fríggjadagur 20. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 35 - 20. februar 2004
Nr. 35 - 20. februar 2004
7
13. mars verður borg-
arafundur í Nólsoy,
og eina viku seinni
verður fólkaatkvøða
um samanlegging við
Tórshavnar komm-
unu. Jógvan Thom-
sen, bygdarráðsfor-
maður, dugir ikki at
meta um, hvørja
støðu nólsoyingar
fara at taka til saman-
legging, men bygdar-
ráðið er samt um, at
hetta er gongda leiðin
hjá nólsoyingum
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur nógv
verið tosað saman millum
umboð
fyri
Nólsoyar
kommunu og Tórshavnar
kommunu
um
saman-
legging av kommununum.
Jógvan Thomsen, bygd-
arráðsformaður í Nólsoy,
sigur, at fyrstu fundirnir í
hesum arbeiði, vóru á
embætismannastigi, sum
hann tekur til.
- Eitt forarbeiði varð
gjørt, ið legði arbeiði, sum
gerast skal frameftir, í fast-
ar karmar, eitt nú við einum
fylgiskjali til sáttmála um
samanlegging.
Tað vóru bygdarráðs-
formaður og Jens Marius
Poulsen, kommunustjóri í
Tórshavnar kommunu, sum
løgdu hetta arbeiði til
rættis. Fylgiskjalið til høv-
uðssáttmálan fyllir 28 A4
síður.
Síðan komið varð til tann
politiska partin, hevur ein
samráðingarbólkur
við
trimum umboðum úr hvørji
kommunu havt fundir um
samanleggingina.
Fólkaatkvøða
Jógvan sigur, at ein høv-
uðssáttmáli nú er gjørdur,
sum fyllir tríggjar A4 síður.
Hesin verður væntandi
sendur borgarunum í Nóls-
oyar kommunu nú í viku-
skiftinum.
Borgarafundur í Roynd-
arhúsinum í Nólsoy, 13.
mars, og síðan verður
fólkaatkvøða um saman-
legging í Nólsoy, 20. mars.
Jógvan Thomsen sigur, at
sambært
ætlanini,
sum
fyriliggur, verður Nólsoyar
kommuna løgd saman við
Tórshavnar kommunu á
nýggjárinum, 2005.
Spurdur, hvussu hann
metir, at undirtøkan í Nóls-
oy er fyri samanlegging,
sigur hann, at tað dugir
hann ikki at meta um.
- Men bygdarráðið stend-
ur púra samt í hesum máli
og samtykti einmælt at taka
upp samráðingar við Tórs-
havnar
kommunu
um
samanlegging.
Hann sigur, at tað eru
nógv viðurskifti, sum peika
tann vegin, at rætt er at fara
uppí Tórshavnar kommunu.
- Vit hava eisini verið á
fundi við landsstýrismann-
in í innlendismálum sum
sigur, at "koyriætlanin" hjá
hesum landsstýrinum er
tann sama sum hjá undan-
farna landsstýri, nevniliga
at vit eiga at hava færri
kommunalar eindir, nú
politikkurin er, at kommun-
urnar skulu umsita fleiri og
fleiri málsøki.
Jógvan heldur tí, at bygd-
arráðið hevur skyldu til at
geva borgarunum í Nólsoy
møguleikan at taka støðu til
samanlegging við Tórs-
havnar kommunu.
Sáttmálin
- Sáttmálin ber í fyrsta lagi
í sær, at vit fáa ein nýggjan
barnagarð í Nólsoy til um-
leið 30 børn. Sum er, er
missiónshúsið karmur um
barnagarðin, men hesin er
meira enn fultsettur nú.
Aftrat hesum, sigur Jógv-
an, at nøkur smærri arbeiði
skulu gerast beinanvegin,
sum kosta umleið eina
miljón krónur.
- Sambært ætlanini skulu
hesi smærri arbeiðini gerast
í hesum árinum, og nýggi
barnagarðurin skal byggjast
í næstu setu, nú kommunu-
val verður til heystar.
Jógvan vísir á, at um-
framt tey mál, sum fremjast
skulu í hesum árinum og í
næstu setu, er avtala gjørd
um ávísar langtíðar íløgur.
- Her er talan um útbygg-
ingar av skúlanum, eldra-
økinum og liðugtgerð av
svimjihylinum, sum stend-
ur í gerð í Nólsoy.
Spurdur, nær hesar íløgur
væntandi kunnu gerast,
sigur Jógvan:
- Eingin kennur framtíð-
ina, og tað veldst um,
hvussu
fíggjarvánirnar
verða. Gongst væl, koma
íløgurnar fyrr, men gongst
verri, koma tær seinni.
Hann vísir á, at sáttmálin
byggir á solidariskan anda,
soleiðis at tíðin kemur
borgarunum til góðar, tá ið
tað gongst væl og gongst
minni væl, mugu borgarar-
nir eisini bera tað.
Havnarlagið
Spurdur, um Tórshavnar
kommuna eisini tekur eina
hond í, nú havnalagið í
Nólsoy verður útbygt, sigur
Jógvan.
- Her eru vit samdir um,
at
havnaútbyggingar
í
fyrsta lagi er landsuppgáva,
men vit vænta, at vit verða
komnir rættiliga langt við
tí, sum nú verður gjørt,
áðrenn ein møgulig saman-
legging verður framd.
Hann sigur, at hesi viður-
skifti eru umrødd millum
partarnar og tað, sum
Jógvan væntar verður eftir
at fremja, tá ið samanlagt
er, eru møguligar dýpingar
av havnini og ferjuskrái.
- Eg trúgvi, at eisini slík
viðurskifti
verða
betur
fingin undir land, tá ið vit
saman standa sterkari, sigur
Jógvan Thomsen.
Í Nólsoy búgva 262 fólk í
dag. Nøkur ár herfyri vaks
fólkatalið, men nú eru tey
færri aftur. Í skúlanum eru
35 børn og á dagstovninum,
sum nú er meira enn fult-
settur, er talið 22.
Eins og aðrastaðni, har
alivinnan hevur verið ein
partur av inntøkugrund-
arlagnum, hava fólk, sum
starvast á landalistøðini í
Nólsoy, eisini mist arbeiði.
Herfyri læt støðin aftur,
sum seinastu árini hevur
húsast í bygninginum, sum
áður var fiskavirki.
Einir tríggir mans vóru í
starvi hjá felagnum, sum
hevði alivirksemi í Nólsoy.
Í Nólsoy eru fleiri fiski-
menn, og nógv fólk ferðast
hvønn dag inn á megin-
landið at arbeiða.
Borgarafundur og fólkaatkvøða
um samanlegging
- Eg haldi, at bygdarráðið hevur skyldu til at geva borgarun-
um í Nólsoy møguleikan at taka støðu til samanlegging við
Tórshavnar kommunu, sigur Jógvan Thomsen, bygdar-
ráðsformaður
Herfyri læt eisini alistøðin í Nólsoy aftur. Eini trý fólk tjentu til lívsins uppihald á støðini
Rás 2 er nú flutt úr
Havn og inn til
Søldafirðar
ÚTVARPSSTØÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Higartil hevur Rás 2 húsast
í leigaðum hølum við Hoy-
víksvegin í Havn. Men nú
flytir alternativa útvarps-
støðin í egin høli í Søldar-
firði.
Tað var tann 14. desemb-
er í 1999, at Rás 2 sendi á
fyrsta sinni. Tað var Petur
Jacobsen, sum saman við
øðrum keypti tað, sum eftir
var av Atlantic Radio, sum
var fyrsta alternativið til
Útvarp Føroya.
Síðani hevur Petur Jacob-
sen ment støðina, sum í dag
røkkur 95% av øllum før-
oyingum.
Tey, ið lurtaðu eftir rásini
mikukvøldið varnaðust, at
støðin varð sløkt. Hetta var
tí, at tey tá fluttu sendaran
inn í Søldarfjørð í nýggju
hølini – higani støðin nú
sendir.
– Í september í fjør
keyptu vit egin hús, og
higar flyta vit nú alt okkara
virksemi, sigur Petur Ja-
cobsen.
Petur Jacobsen og øll
hini, ið starvast á støðini,
búgva á Skálafjørðinum.
– Tað verður so nógv
lættari hjá okkum at ar-
beiða, nú arbeiðsplássið er
nærindis og vit sleppa
undan at koyra til Havnar,
sigur Petur Jacobsen.
Málið hjá Rás 2 er at
røkka allar føroyingar í
Føroyum.
Tað sær svart út at fáa
Teistan at sigla fleiri
túrar til sandoyar, tí
peningur er ikki til
tað, sum fíggjar-
støðan er
SANDOYARSIGLING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sandoy: Tað eru ongi útlit
fyri, at Teistin fer at sigla
fleiri túrar ímillum Gomlu
Rætt og Skopun.
Tað sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
samferðslumálum.
Tað var í løgtinginum
seinnapartin hósdagin, at
Páll á Reynatúgvu, løg-
tingsmaður, spurdi lands-
stýrismannin um ætlanin er
at lata Teistan sigla ímillum
Skopun og Gomlu Rætt
longri út á kvøldið.
Bjarni Djurholm svaraði,
at longu nú siglur Teistin so
nógv sum hann kann við
tveimum manningum.
Skal hann sigla meiri,
skal hann hava eina mann-
ing afturat og tað fer at
kosta ímillum 2-2,5 milli-
ónir afturat um árið og
hann dugdi ikki at síggja,
hvar hann skuldi finna tær,
soleiðis sum búskaparliga
støðan sær út í løtuni.
– Skal meiri peningur
brúkast til sandoyarsigling-
ina, verður neyðugt at
skerja onkra aðrastaðni og
hann dugdi ikki at síggja,
hvar tað ber til at skerja-
talan kann bara vera um at
skerja siglingina til Suður-
oyar, um Leirvíksfjørð ella
til útoyggjarnar og tað
dugdi hann ikki at síggja
bar til, segði landsstýris-
maðurin.
Hann segði, at tað hevði
verið umhugsað, at strika
onkran túr mitt á degi fyri
at kunna sigla onkran túr
afturat um kvøldið, men
tann ætlanin varð slept, tí
tað varð ikki hildið at vera
skilagott, hóast tað er nógv
bíligari.
– Tað fer serliga at raka
farmaflutningin
ímillum
Sandoynna og meginøkið,
helst flutningini av fiski,
segði Bjarni Djurholm.
Gabriel Hansen, sum
er handilsmaður í
Nólsoy, heldur einki
forgjørt verða í, at
nólsoyingar nú fáa
høvi at atkvøða um
samanlegging við
Tórshavnar komm-
unu
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gabriel Hansen heldur, at
verður rætt atborið, fer tað
at geva nólsoyingum, sum
eru fáir í tali, størri møgu-
leikar enn vansar, um lagt
verður saman við eini so
stórari
kommunu,
sum
Tórshavnar kommuna er.
- Eg veit væl, at tað eru
ikki allir kollfirðingar, ei
heldur hoyvíkingar, sum
eru so fegnir um at vera
partur
av
eini
stórari
kommunu. Men spurning-
urin er, hvussu vit, sum eru
so fá í tali, skulu kunna
rinda fyri allar tær upp-
gávur, sum eitt nútímans
samfelag krevur.
Gabriel heldur, at tað
kundi havt sínar fyrimunir,
um nólsoyingar vóru partur
av eini størri eind.
- Eg trúgvi, at verða vit
fleiri um at lyfta, kann okk-
urt skilagott spyrjast burtur
úr, um rætt verður atborið.
Gabriel er sonur Edward,
sála, sum í sínari tíð bæði
hevði handil og fiskakjall-
ara í Nólsoy.
Hann heldur, at fiska-
virkið, sum síðst í sjeytiár-
unum avloysti fiskakjall-
ararnar í bygdini, í dag
kundi verið nýtt til salt-
fiskavirki, nú fiskur fæst til
keyps á uppboðssøluni.
Enn er tó einki frætt um,
hvat teir, sum eiga hetta
virkið, ætla at brúka tað til,
nú alistøðin, sum verið
hevur á virkinum seinastu
árini, er latin aftur.
Av bygdini
Handilsmaðurin vísir á, at í
Nólsoy eru fá arbeiðspláss,
og tí noyðist fólkið av
bygdini at vinna sær til
lívsins uppihald, um tey
skulu verða búgvandi í
bygdini.
- Rytan siglir við nógv-
um fólki, sum fer til ar-
beiðis og í skúla hvønn dag.
Tey, sum eiga børn, skulu
hava børn síni ansaði, með-
an tey eru av bygdini til
arbeiðis.
- Sum eg havi skilt, sigur
Gabriel, er ein partur av
sáttmálanum millum Nóls-
oyar kommunu og Tórs-
havnar kommunu, at eitt nú
nýggjur barnagarður skal
byggjast í Nólsoy í næstum.
Handilsmaðurin heldur,
at soleiðis sum tíðin er
vorðin, og krøvini eru økt,
er hann fyri, at Nólsoyar
kommuna fer uppí Tórs-
havnar kommunu.
- Ivaleyst eru onkrir
vansar við samanlegging,
men eg dugi eisini at síggja,
at her eru nakrir eygsýndir
fyrimunir, sum eg haldi
telja meira, tá ið saman um
kemur, sigur Gabriel Han-
sen at enda.
Handilsmaðurin sigur ja til samanlegging
Norðoya Bjarging-
arfelag skipar fyri
kunnandi fundi um
bjarging og tilbúgv-
ing í Ósáskúlanum
TILBÚGVING
Tíðindaskriv
Í kvøld, fríggjakvøldið
20. februar skipar Norð-
oya Bjargingarfelag fyri
kunnandi
fundi
um
bjarging og tilbúgving í
Ósáskúlanum í Klaksvík.
Ætlanin er at kunna
norðoyingar um ta til-
búgving sum er í Norð-
oyggjum og geva teimum
høvi til at seta spurningar
sum viðvíkja trygd, til-
búgving og bjarging.
Framløgur verða sam-
bært skránni niðanfyri,
og tær vera umleið 10
minuttir
hvør.
Eftir
hvørja framløgu verður
høvi til at seta spurn-
ingar. Iris stendur fyri at
stýra orðaskiftinum.
Skráin fyri kvøldið
Norðoya Bjargingar-
felag: Framløga við
Bárður Klakstein
At umrøða: Skipanir,
útgerð, manning og
annað.
Løgreglan: Karl Jo-
hansen
At umrøða: Samskipan,
tilbúgving og annað.
Klaksvíkar Sjúkrahús:
Heri Ellingsgaard
At umrøða: Luturin hjá
KS í tilbúgvingini.
Kaffistøðgur 10 min.
Sløkkiliðið: Esmar
Klakstein
At umrøða: Hvat kann
sløkkiliðið.
Reyði Krossur, sálarlig
1.hjálp: Helen Klein
Pætursdóttir
At umrøða: Sálarlig 1.
hjálp, hvat er tað.
Sjúkraliðið í
Norðoyggjum: Elsba
Lützen
At umrøða: Sjúkraliðið í
Norðoyggjum
Trygdarmiðstøðin:
Dánjal J. Meinertsson
At umrøða: Vitan og
tilvitan.
Havandi í huga at vár-
róðurin er byrjaður fer
Trygdarmiðstøðin eftir
framløgurnar og spurn-
ingarnar at blæsa upp ein
gummibjargingarbát til
fýra persónar, sum er ein
vanlig stødd umborð á
smábátum.
Harafturat
verður høvi til at síggja
ymiska útgerð sum hevur
við trygd og tilbúgving at
gera. Eisini verður høvi
til at seta fleiri spurning-
ar til umboðini úr panel-
inum. Tilseinast verða
nøkur eintøk av nýggju
Føroysku fyrstuhjálpar-
bókini burturluta.
Vónandi møtir nógv
fólk til tiltakið.
Kunnandi fundur
umbjarging í Klaksvík
Útvarpsstøð á aðra rás
Petur Jacobsen setir sendaran
til í nýggju hølunum hjá Rás
2 í Søldarfirði
Mynd: Jonhard Hammer
Ikki fleiri túrar
til sandoyingar
Skal Teistin sigla fleiri túrar ímillum Gomlu Rætt og Skopun, skal hann hava eina manning
afturat og tað fer at kosta 2-2,5 milliónir og so má okkurt annað skerjast
C
M
Y
K
7
6