Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Tað var ímóti endanum á út­ varps­tíðindunum hjá Kring­ varpinum á miðdegi í gjár, at upp­lesarin las upp eina um­ bering, sum segði, at »Kring­ varp Føroya ásannar, at Kring­ varpið fór út um markið fyri góðan fjølmiðlasið í einum inn­ slagi um avtalað spæl millum NSÍ og B36, sum var sent í út­varps­tíðindunum tann 14. oktober 2011 klokkan 12.20.« Víðari verður sagt í um­ber­ ingini, at »innslagið um av­talað spæl var ikki gjørt á nøkt­andi keldugrundarlagi. Ítróttar­ fel­øgini, sum vóru fyri skuld­ set­ingum, fingu harumframt ikki møguleika at svara aftur. Kring­varpið biður B36, NSÍ og lurt­arar um umbering.« Talan var um eitt heilt marg­ háttligt innslag, ið útvarpið hjá Kringvarpinum nú sigur umskylda fyri, næstan tveir mánaðir seinni, tí innslagið fevndi mestsum bara um git­ ingar og so at siga ongar sum helst faktiskar upplýsingar. Innslagið hjá útvarpinum, ið Sigmar Bláberg hevði gjørt, byrjaði soleiðis: »Tíðindi ganga um, at NSÍ ætlar at lata B36 vinna dystin sunnudagin, so NSÍ sleppur upp í europeisku kapp­ingina, sum gevur nógvar pengar. FSF umrøður málið í løtuni.« Hóast øllum stóð greitt, at NSÍ neyvan fór grátandi av vøll­inum, um B36 vann júst henda dystin og gjørdist føroya­meistari, so var alt tos um avtalað spæl púrasta burtur­við. Men at leggja tvey feløg undir avtalað spæl er ein álvar­slig skuldseting – ikki minst, tá hvørki av feløgunum verður spurt… Longu sama dag, sum henda íspunna søgan hevði verið í útvarpinum hjá Kring­ varp­inum, gjørdu bæði NSÍ og B36 vart við seg og mótmæltu, men umberingin er eftir øllum at døma blivin viðgjørd sera væl í Kringvarpinum, nú tað tók næstan tveir mánaðir at avgreiða hana. Umberingin er ikki at finna á heimasíðuni hjá Kring­varpinum, hóast søgan frá innslagnum eisini stóð har í eina løtu, men bleiv strikað seinni henda fríggjadagin í oktober. hilmarjan@sosialurin.fo Kringvarpið sigur umskylda Fótbóltur Í útvarpstíðindunum á miðdegi í gjár kom Kringvarpið við einari umbering, tí útvarpstíðindini tann 14. oktober høvdu lagt NSÍ og B36 undir avtalað spæl undan Vodafonedystinum teirra millum í Runavík nakrar dagar seinni Hilmar Jan Hansen Hóast bæði Tjaldur og Kyndil bara høvdu fingið góðar tveir dagar at hvíla seg í, bilaði ikki at finna málið, tí heili 62 mál komu í dystinum í Runavík í gjárkvøldið – ella meira enn eitt um minuttin. So er eisini alt sagt, sum liðini mundu hava til felags, tí Kyndil átti 14 mál fleiri enn Tjaldur. Sigurin hjá Kyndilskvinnum varð grundaður beinanvegin, tí fyrri hálvleikur var ikki meira enn gott og væl hálvrunnin, so vóru 10 mál á muni. Hesin munur helt sær allan dystin og øktist aftan á fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, so talan gjørdist um ein knúsandi sigur til Kyndil. Sunnudagin mátti Kyndil lúta fyri grannunum úr Neistanum, men fekk væl og virðiliga reist seg aftur í gjárkvøldið, og undan teimum báðum dystunum, sum eru á skránni í kvøld í hesum sama umfarinum, fylgir Kyndil væl við teimum fremstu og er bara eitt stig frá einum finaluplássi. Hinvegin er Tjaldur veruliga ein skuggi av sær sjálvum, nú liðið liggur allarniðast av øllum við bara einum stigi fyri teir níggju dystirnar higartil. At liðið var viknað undan hesum kappingarárinum, var ikki ókent, og í løtuni eru so heili fimm stig upp til næstaftastu liðini á stigatalvuni. hilmarjan@sosialurin.fo Tjaldur: Adina Petrea 10, Heidi Sevdal 7, Jacoba Langgaard 4, Ansy Sevdal 2, Ranva Jacobsen 1 Kyndil: Turið Arge 7, Annika Sigurðsdóttir 7, Anja Heinadóttir 6, Anna Brimnes 5, Ásleyg Súnadóttir 3, Bára K. Hansen 2, Bjarta Johansen 2, Birita Mortansdóttir 2, Randi S. Wardum 2, Guðrið G. Eystberg 1, Jórun Ludvig 1 Hilmar Jan Hansen Bæði í Sunset-kappingini hjá kvinn­ um og Atlantic Airways-kapp­ingini hjá monnum er í hesum døgum stutt millum dystirnar. Í gjár­kvøld­ ið var ein kvinnudystur og í kvøld verða tveir aftrat, um­framt tríggir mansdystir. Og um viku­skiftið er aftur fult umfar í báðum kapp­ing­ um. Sum nevnt aðrastaðni á hesi síðu, spældu Tjaldur og Kyndil í Runa­vík í gjárkvøldið, og í kvøld eru so tveir kvinnudystir aftrat. Neistin og VÍF spæla í høllini á Hálsi í Havn og StÍF og Stjørnan spæla í høllini á Skála. Hóast VÍF-kvinnurnar um viku­ skiftið koppaðu VB, ið hevur frí hetta umfarið, eru tað vertirnir í Neistanum, ið mugu sigast at vera stórfavorittar í Havn. Ólíka verri er at spáa um dystin á Skála, har Stjørnan má metast sum eitt slag av favoritti, samstundis sum StÍF heldur ikki kann undirmetast, so her kann gerast spennandi. Vilja nærkast KÍF Í Atlantic Airways-kappingini hjá monnunum hevur oddaliðið, KÍF, frí í kvøld, meðan øll hini seks liðini spæla. Tað vil siga, at kappingarneytarnir hjá kollfirðingum fara at royna at nærkast – men tað kunnu teir ikki allir. Orsøkin til, at ikki øll kunnu nærkast, verður at finna í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin og VÍF møtast í kvøld. Neistin er fýra stig aftan fyri KÍF og VÍF er átta stig aftan fyri KÍF, so sum kappingin nú sær út, eru bæði Neistin og VÍF við í kappingini um ein finalusess, tí KÍF er stórfavorittur. Eisini H71 liggur framvið, og hoyvíkingar skulu á Skála spæla ímóti StÍF, og triði dysturin er tann í Klaksvík millum Team Klaksvík og Kyndil. hilmarjan@sosialurin.fo Sunset-kappingin 07/12 18.30 Neistin - VÍF 07/12 20.00 StÍF - Stjørnan Atlantic Airways 07/12 18.30 StÍF - H71 07/12 20.00 Neistin - VÍF 07/12 20.00 Team Kl. - Kyndil Eik-ligan, kvinnur 08/12 18.00 Dráttur - Mjølnir Dystir í vikuni: UMSKYLDA Kringvarp Føroya kom í gjár við eini umbering til NSÍ, B36 og lurtararnar, tí útvarpið hjá Kringvarpinum í eini tíðindasending við berum gitingum legði NSÍ og B36 undir avtalað spæl Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldur - Kyndil 24-38 (10-21): Fimm dystir í kvøld Hondbóltur Tveir dystir hjá kvinnum og tríggir hjá monnum eru á skránni í bestu hondbóltsdeildunum í kvøld Kyndil vann knúsandi Kvinnuhondbóltur Longu í fyrra hálvleiki var alt avgjørt, tá Kyndil var og vitjaði í Runavík í gjárkvøldið. Tjaldur megnaði meira eftir steðgin, men tapti allíkavæl stórt STÓRSIGUR Eingin slingur var í valsinum hjá kvinnunum í Kyndli, tá tær í gjárkvøldið í Runavík vundu burtur úr Tjaldri við 14 málum Savnsmynd: Álvur Haraldsen