Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Annfinn V. Hansen, adv. (H) annfinn@advokat.fo Rannvá Ragnarsdóttir, adv. mediator rannva@advokat.fo Djóni Thomassen, adv. LL.M. djoni@advokat.fo Jens Andrias Vinther, adv. jav@advokat.fo Námsfrøðingur til Látipípuna Søkt verður eftir námsfrøðingum til Látipípuna at byrja skjótast til ber. Annað starvið er 40 tímar um vikuna, at byrja 1. januar 2012. Hitt starvið er 30 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2012 ella eftir nærri avtalu. Um eingin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkaði størv. Vit vænta, at: • tær dámar at vera úti saman við børnum, og at tú dugir at síggja styrkirnar hjá hvørjum einstakum barni • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og er nærverandi • tú hevur góð samstarvsevnir • tú ert opin og erlig/-ur í samskiftinum við onnur Vit kunnu bjóða: • ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góðum møguleikum fyri túrum í á, haga og fjøru • ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina at menna arbeiðið við børnunum • ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum avbjóðingum Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Annu Dalsgaard, leiðara, á tlf. 770 150. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. desember 2011 kl. 12. Vestmanna Kommuna Bakkavegur 16 Postboks 91 355 Vestmanna Látipípan er stovnur við útbarnagarði til 5-7 ára gomul børn og frítíðarstovu til børn í 1.-2. flokki. Stovnurin er í Miðalsbrekku í vøkrum náttúruumhvørvi millum Hórðará og Gjógvará – tætt við hagan. Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum.