hans Petur Joensen, Langasandur, 14 ár. Julius var beiggi hin abba mín, Kristian. Hann var giftur og átti tvey børn. Teir vóru farnir á Norð­ havið við línu. Veðrið var toluligt, men tað var nakað nógv av vindi av suðri. Tá ið teir høvdu drigið um tveir triðingar av línuni, høvdu teir fing­ ið 16 fiskar í part, og báturin var passaliga løddur eftir viður­skift­ unum. Teir settu tá boyu á línuna og fóru til hin endan av línuni at draga. Tá reistist ein sjógvur nærindis bátin. Teir royndu at venda bátinum upp ímóti sjónum, men áðrenn hetta eydnaðist, breyt sjógvurin og fylti bátin. Báturin holvdist, men tað eydnaðist nøkrum av monnunum at koma upp á kjøl. Men báturin fór runt fleiri ferðir, og hvørja ferð hvarv onkur av teimum. Tann, sum helt longst á, var Julius, sum tríggjar ferðir kom aftur á kjølin. Men fjórðu ferð fórst hann eisini. At enda var bert Jógvan Joensen av Langasandi eftir. Hann var bóndi. Tað høvdu sama dag verið fleiri bátar á sama miði, sum hesin báturin, men teir vóru farnir til lands, áðrenn ólukkan hendi. Hinvegin hevði ein bátur av Langasandi verið á einum øðrum miði, og tá ið Jógvan sá hendan bátin, veittraði hann við eini tilju. Hetta sóu teir á hesum báti. Teir bjargaðu honum og førdu hann til Langasands. Hann kundi so greiða frá tilburðinum. Teir fæstu menn vóru tryggjaðir. Fimm av monnunum vóru giftir, og eftir sótu einkjur við 13 ómyndigum børnum, og sótu tey eftir í ringum korum. Jógvan á Langasandi svam við soninum á rygginum eina langa tíð. Hann skuldi konfirmerast, og hann hevði gingið at lesa hjá presti. Nú koma teir um morgunin og siga, at tað vanta tveir menn fyri at sleppa til útróðrar. Tá sigur bóndin við sonin: “Kom tú við okkum.” Hann fór so at siga mammuni frá, og hon biður hann ikki fara. So Jógvan yvirlivdi og ikki sonurin. Hann náddi tí ikki at verða konfirmeraður. So illa vildi hetta til. Abbi hevði slett ikki ætlað sær til útróðrar hendan morgunin, tí hann var so forkølaður. Men so kom bóndin Hans Mikal og spurdi, um hann ikki kortini vildi fara fyri seg, tí hann føldi seg ikki væl. Hann eftirlíkaði og fór. So nú ein dagin sær hesin bónd­ in, sum hevði biðið abba fara fyri seg, at pápi stendur grátandi og veltir. Hann fekk ikki spakan niður í jørðina. Hann var so lítil og orkaði ikki, hann var bara 11 ár. Tá sigur Hans Mikal: “Far tú bara heim aftur góði. Hetta skal tú ikki hugsa um. Eg skal orðna tað alt, sum tað er.” Hvalastøðin við Áir var hent Men so kom hvalastøðin við Áir. Tá varð pápi biðin um at koma har at arbeiða okkurt lætt, hann var enn drongur. Hetta er eitt dømi um ta umsorgan fólk høvdu. Her fingu ar­beiðararnir so nógv tvøst, sum teir vildu hava. Hetta átti lívið í teim­um. Omma fekk eisini arbeiði. Teir høvdu spurt pápa, um ikki onkur var, sum vaskaði fínar skjúrtur og kundi stíva flippur og kragatoy og slíkt. Hann hevði so sagt tað fyri mammu síni. Hon segði, at tað hevði verið so deiligt at fingið eitt slíkt arbeiði. So høvdu vit kunnað fingið fyri vøru í handlinum. Hetta arbeiðið fekk hon tískil, og hetta gjørdi hon alt tað, eg minnist. Húsini vóru ikki stór, men tey vóru so hugnalig. Tað var ein durur, so kom man inn í køkin. So var eitt kamar beint inn av køkinum, restin var stova. Har vóru tvær koyggju­ sengur inni. Eingin kjallari var og fjósið var í endanum á húsinum. Tey vóru so fátæk, og tey áttu einki, tá ið abbi fór. Hin omma mín, Sigga Sofía, fór ein dagin niðan at vitja ommu. Hon hevði bakað tveir deiligar drýlar. Eisini hevði hon við sær eina tveykrónu, tað var nógvur peningur tá. Omma reisti seg upp úr seingini og rópti á børnini: “Komið nú og fái tykkum eina máltíð!” Tá var ikki biti í húsinum. Mundi gingið burtur í Hestfirði Pápi hevði sínar ringu royndir á sjónum. Hann kundi eisini ungur fingið eina váta grøv. Hetta var í teirri tíðini, tey fóru í aðrar bygdir at dansa. Á Kyndilsmessu var pápi farin til Velbastaðar at dansa saman við einum vinmanni, Martin, sum eisini var úr Streymnesi. Hann var tá at vera hjá einum bónda í Koltri. Har ætlaði hann at vera, til hann var 18 ár. So ætlaði hann burtur, og tað var akkurát tann túrin, at vanlukkan hendi. Tað var gott veður. Martin hevði biðið pápa koma við sær í Koltur eftir klæðunum at fara til skips. Men báturin fór runt. Tað var okkurt, teir høvdu ikki sett í toppin á seglinum. So segði Martin, at hann fór upp at orðna hetta. “Nei, nei”, sigur pápi, “tað mást tú ikki, tí báturin tolir tað ikki.” Men hann var upp í mastrini, áðrenn pápi visti av. So fór báturin runt. Tá vóru teir komnir á hálvan fjørðin móti Hesti. Har fekk Martin sína váta grøv. Pápi slapp uppá kjøl. Tá var so nógv av pátrúgv. Pápi var í einum koti, sum omma hevði seymað millum jóla og trettanda. Hetta skuldi ikki vera gott. Tað skuldi einki gerast uppá mannfólk hesa tíðina. Men at gera klæði til konu­fólk var í lagi. Tá kundi mamma gera okkum gentum ein nýggjan kjóla. Pápi fekk latið seg úr kotinum og fekk blakað tað á sjógv. Tað var so heppið, at hestmenn høvdu hoyrt hann rópa. Teir vóru eftir seyði. Hetta hevur verið um 1913. Har mundi hann enda sínar dagar. Komandi partur Í komandi parti greiðir Hensia frá foreldrum sínum, og skipinum »Irex«, sum pápin átti eina tíð. Abbin fórst við báti á Norðhavinum Langomman Katrina Ole Christiansen. Myndin er úr Dimmalætting, tá ið hon fylti 90 ár. Foreldrin hjá Hensiu, Hanna og Zacharias