mikudagur 7. desember 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Í morgin verður farið undir EM
kappingina í svimjing í Pólandi, har
tað verður kappast allar dagarnar
fram til og við sunnudegnum.
Bestu svimjararnir í Europa eru
í hesum døgum í Pólandi, og tveir
føroyingar eru millum teir 543
svimjararnar, sum fara at kappast í
Stettin í Pólandi. Talan er um Biritu
Debes og Pál Joensen, sum bæði eru
úr svimjifelagnum í Suðuroy.
Birita Debes fer at kappast í 50
og 100 metra frísvimjing, 50 og 100
metra ryggsvimjing og 50 metra
firvalda svimjing.
Pál Joensen fer at kappast í 200,
400 og 1500 metra frísvimjing.
Serligur spenningur er um lut
tøkuna hjá Páli Joensen í 1500 metra
frísvimjing. Tann kappingin verður
leygardagin, og hóast Pál og venj
arin, Jón Bjarnason, ikki hava vilja
sagt so nógv um møguleikarnar
at vinna heiðursmerki, so eru tað
fleiri, sum halda, at Pál Joensen
hesa ferð eigur góðan møguleika at
røkka upp á heiðursmerkjapallin.
Føroysku
luttakararnir
fóru
mánamorgunin úr Føroyum, og
seinnapartin í gjár komu teir
til Stettin, har tey beinanvegin
vandu.
– Tíðliga í morgun vandu vit
aftur í høllini, sum bara er fimm
minuttir
frá
gistingarhúsinum,
sum vit búgva á, sigur venjarin Jón
Bjarnason úr Pólandi.
Karmarnir og vertirnir
Kappast verður í 25 metra hyli.
Høllin í Stettin, sum tað verður
kappast í, verður nevnt flótandi
høllin. Talan er um eina tað mest
nýmótans svimjihøllina í Pólandi.
Hon varð tikin í nýtslu fyri einum
ári síðani. Í høllini er 50 metra hylur,
men í hesum førinum verður hann
styttur til 25 metra hyl, tí talan er
um EM kapping í stutthyli.
Merkisvert er tað, at tað verður
kappast á tíggju geilum. Vanliga
plaga tað at vera átta geilir, men í
EM kappingini í Istanbul í Turka
landi fyri tveimum árum síðani
var kappingin fyri fyrstu ferð í hyli
við tíggju geilum, og soleiðis er tað
aftur hesa ferð. Allar kappingarnar
– innleiðandi, hálvfinalur og final
urnar – vera á tíggju geilum.
Umstøðurnar
at
kappast
í
Stettin eru góð staðfesting av, at
tað er langt frá umstøðunum, sum
plagdu at vera eyðkenni fyri gomlu
kommunistisku londini, og til tað,
sum er eyðkenni fyri hesa svimji
høllina. Her er ikki spart upp á
nakað. Umstøðurnar eru framúr
góðar hjá svimjarunum, hjá press
uni sum er væl umboðað, og eisini
hjá áskoðarunum. Tað er pláss fyri
2300 áskoðarum, og tað verður sagt,
at høllin fer at vera mest sum full
sett næstu dagarnar.
Í Pólandi er áhugin fyri svimjing
og
svimjikappingum
rættuliga
stórur. Tað kemst ikki minst av,
at Pólandi seinastu árini hevur
fostrað nakrar av heimsins bestu
svimjarum.
Her verður eitt nú hugsað um
Przemyslaw Stanczyk, sum í 2007
vann HM á 800 metra teininum og
Mateusz Sawrymowicz, sum vann
HM á 1500 metra teininum. Tá ið
henda kappingin var á skránni
seinast, vann Póland 20 gullmerki,
21 silvurmerki og 15 bronsumerki.
Stóra stjørnuskotið hjá pólend
ingum í løtuni er 22 ára gamli
Konrad Czerniak, sum í HM kapp
ingini í Shanghai síðsta summar
vann silvur og bara varð kneykaður
av fjúrtan falda olympiska meistar
anum Michel Phelps úr USA.
Luttakararnir
Í europeisku svimjisamgonguni
LEN eru 51 limalond, og 40 teirra
luttaka í hesi EM kappingini, ið
saman við EM kappingini í lang
hyli, sum í mai næsta ár verður í
Antwerpen í Belgia, er stóra euro
peiska avbjóðingin undan olymp
isku leikunum, sum vera í London
næsta summar.
Størsta
luttakaratalið
eigur
Póland, sum hevur 45 svimjarar við
í kappingini. Aðrar tjóðir, sum eiga
nógvar luttakarar, teljast millum tær
størstu og bestu ítróttartjóðirnar og
svimjitjóðirnar í Europa: Russland,
Italia, Stórabretland, Niðurlond,
Sveis, Týskland, Ungarn, Eysturríki,
Frakland og Kekkia.
Øll norðurlond eru umboðað í
Stettin. Danmark eigur 15 luttakarar,
Noreg eigur 13 luttakarar, Finnland
og Svøríki eiga 10 luttakarar í part,
og fýra íslendingar eru í Pólandi
og kappast í hesum døgum – ein
maður og tríggjar kvinnur.
Umframt Føroyar eru eisini
aðrar
smátjóðir
umboðaðar:
Luksemburg eigur fýra luttakarar,
Kypros eigur tveir og Liktinstein
ein luttakara, og so eru tað Føroyar,
sum eru umboðaðar av Elini Debes
og Páli Joensen.
Føroysku kappingarnar
Birita Debes fer í morgin at kappast
í 100 metra frísvimjing, og tá fer Pál
at kappast í 400 metra frísvimjing.
Farðið verður undir innleiðandi
kappingarnar klokkan 8.30, og
klokkan 16 eru hálvfinalurnar og
finalurnar á skránni.
Fríggjadagin fer Birita at kapp
ast í 50 metra firvaldasvimjing.
Fríggjadagin hevur Pál frí frá
kappinginum.
Leygardagin fer Birita at kappast
í 50 metra ryggsvimjing og 100
metra firvaldasvimjing, og Pál fer
at kappast á 1500 metra teininum.
Finalan í favorittkappingini hjá Páli
verður leygardagin klokkan 16.00.
Sunnudagin fer Birita at kappast
í 50 metra frísvimjing, og Pál fer at
kappast í 200 metra frísvimjing.
joannes@sosialurin.fo
Pál og Elin í
europeiska eldin
Svimjing Pál
Joensen og Elin
Debes fara næstu
dagarnar í Pólandi
at kappast millum
tey bestu í Europa
um EM í svimjing
í 25 metra hyli