fríggjadagur 20. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 35 - 20. februar 2004
Nr. 35 - 20. februar 2004
9
Ferðsluskaða-
nevndin ger mun
Í Danmark var ein
Havarikommission
for vejtrafikulykker
sett í 2001. Hendan
nevndin hevur í hes-
um tíðarskeiðnum
arbeitt við evnum
innan ferðslu í Dan-
mark og staðfest
nakrar trupulleikar,
sum tað so verður
arbeitt við at bøta
um
FERÐSLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Formaðurin
í
donsku
ferðsluskaðanevndini
Sven Krarup Nielsen sig-
ur, at danska ferðsluskaða-
nevndin fyrst og fremst
hevur til endamáls at
kanna vanlukkur og koma
við staðfestingum og met-
ingum um, hvat kann ger-
ast fyri at lækka um talið á
vanlukkum, har annað-
hvørt fólk lata lív ella
koma álvarsliga til skaða.
Tí kann sigast, at hon í
prinsippinum er tað sama,
sum leiðarin á Ferðslu-
trygd í Føroyum tosar um.
Havarínevndin í Danmark
sá dagsins ljós eftir, at
fólkatingið hevði samtykt,
at talið á vanlukkum, sum
krevja mannalív ella álv-
arsliga skaða fólk, skal
lækka við 40 % yvir eitt
áramál upp á tólv ár. Frá
2001 til 2012.
– Vit halda so nøku-
lunda málið, sigur for-
maðurin í nevndini og vís-
ir á, at talið lækkar miðvíst
í Danmark.
Evni verða lýst
Nevndin hevur arbeitt við
tveimum evnum hesa tíð-
ina, síðani hon kom fram.
Og tey eru í ferð við tað
triðja evnið nú.
Fyrsta evnið var eina-
vanlukkur millum ung
undir 25 ár. Har tað varð
staðfest, at serliga ungir
menn undir 25 ár nýta
vegirnar til teirra spæli-
pláss. Og her sigur Sven
Krarup Nielsen, at tað er
umráðandi at finna útav,
hvat skal gerast fyri at
broyta
hugburðin
hjá
ungum.
–
Nevndin
staðfesti
hendan trupulleikan og
vísir á, at tað er tørvur á at
gera nakað við trupulleik-
an her og nú. Vit koma við
einum boði uppá, at her er
ein trupulleiki, og so verð-
ur arbeitt út frá tí, greiðir
Sven Krarup Nielsen frá.
Hann sigur eisini, at í
fleiri kommunum niðri eru
fleiri royndir gjørdar at
taka tey ungu við upp á
ráð hesum viðvíkjandi.
Roynt verður at fáa tey
sjálvi at siga, hvat tey vilja
hava. Sjálvi at orða eitt
hugskot til verkætlanir fyri
at fáa tey at lata vera við at
nýta vegirnar til spæli-
pláss.
Og hetta hevur givið úr-
slit, sambært formannin-
um í donsku ferðsluskaða-
nevndini.
Tað næsta evnið, sum
tey hava arbeitt við, eru
ferðsluvanlukkur á motor-
vegunum.
Og tað, tey nú eru í holt
við, er ferðsluvanlukkur,
har vørubilar eru við.
Evnini, sum nevndin ar-
beiðir við, verða vald av
ferðslumálaráðnum,
og
nevndin savnar upplýsn-
ingar inn frá millum 30 og
40 vanlukkum á vegunum
í Danmark og útfrá teim-
um verður ein frágreiðing
gjørd og almannakunn-
gjørd.
Danska ferðsluskaðanevndin sá dagsins ljós í 2001, tá fólkatingið hevði samtykt, at talið á
álvarsligum ferðsluvanlukkum í tíðarskeiðinum 2001 til 2012 skal lækka við 40 %
Enn ein ferðsluvan-
lukka hevur kravt eitt
mannalív. Enn eitt
kjak er komið upp, og
fólk eru ójøvn á máli
um, hvørs tað er rætt
at gera so nógv burt-
urúr. Leysasøgur
koma fram og mangt
annað. Alt hetta,
heldur leiðarin, kann
sleppast undan, um
ein ferðsluskaða-
nevnd fer inn og
kannar eina vanlukku
og kemur við einari
niðurstøðu
FERÐSLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Jón Kragesteen, leiðari á
Ferðslutrygd hevur longi
tosað um at fáa eina
ferðsluskaðanevnd setta í
Føroyum, sum fær til upp-
gávu at kanna ferðsluvan-
lukkur, staðfesta ábyrgd og
hvat er hent. Og ikki minst
at arbeiða víðari við teim-
um upplýsningum fyri at
gerast klókari og síðani at
koma við tilmælum til, hvat
kann gerast fyri at minka
um vanlukkuvandan.
Hetta verður alt meiri
vanligt í grannalondum
okkara. Í Danmark kom
Havarikommissionen for
vejtrafikulykker í 2001, og
arbeiðir hendan nevndin
stútt við at kanna ferðslu-
vanlukkutema á vegunum í
Danmark.
Ein tílík nevnd hevði
kunnað gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at minka um
vandarnar við vanlukkum á
føroysku vegunum, er leið-
arin á Ferðslutrygd sann-
førdur um.
Staðfesting
Í kjalarvørrinum av hvørj-
ari ferðsluvanlukku, sum
annaðhvørt krevur manna-
lív ella ger, at fólk koma
álvarsliga til skaða, kemur
eitt kjak fram, sum tíverri
ofta vísir seg bert at vera
eitt upplop í nakrar dagar. Í
øllum slíkum koma eisini
nógvar leysasøgur, og tað
er helst tí, at landið er so
lítið, at tosið fer skjótt runt.
Hvussu er og ikki, hvør
tann einasta vanlukka skap-
ar kjak av ymsum slagi. Og
nógv av hesum kjakinum
gongur fyri seg í fjølmiðl-
unum.
Kanningar verða gjørdar
av vanlukkunum fyri at
staðfesta orsøk og annað.
Men hóast tað, so eru tað
altíð nógvar gitingar, sum
uttan iva hava við sær, at
nógvar leysasøgur fara at
ganga.
Ferðsluskaðanevndin
hevði
kunnað
avlívað
nógvar av leysasøgunum,
sum ofta fara runt eftir
vanlukkur.
– Nevndin fer inn og
sigur, hvat hendi. Stutt sagt
kann sigast, at hon leggur
seg ikki eftir at staðfesta
skuld ella nakað tílíkt. Hon
kannar
vanlukkuna
og
kemur við eini frágreiðing
um, hvat fór fram, og hvat
kann gerast fyri at sleppast
kann undan eini vanlukku
aftur, greiðir Jón frá.
Evni
Tað ber ikki so væl til at
arbeiða við ávísum evnum
inna ferðsluvanlukkur í
Føroyum, tí talið á van-
lukkum - um enn tað sam-
anborið við onnur lond er
høgt í forhold til fólkatalið
- er lágt. Men Jón heldur, at
um til dømis tíggju tær
mest álvarsomu vanlukkur-
nar seinastu sjey árini til
dømis verða kannaðar, so
hevði tað kunnað borið til
at funnið eitt evni ella fleiri
innanfyri tær, sum kundu
verðið lýst í einari frágreið-
ing ella fleiri frá nevndini.
Tað finnast heldur ikki
nóg
nógv
hagtøl
um
ferðsluvanlukkur til at gera
kanningar, heldur hann.
Hann tekur eina van-
lukku fram, sum hendi fyri
nøkrum árum síðani, har
autoverjan var vandamikil á
staðnum. Eftir hesa van-
lukkuna varð gjørt av, at
autoverjur skulu líka nøkur
ávís krøv, har tær standa.
Eisini eru aðrar - sum til
dømis tá endurskin komu í
miðjuna á Eysturoyartunl-
inum. Tað var eisini eftir
eina vanlukku í tunlinum,
sum kostaði eitt mannalív.
Null-hugsjónin
Ferðslutrygd samtykti álitið
um Null-hugsjónina á árs-
fundi í fjør, og væntandi
verður álitið lagt fram fyri
løgtingið sum uppskot til
samtyktar.
–
Tá
uppskotið
er
samtykt í tinginum, vóna
vit, at ferðsluskaðanevndin
fer at koma, sigur Jón
Kragesteen,
sum
býtir
gongdina upp í sløg. Fyrsta
slagið var, at Ráðið fyri
Ferðslutrygd samtykti upp-
skotið, síðani at fáa løg-
tingið at gera tað sama.
– Triðja stigið má so
vera, at tað verður arbeitt
strategiskt
við,
hvussu
kunnu vit røkka Null-hug-
sjónini, og tað er nevniliga
har, at ferðsluskaðanevndin
kemur inn, sigur hann.
Um staðfestast skal, hvat
er best at gera, mugu nøkur
ting fáast á borðið um, hvat
kann gerast fyri, at vit
kunnu gerast klókari og
hvat so framyvir, heldur
Jón fram.
At enda sigur hann, at
hann veit ikki, hvussu al-
menn ein frágreiðing frá
eini
ferðsluskaðanevnd
skal vera.
– Sannleikin má og skal
fram. Tað verður ikki lagt
eftir fólki, men eg eri
greiður yvir, at summir
upplýsningar kunnu koma
at svíða hjá summum. Men
fyri at læra, so mugu upp-
lýsingarnir koma fram, sig-
ur Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Null-hugsjón-
in í vinnu-
málaráðnum
Fakta
Viðmæli frá
nevndini
Sum er liggur álitið um
Null-hugsjónina
hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
í vinnumálaráðnum, har
arbeitt verður við at gera
tað klárt til at leggja fyri á
landsstýrisfundi. Og tað
verður
væntandi
um
mánaðarskiftið.
Síðani verður málið
koyrt í løgtingsskrivstov-
una, har løgtingsformað-
urin ger av, nær tað verður
lagt fyri tingið til við-
gerðar.
Um alt gongur, sum
væntað, so verður tað
helst um hálvan mars
mánað,
vænta
tey
á
Ferðslutrygd.
Danska
ferðsluskaða-
nevndin, sum sá dagsins
ljós í 2001, er ein nevnd,
sum er mannað við tíggju
fakfólkum av ymsum
slagi umboðandi læknar,
sálarfrøðingar, bileftirlit,
løgregluna og Vegdirekt-
oratið.
Endamálið við ferðslu-
skaðanevndini er, at hon
skal við títtum millumbil-
um
gera
tvørfakligar
kanningar av typum av
ferðsluvanlukkum, sum
koma ofta fyri í Danmark.
Endamálið við kann-
ingunum er, at fáa eina
betri og meira nágreini-
liga mynd av vanlukku-
umstøðunum
og
eina
størri vitan um møgulig
viðurskifti, sum kunnu
liggja aftan fyri eina tílíka
vanlukku, enn fáast kann
við eini vanligari van-
lukkukanning.
Arbeiðið hjá Havarí-
kommissióini hevur onki
við arbeiðið hjá løgregl-
uni ella bileftirlitinum at
gera. Ei heldur tekur hon
støðu til skuld.
Tá úrslit fyriliggja, tek-
ur nevndin í tann mun tað
ber til, niðurstøður fram,
sum avvarðandi myndug-
leikar kunnu umhugsa í
teirra ætlanum.
Viðmæli frá donsku
skaðanevndinieftir
eina kanning av
ferðsluvanlukkum á
motorvegunum í
Danmark
Nevndin viðmælir at:
– Ígjøgnum upplýsing-
ararbeiði, herferðir og
øktum løgreglu luti skulu
tey, ið ferðast í ferðsluni
fáast í størri mun at yvir-
halda púra vanligar reglar
fyri koyring á motor-
vegunum.
– Upplýsingar, herferðir
og útbúgving rættað móti
teimum meira royndu
bilførarum, sum hava eina
skeiva
uppfatan
av,
hvussu trygt hesir koyra
og geva teimum eina betri
fatan av, júst hvussu nógv
ferðin hevur at siga
– Nógvir bilførarar mugu
fáa eina økta vitan og
skilja betur, hvussu ferðin
hongur saman við sýni og
steðgilongd
Hetta er sum sagt ein við-
mæli frá ferðsluskaða-
nevndini í Danmark um,
hvat kann gerast fyri at
minka um vanlukku á
motorvegunum í Dan-
mark. Eftir at nevndin
hevur kannað ferðsluvan-
lukkur á motorvegunum.
Somuleiðis hava tey eisini
boð um, hvat kann gerast
fyri at minka um aðrar
vandar út frá øðrum
evnum, sum tey
hava kannað.
Kelda: www.hvu.dk
Jón Kragesteen:
Vit mugu koma leysasøgunum til lívs
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, er sannførdur um, at ein ferðsluskaðanevnd hevði gjørt stóran mun í arbeiðinum við at kanna ferðsluvanlukkur
Savnsmynd
C
M
Y
K
9
8