Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 35 - 20. februar 2004 Nr. 35 - 20. februar 2004 5 Koyringin av gróti verður ikki tikin uppaftur fyrrenn nakað út í mars mánaða, men tað er framvegis ætlanin, at nýggi Smyril skal sleppa til bryggju fyrst í november FERJULEGA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið upp á ferjuleguna í Trongisvági má nú um- skipast. Tað verður neyðugt eftir at øll koyringin við gróti til molan á ferjuleguni mátti halda uppat. Koyringin mátti halda uppat tí at ivi hevur tikið seg upp um, hvussu nógv grót, Landsverkfrøðingurin hevur loyvi at taka til enda- málið. Tá ið Landsverkfrøðing- urin fekk loyvi at gera grót- brot Inni í Líð í Trongis- vági, var treytin frá friðing- armyndugleikanum, at hann skuldi halda seg inn- anfyri eina ávísa linju. Men nú hevur ivi tikið seg upp um, hvar hendan linjan er. Landsverkfrøðingurin sigur, at tað vóru bara nøk- ur punkt sett upp, men at ongin linja varð gjørd. Og nú er sprongt so langt, sum teir halda er ráðiligt. Firðingarnevndin í Suð- uroy hevur kannað viður- skiftini og er komin eftir, at loyvt er at sprongja enn longri suður. Men fyri at ongin ivi skal taka seg upp, skal málið nú viðgerast í yvirfriðingar- nevndini og hon hevur ikki fund, fyrrenn mitt í mars og fyrrenn tá verður koyringin av gróti til molan ikki tikin uppaftur. – Umsóknin um at taka grót hevur ikki verið nóg greið og nóg fullfíggjað, sigur landsverkfrøðingurin. Umskipa arbeiðið Tað er byggifelagið Arti- con, sum ger arbeiðið og mikudagin var fundur ímillum Articon og Lands- verkfrøðingin um støðuna. Jákup Enni, sum er arbeiðs- leiðari hjá felagnum í Tron- gisvági, sigur, at nú verður neyðugt at umskipa arbeið- ið. Hann sigur, at sum støð- an er, má koyringin av gróti til molan bíða eftir yvirfrið- ingarnevndini, tó kunnu teir kanska byrja nakrar dagar, áðrenn hon hevur fund við at koyra grót sum liggur. Annars má arbeiðið leggjast um, so at teir nú fara at framskunda arbeiðið upp á sjálva ferjuleguna. Grót, sum er sprongt í grótbrotinum, verður so brúkt til tað. Jákup Enni sigur, at tað er framvegis ætlanin at sjálv ferjulegan skal vera liðug fyrst í november, so at nýggi Smyril fær lagt at, tá ið hann kemur. Men sum støðan er nú, kann ikki væntast, at molin verður liðugur, so tí má koyrast við gróti eftir at Smyril er komin. Men skuldi tað hent, at yvirfriðingarnevndin ikki er samd við friðingar- nevndini í Suðuroy, so at teir ikki sleppa at sprongja meir? – Ja, so fyriliggur ein nýggj støða, sum má takast upp tá, sigur Jákup Enni. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, segði við Sosialin í gjár, at so má grót fáast til vega onkra aðrastaðni frá. Enn manglar 50 metrar í at fáa molan lidnan. Av gróti verður brúk fyri 150.000 rúmmetrum aftur- at, men verður linjan løgd soleiðis, sum Landsverk- frøðingurin vónar at fáa viðhald fyri í yvirfriðingar- nevndini, verður nóg mikið av gróti. Hitarør verða neyvan løgd ígjøgnum norð- oyatunnilin so at av- lopshitin av brenni- støðini í Leirvík kunnu brúkast í Klaksvík.Tingmenn úr fleiri flokkum halda, at tað er rætt- ast at brúka avlops- hitan á staðnum FJARHITI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fjarhitin frá brennistøðini í Lorvík skal brúkast í Lor- vík. Í hvussu so er, verður tað ikki við almennum peng- um. Tað má verða niðurstøð- an eftir at løgtingið um- røddi spurningin á tingi í gjár. Torbjørn Jacobsen, løg- tingsmaður, spurdi løg- mann um ætlanina at leggja hitarør ígjøgnum Norðoya- tunnilin og at brúka av- lopshita í Klaksvík. Løgmaður svaraði, at ein bólkur, sum hevði kannað málið, var komin eftir, at tað loysti seg ikki. Tó mælti bólkurin, at umhugsa at gera eina grøv ígjøgnum tunnilin, so at rør kundu leggjast seinni, skuldi tað verið. Men tað er eisini ivingar- samt, um tað verður av nøkrum. Fleiri politikarar úr yms- um flokkum vístu á, at tað var rættast at brúka fjarhit- an frá brennistøðini til onk- ur endamál nærhendis brennistøðini sjálvari. Ì hesum sambandi varð víst á, at Høvdavirkið brúkti avlopshita frá brennistøðini og ætlanir vóru um útbyggingar, so at tilsamans skuldi virki rund- anum brennistøðina brúka eini 80% av hitanum frá brennistøðini. Orkan skal brúkast á staðnum Kristian Magnussen úr javnaðarflokkinum vísti á, at IRF og brennistøðin í Havn stóðu fyri stórum av- bjóðingum við at reinsa roykin frá støðunum. Samstundis eru brenni- støðirnar við at eldast. Hann mælti heldur til at vit bygdu eina stóra brennistøð fyri alt landið í miðstaðar- økinum, tí ein stór støð gevur nógv meiri orku enn tvær smærri, og so varð av- lopshitin brúktur til hús í Havn í sambandi við Fjar- hitafelagið, sum longu er í høvuðsstaðnum. Eisini Jákup Mikkelsen úr fólkaflokkinum helt, at tað átti at kannast um tað ikki var skilabetri at gera eina stóra brennistøð. John Johannesen úr javn- aðarflokkinum vísti á, at í hesum sambandi var ikki bara talan um orkupolitikk, men um yvirskipaðan um- hvørvispolitikk, sum landið eigur at taka støðu til ístað- in fyri at tveita myndug- leikin upp í hendurnar á kommunalum felagsskap- um. Og brennistøðirnar kunnu eisini brúkast til at at útvega hita, tær kunnu eis- ini brúkast til at framleiða elorku við. Tað snýr seg um at orða ein yvirskipaðan orku- og umhvørvispolit- ikk. Bæði Jóannes Eidesgaard úr javnaðarflokkinum og Torbjørn Jacobsen tóku undir við at vit orðaðu ein yvirskipaðan orku- og um- hvørvispolitikk. Kjartan Joensen úr fólka- flokkinum upplýsti, at næstan helvtin av avlops- hitanum frá brennistøðini verður brúktur. Tað er stórt byggilendi rundanum brennistøðina og verða fleiri virki bygt rundanum har, er øll orkan brúkt. Tí er tað at tveita pening burtur at leggja rør ella grava grøv ígjøgnum Norðoyatunnilin. – Tað ber eisini til hjá klaksvíkingum at byggja virki í Leirvík. Andrias Petersen úr javn- aðarflokkinum helt, at tað kom at ganga nógv ár, áðr- enn tað ver at loysa seg at leggja fjarðhitarør langar leiðir og vísti á royndirnar úr Hoyvíkshaganum, har allir oljugrunnurin hjá landinum varð tømdur fyri at bjarga fjarhitafelagnum. Hann tók undir við, at avlopshiti frá brennistøðini varð brúktur til ídnaðar- endamál undir liðini á brennistøðini til orkukrevj- andi ídnað á staðnum. Páll á Reynatúgvu úr tjóðveldisflokkinum helt eisini at tað var rætt at kanna um tað ikki var rætt- ast at gera eina stóra brennistøð fyri at fáa rakst- urin so effektivan sum gjørligt. Tórbjørn Jacobsen segði at tað má verða sjálvsagt, at økið rundanum brennistøð- ina verður brúkt til eitt ídn- aðarøki, har virkini kunnu brúka avlopshita, ístaðin fyri at leggja rør ígjøgnum undirsjóvartunnilin. Jóannes Eidessgaard helt at tað kundi verið vert at umhugsa at lagt grøv ígjøg- num undirsjóvartunnilin til at leggja rør og kaðalar ígjøgnum, tí tað var vanligt aðrastaðni, tí ongin visti, hvørjir møguleikar tóku seg upp í framtíðini. Tó var hann samdur í, at vit fingu mest burturúr at brúka avlopshitan frá brennistøðini við at brúka hann á staðnum. Arbeiðið upp á ferjuleguna í Trongisvági má leggjast um Ætlanin er framvegis, at nýggi Smyril skal sleppa til bryggju í Trongisvági, tá ið hann kemur, men molin verður ikki liðugur Fjarhiti frá brennistøðini skal brúkast í Leirvík Felagið Vágar hevur sett nýggjan kunn- ingarleiðara, eftir at Terji Nielsen fór úr starvi fyrr í mánað- inum FERÐAVINNA Edvard Joensen Vágar: Anna Sofía Nor- dendahl er sett sum leiðari fyri Kunningarstovuna hjá Felagnum Vágar í Miðvági. Hon tekur við eftir Terja Nielsen. Anna Sofía Nor- dendahl er ikki ókend í vinnuni. Hon hevur í sjey ár starvast á Kunningrsotvuni í Vágum, sum tó ikki hevur verið so virkin og skipað soleiðis, sum hon er í dag, nú fleri fólk eru til arbeiðis bæði á sjálvari Kunningar- stovuni og við Kunningar- diskin á flogvøllinum. Niels Olgar Joensen, for- maður í felagnum Vágar, sigur, at tey fara at miða eftir at fáa ein avloysara aftur at tí halvumøðrum starvinum, sum er í løtuni. Hesin avloysarin skal so taka við eftir tørvi, sigur hann. Virksemið hjá Kunning- arstovuni verður á leið, sum tað hevur verið framman- undan. Tó er ein nýggjur faldari á veg, sum er eitt sindur øðrvísi, enn teir undanfarnu hava verið. Í nýggja faldaranum verður umframt teir túrar og støð, ið eru at síggja og vitja í Vágum, eisini ein partur, har lýst verður við, hvørjir handlar eru í oynni, og hvat teir hava at selja. Fýra síður verða settar av til handlarnar, sigur Niels Olgar Joensen. Har verður so kort yvir bygdirnar, har ásett er, hvar handlarnir liggja. Hetta er sum vera man serliga ætlað fremmanda- fólki, sum kemur í Vágar, sigur Niels Olgar Joensen. Fólk, sum til dømis sita á flogvøllinum og bíða, kunnu so stytta sær stundir við at vitja handlarnar, sum eru í oynni, sigur hann. Lions Club í Vágum skpar sunnudagin fyri árliga føstuláv- intstiltakinum í ítróttarhøllini á Giljanesi. Ágóðin av tiltakinum verður brúktur til at endur- reisa minnisvarðan í Mykinesi fyri INNSAVNAN Edvard Joensen Vágar: Árliga aturvend- andi Giljanestiltakið hjá Lions Club í Vágum verður hildið sunnudagin í føstu- inngangi. Vanligu tiltøkini, sum plaga at vera á slíkum til- tøkum, verða eisini við hesaferð. So sum eydnu- hjól, lutaseðlasøla, fiski- brunnur og slíkt, sum fólk kunnu royna. Vinningarnir í eydnuhjólinum eru millum aðrar slíkt, sum limirnir í Lions sjálvir hava gjørt. Lions í Vágum plagar hvørt ár at prenta lutaseðl- ar, sum verða seldir undan og undir sjálvum tiltakinum á Giljanesi. Soleiðis er eisini í ár. Eitt nýtt tiltk hesaferð verður ein konsert, sum verður klokkan 20.00 sunnukvøldið. Ikki tað, at konsertir og slíkar fram- førslur ikki hava verið, men hesaferð verða tað Lions- menn sjálvir sum fara at syngja. Eitt mannskór hava teir sett upp og hava vant nakrar sangir til júst hetta tiltakið. Regin Poulsen, forseti í Lions Club Vágar, setir til- takið seinnapartin klokkan 16.00. Eydnuhjólið byrjar klokkan 17.00, og lutaseðl- arnir verða drignir, tá tiltak- ið endar klokkan 23.00. Nýggi flotin hjá Maersk Air fer at skifta lit, soleiðis at tann kendi ljósablái liturin ikki verður so einaráðandi FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Nýggja søluherferðin hjá Maersk Air fer nú eisini at síggjast aftur í litunum á nýggju flogførunum. Ljósablái liturin verður í stóran mun skiftur út við hvítt og myrkablátt. Tað er i samband við nýggja átakið hjá Maersk Air, at hendan broytingin veðru gjørd, sigur Per Brinch, kunningarstjóri hjá Maersk Air. Nógv verður gjørt burtur úr at lýsa rutur og slíkt, og tí verður eisini mett, at eygað skal hava sítt, sigur hann. Nýggja konseptið umfat- ar rutur suður í Europa, og ikki Føroyarutuna. Tí verða tað í fyrsta umfari bert tey nýggju Boeing 737-700 flogførini, sum flúgva á heusm rutunum supureftir, sum verða málað við nýggju litunum. Flogførini, sum flúgva til Føroya, eru av slagnum Boeing 737-500 og verða ikki málað í fyrsta umfari, sigur Per Brinch. Hann sigur, eyðkenda stjørnan í búmerkinum hjá A.P. Møller sjálvandi verð- ur at síggja á flogførunum eisini eftir, at tey hava skift lit. Fyrsta flogfarið við nýggju litunum varð sýnt fram í Kastrup mikumorg- unin. Nýggjur kuningarleiðari í Vágum Føstulávintstiltak á Giljanesi Maersk flogfør skifta lit Nýggju Boeing 737-700 flogførini há Maersk Air skulu øll skifta lit. Tey fara tó ikki at flúgva til Føroya Anna Sofía Nordendahl, í miðuni, tekur við sum kunningarleiðari eftir Terja Nilsen, v.m. Astrid Berglíð, h.m., er eisini í starvi hjá Kunningarstovuni í Vágum Mynd: Edvard Joensen Ágóðin av føstulávintstiltakinum hjá Lions Club í Vágum í ár fer til at endurreisa minnisvarðan í Mykinesi C M Y K 5 4