fríggjadagur 20. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 35 - 20. februar 2004
Nr. 35 - 20. februar 2004
3
UNGDÓMUR
Tey ungu á Tvøroi hittast á
Statoilstøðini. Ikki tí, at tey
eru so fegin um tað, men
heldur av neyð, tí einki
veruligt stað til tey ungu er
á Tvøroyri.
Hetta varð umrøtt í grein
í blaðnum í gjár. Men í
sambandi við greinina í
gjár vantaði ein mynd. Tað
var myndin av teimum
báðum, Britt og Esther,
sum ganga í 9. flokki í
Tvøroyrar skúla.
Tær søgdu m. a., at tær
kunnu ikki lata vera við at
koma á Statoilstøðina, tí á
Tvøroyri er onga aðrastaðni
at fara, og tí hittast tær –
saman við øðrum ungdómi
á Tvøroyri, á Statoilstøðini.
Tær halda tað vera eitt
frálíkt hugskot, um ein
ungdómsklubbur
varð
stovnaður, so sum greitt
varð frá í blaðnum fríggja-
dagin.
Og tær eru samdar um, at
fara nakrir bleytir stólar at
finnast har ella ein sofa, ja,
so hevði tað bara verið
fantastiskt. Og tað má
sigast, at krøvini ikki eru so
øgiliga høg...
Britt og Esther
fegnast um
ungdómshús
ROKKKVØLD
Tíðindaskriv
Stór var frøin, tá tað frætt-
ist, at ein av okkara allar-
bestu rokksangarum, sum
vit annars hildu okkum at
hava mist til Eysturoynna,
Mikkjal Gaard Hansen,
maðurin, sum fekk Krit at
flúgva og okkum onnur at
flippa út við kultbólkinum
Sic, aftur vildi koma at
spæla í høvuðstaðnum.
Mikkjal, sum er føddur
og uppvaksin (tónlistarliga)
á Margarinfabrikkini, kem-
ur nú heim aftur og ætlar
hann saman við nýggja
rokkbólki sínum SIC at lata
løgini tóna í nýmálaðu
rokkstovuni á Margarin-
fabrikkini.
Tveir aðrir bólkar eru
eisini fúsir at spíla seg út og
geva rokkinum eitt spark.
Teir eru 48 Pages (fyrrver-
andi Monkey Mongolia)
við broyttari manning og
einum nýggjum stíli, sum
vil nakað og Speaker, ið
hevur lagt seg trygt á ein
stíl, sum alt fleiri halda sera
nógv um.
Alt í alt verður lagt upp
til eitt feitt rokkkvøld, har
streymurin verður settur á
ungdómin, og væntandi
koma nógv fólk til hetta
sera spennandi tiltak.
Konsertin
verður
á
Margarinfabrikkini fríggja-
kvøldið kl 22.
Mikkjal kemur aftur til Havnar:
Rimmar rokkkvøld
við Speaker,
48 pages og SIC
Britt og Esther
vóna, at ung-
dómshúsið
skjótt verður
veruleiki, tí
stórur tørvur
er á tí
Mynd: Anna P.
Mortensen
Umvælingarnar á Norrønu ganga væl
– Umvælingarnar á
Norrønu á skipa-
smiðju í Hamburg
ganga væl, og tíðar-
ætlanin 20. mars tyk-
ist halda, tá Norrøna
aftur skal í sigling.
Metalskaðin á skipin-
um er ornaður, og nú
verður bíðað eftir
nýggjum skrúvum,
sigur Kári Durhuus,
fjølmiðlaráðgevi á
Smyril Line. Hann
hevur seinastu tíðina
marknaðarført norð-
uratlantiska ferða-
vinnu á tíðindafund-
um og ráðstevnum í
Týsklandi og Ong-
landi, og hóast skað-
an hjá Norrønu á
Havnarvág herfyri er
áhugin sambært Kára
Durhuus bert vaks-
andi uttanlanda
FERÐAVINNA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir óhepna skaðan á
Havnarvág verður flagg-
skipið í norðuratlantisku
ferðavinnuni sum kunnugt
umvælt á kendari skipa-
smiðju í Hamburg í hesum
døgum. Fjølmiðlaráðgevin
hjá Smyril Line, Kári Dur-
huus, letur væl at gongdini,
har metalskaðin á Norrønu
er ornaður, meðan tað
framvegis verður bíðað
eftir nýggjum skrúvum.
– Sum upprunaliga ætlað
leggur Norrøna helst frá
landi úr Hanstholm 20.
mars, eftir at hon hevur
verið ígjøgnum eitt garanti-
eftirlit,
so
tíðarætlanin
skuldi hildið, um einki
óvæntað hendir, vísir Kári
Durhuus á, sum við tíð-
indafundum og ráðstevnum
marknaðarførir
norður-
atlantisku ferðavinnuna utt-
anlanda.
Vaksandi áhugi
Sæð burtur frá sjálvum
skaðanum á Norrønu, sum
kostar Smyril Line 1,5
milliónir í sjálvsábyrgd, er
tað sambært Kára Durhuus
ov tíðliga at meta um av-
leiðingarnar av óhappinum
í samlaðu føroysku ferða-
vinnuni. Men rákið tykist
vera positivt við einum
vaksandi áhuga frá tíðinda-
fólki uttanlanda, sum við-
gerða ferðavinnu.
– Á teimum ráðstevnum
og tíðindafundum, vit hava
havt í Onglandi og Týsk-
landi, er áhugin sera stórur
fyri spildurnýggja ferða-
mannaskipinum og ferða-
vinnu sum heild um okkara
leiðir, har skaðin hjá Norr-
ønu ikki tykist hava oyði-
lagt umdømið, sigur Kári
Durhuus.
Talið av tíðindafólkið á
tíðindafundum hjá Smyril
Line uttanlanda er sambært
Kára Durhuus tvífaldað, og
fyri stuttum møttu 20-30
journalistar í München upp
at hoyra um møguleikarnar
at ferðast um okkara leiðir.
Kári Durhuus undirstrikar,
at 20-30 tíðindamenn er eitt
sera høgt tal í hesum høpi.
Framvegis leggja at í
Havn
Líka síðani Norrøna kom
til Føroya hevur áhaldandi
kjak verið um, hvar Norr-
øna skal leggja at, og røddir
hava verið frammi um, at
Havnin ikki er egnað. Men
sambært fíggjarstjóranum á
Smyril Line, Jóannes á
Váli, verða ongar broyting-
ar gjørdar hesum viðvíkj-
andi.
– Norrøna fer framvegis
at leggja at í Havn, og hóast
talan er um eitt áhaldandi
kjak, hava vit ongar ætlanir
um at broyta hetta, sigur
Jóannes á Váli.
Viðvíkjandi fíggjarviður-
skiftunum hjá Smyril Line
hevur annars ljóðað, at tal-
an av ymsum orsøkum ikki
gjørdist um eitt gott ár í
fjør, men hetta hevur fíggj-
arstjórin ongar viðmerking-
ar til.
– Roknskapurin er ikki
endaliga uppgjørdur, og
annars avdúka vit vanliga
ikki upplýsingar um hetta
undan
aðalfundinum
í
næstum, sum tó ikki er fast-
lagdur enn, sigur Jóannes á
Váli at enda.
– Hóast skaðan hjá Norrønu
tykist áhugin fyri norður-
atlantisku ferðavinnuni og
Norrønu bert vera vaksandi,
sigur Kári Durhuus, fjøl-
miðlaráðgevi hjá Smyril
Line, sum letur væl at um-
vælingunum á Norrønu í
Týsklandi
Í løtuni verður bíðað eftir nýggjum skrúvum til Norrøna, eftir at tær gomlu fóru so illa í
óhappinum á Havnarvág
Metalskaðin hjá Norrønu er júst ornaður á skipasmiðju í Hamburg, og ætlanin um comeback
20. mars tykist halda
C
M
Y
K
3
2