fríggjadagur 20. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 35 - 20. februar 2004
Nr. 35 - 20. februar 2004
11
Hallið á fíggjarlógini fyri 2004 er nú 410 milliónir, og her
skal leggjast afturat, at konsekvent undirbudgettering
hvørt tað einasta ár nú í nógv ár hevur skapt eina siðvenju
við stórum eykajáttanarlógum hvørt ár. Hetta merkir, at
tann hálva milliardin í halli, ið hevur verið nevnd, til stóra
indignatión í Tjóðveldisflokkinum, ikki er av leið. Tað er
hondvask, tá undanfarni landstýrismaðurin nú roynir at
fáa tað at síggja út, sum hann einki eigur í hesum halli.
Tað kann verða, at sjálv fíggjarlógin ikki er til, men ikki
er talan um fiktivar útreiðslupostar.
Gamaní skuldu vit hava nøkur avgjøld uppá grønar keks
og annað, men tað vildi ikki bøtt storvegis um hallið.
Fíggjarlógin hjá Karsten Hansen hevði framvegis víst eitt
hall uppá yvir 300 milliónir áðrenn eykajáttanir, uttan
fleiri tiltøk. Hetta er fyrst og fremst tí, at inntøkumeting-
arnar hava verið órealistiskar. Skattgjaldarin kann ikki
finna seg í, at inntøkumetingin knappliga fellir við útvið
10% uppá fáar mánaðir, uttan at nakar tekur ábyrgd av
hesum. Tíðirnar kunnu vera versnaðar síðani august í fjør,
men ikki so nógv, at man ikki sá hvønn veg tað bar. Tað er
umráðand, at landstýrismaðurin, ið hevði ábyrgd av inn-
tøkumetingunum, ið vóru lagdar fyri tingið í august, tekur
politisku ábyrgdina, og harnæst eiga mannagongdir fyri,
hvussu inntøkumetingar verða gjørdar at verða endur-
skoðaðar, so slíkt ikki hendir aftur.
Hetta tekur okkum aftur til blokkniðurskurðin. Í 80’unum
høvdu vit donsku Ráðgevandi Nevndina, ið hvørt ár kom
við ráðum, ið so fyri tað mesta vóru ignorerað. Hetta, at
man ikki lurtaði eftir Ráðgevandi Nevndini var, við røtt-
um ella ikki, eitt av stóru kritikkpunktunum, tá kreppu-
orsøkir skuldu finnast. Nú hava vit ikki longur Ráðgev-
andi Nevndina at ignorera, men hvør gevur so ráð við-
víkjandi føroyska búskapinum? Á hvørjum grundarlag
lækkaði man blokkstuðulin við einari góðari millión um
dagin? Hvussu var komið fram til júst hesa upphædd?
Nógvir spurningar, ið krevja svar.
Vit standa sum skattgjaldarar við einum landskassa, ið er
fráfarin so illa, at vandi er fyri at noyðast at læna til
rakstur. Einasta fíggjarlógin, ið Karsten Hansen gjørdi
eftir blokkniðurskurðin, er tann fyri 2003, og vit vita ikki,
hvussu hendan fer at hylnast. Blokkniðurskurðurin uppá
366 milliónir var alt ov stórur, og nú heysta vit fruktirnar.
Hetta hava vit víst á og ávarað móti ótaldar ferðir á hesum
stað.
Um landið vil royna at halda samfelagshjólini koyrandi
fyri at verja móti ov stórum arbeiðsloysi, so er umráðandi,
at landið prioriterar sínar pengar rætt. Tað er ikki pláss til
at ekspandera, og neyðugt verður uttan iva at spara í
rakstrarútreiðslunum. Tað er tó umráðandi, at man ikki
sparir við sonevnda salami mátanum, har alt verður skorið
við nøkrum prosentum. Landstýrið má duga at velja frá,
so at tað mesta kann rekast optimalt, meðan annað verður
niðurlagt fullkomuliga, so at man ikki stendur við einum
almennum sektori, har einki riggar til fulnar vegna
pengatrot. Fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi, so
kann gerast neyðugt, at man loyvir teimum kommunum,
ið eru væl fyri fíggjarliga, at gera íløgur í teimum árunum,
ið nú koma. Íløgukarmurin eigur at fáa eina hart tiltrongda
endurskoðan við hesum fyri eyga.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hallið – hví og hvat nú?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Uni Arge
Journalistur
Í seinastuni havi eg í
Dimmalætting skrivað eina
greinarrøð,
sum
hevur
varpað ljós á tað, sum
nýggja samgongan ætlar.
Greinirnar
hava
verið
samrøður við ymsar per-
sónar, sum við støði í sam-
gonguskjalinum hava givið
teirra boð uppá, hvat fram-
tíðin man fara at bjóða
búskaparliga,
vinnuliga,
politiskt, mentanarliga og
sosialt.
Tað hevur verið hugaligt
at frætt frá lesarum, at
teimum hevur dámt at lisið
samrøðurnar. Eg má tó
siga, at tað hevur sam-
stundis verið ógvuliga hug-
stoytt at sæð, hvussu illa
Sosialurin er farin við
summum av keldunum,
sum samrøður eru gjørdar
við.
Tann fyrsti, sum úttalaði
seg, var Hermann Oskars-
son, formaður í Búskapar-
ráðnum. Við hann gjørdist
oddagreinskrivarin
á
Sosialinum so óður, at hann
rætt og slætt mælti til at
reka mannin úr starvi. Tað
var vorðið sum argument at
brúka ímóti keldu, sum
roynir at ríka demokratiska
orðaskiftið við sínum sjón-
armiðum.
Samrøðan um yvirskip-
aðu stjórnarligu málsetn-
ingarnar hjá samgonguni
var við Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðing.
Hann
varð í oddagrein í Sosialin-
um lagdur undir at vera
ótrúverdugur og partapolit-
iskur. Altso legði odda-
greinskrivarin aftur eftir
manninum heldur enn at
finna haldgóð argument í
sínum høvdi at diskutera
afturímóti við.
Nú hósdagin hendi so
tað, at baksíðuteknarin fekk
boð frá blaðstjóranum á
Sosialinum um at leggja
eftir sjálvum journalist-
inum, sum hevur skrivað
samrøðurnar í Dimmalætt-
ing. Meiningin var ivaleyst
at undirgrava journalistin.
Aftur var altso persónlig
útspilling sjálvt endamálið
hjá Sosialinum.
Metodurnar hjá Sosialin-
um hesar dagarnar hava
mint mistonkiliga nógv um
óhugnaligu
metodurnar,
sum Dagblaðið plagdi at
brúka fyrr í tíðini. Fólk,
sum bara dittaðu sær at siga
sína meining alment, vórðu
útspilt og spottað persón-
liga. Ongantíð var enda-
málið at birta upp undir eitt
sakligt orðaskifti. Ongantíð
talaðu verulig argument.
So langt av leið er Sosial-
urin tíverri vilstur. Hann
kallar seg tíðindablað, men
er farin at skjóta journal-
istar og eygleiðarar, sum
royna at geva samfelags-
orðaskiftinum eitt ávíst
innihald. Eg hevði ikki
væntað hetta av Jan blað-
stjóra, sum kallar seg jour-
nalist og demokrat. Men
hann tykist eins og illi Óli á
baksíðuni at vera fongdur
við ógvusligari partapolit-
iskari sektarismu.
Við vón um góðan betr-
ing báðir tveir.
Skjóta tíðindabløð journalistar?
Tøkk fyri tína viðmerking.
Tað er ikki rætt, at vit hava
mælt til at reka Oskarsson
úr starvi. Okkum vitandi er
hann stjóri á Hagstovuni,
og okkum vitandi er eingin,
ið hevur mælt til at koyra
hann haðani, har hann
ivaleyst ger eitt gott ar-
beiði.
Nakað annað er so, at
hann hevur ein nevndarsess
í Búskaparráðnum, har
hann er formaður. Okkara
sjónarmið í oddagreinini
er, at man burdi umhugsað
at latið størri útskifting
verða í hesum postinum við
nøkrum ára millumbili,
soleiðis sum vit kenna tað
við økonomiskum "yvir-
vísmonnum"
aðrastaðni.
Tað átti eftir okkara tykki
verið so, at uttan mun til
hvør situr í hesum sessi, so
eigur hetta at verða ein
áraavmarkaður postur uppá
til dømis 5 ár. Í Danmark
verða vísmenninir útnevnd-
ir 3 ár í senn og siðvenja er,
at endurútnvevna teir 1 ella
2 ferðir altso í mesta lagi 9
ár.
Viðvíkjandi serfrøðing-
um generelt, so eigur man
at kunna krevja, at tey
fakta, ið borðreitt verður
við, eru í lagi. Eru tey ikki
tað, so má man kunna tala
at, um blaðmaðurin ikki
sjálvur rættar viðkomandi.
Í samrøðuni við Jógvan
Mørkøre vóru tveir faktu-
ellir feilir, ið kunnu geva
fólki eina skeiva mynd.
Tann fyrri var pástandurin
um, at Fólkaflokkurin júst
var komin úr einari sam-
gongu, ið ætlaði at yvirtaka
løgreglu og rættarskipan.
Hetta er ikki rætt, tí sam-
gongufelagarnir hjá Fólka-
flokkinum vildu ikki ganga
við til meir enn fyrireiking,
og var hetta orðingin í
samgonguskjalinum.
Hitt seinna punktið, ið
ikki var minni álvarsligt,
var at kunngera sum eina
nýggjheit, at Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin nú vilja broyta
heimastýrislógina. Javnað-
arflokkurin
hevur
havt
uppskot um sjálvstýrislóg
síðani 1990, og Sam-
bandsflokkurin hevur nú í
fleiri ár havt eitt sonevnt
nýskipanaruppskot. Hetta
merkir , at báðir flokkar í
mong ár hava ásannað, at
Heimastýrislógin
hevur
sæð sínar bestu dagar.
Ongastaðni í oddagreinini
verður sagt, at Mørkøre er
partapolitiskur, men hann
fer skeivur a tveimum
punktum, og er hetta ikki
við til at økja um trúvirðið
á einari analysu, um fakt-
uella grundarlagið er ov
veikt.
Vit viðgera mál og ser-
frøðingaviðmerkingar. Vit
seta
ikki
partapolitiskt
spjaldur á serfrøðingar ella
viðgera teirra persón –
einans tað hesir siga í sam-
felagskjakinum. Um hetta
ikki hevði verið møguligt,
so var ikki talan um eitt
samfelagskjak, men heldur
um ein monolog, ið ikki
hevði verið mennandi fyri
nakran. Vil til endans siga,
at bæði Herman og Jógvan
hava leingi verið eitt frískt
lot í tí annars oftani keði-
liga og fastgróvna orða-
skiftinum. Teir hava so
sanniliga givið góð og rík-
andi íkøst til samfelags-
tjakið, men harfyri er ikki
sagt, at vit altíð skulu vera
samdir.
Vinarliga
Jan Müller, blaðstjóri
Góði Uni
VIÐMERKINGAR
Óli Wolles
næstformaður í Javna
Trolmenn brúka í summ-
um førum rist í trolinum
fyri at skilja tað frá, sum
teir ikki skulu brúka. Á
læknaliga økinum tykist
gongdin eisini vera at brúka
"rist", fyri at skilja tað frá,
ið vit ikki hava brúk fyri.
Nú eru tað mongolarnir, ið
skulu sáldast frá.
Trupulleikin
Seinastu tíðina hevur verið
frammi í fjølmiðlunum, at
við nýggjum kanningar-
háttum er tað munandi
lættari at kanna, um eitt
fostur hevur Downs syn-
drom - eisini kallað mon-
golisma. Í seinastu "læknin
hevur orðið" send-ingini í
SvF 12. februar var hetta
umrøtt. Har var greitt frá,
hvussu tað nú ber til at
skanna fostrið og at síggja
við 75% vissu, um fostrið
hevur Downs syndrom.
Verða ymsir kanningar-
hættir nýttir saman, kann
Downs
syndrom
stað-
festast við rættiliga stórari
vissu.
Fyrr var hetta gjørt við
fosturvatnskanning; tað var
ikki vandaleyst og kundi
ikki gerast fyrr enn seint í
barnsburðartíðini - eftir 12.
viku, sum annars er evsta-
mark fyri fosturtøku. Við
móðurkøkubiopsi
kann
kanningin gerast heldur
fyrr, men við sama vanda.
Nýggja tøknin er púra
vandaleys - sigst - og kann
gerast væl fyrr.
Vísir kanningin, at fostr-
ið hevur Downs syndrom,
kann tó onki gerast fyri at
bøta um brekið. Vitanin
kann tí bert brúkast til at
velja millum at fáa barn við
breki - tað hevði mamman
fingið kortini, uttan val-
møguleikan - ella fostur-
tøku!
Summi donsk sjúkrahús
hava longu innført hesa
kanning, og donsku heilsu-
myndugleikarnir arbeiða
við at bjóða øllum kvinnum
við
barn
kanningina.
Spurningurin er so, hvussu
verður hjá okkum. Hvør
ger av, um tað skal vera
vanligt tilboð í Føroyum
eisini?
Trupulleiki - hjá
hvørjum?
Tað ljóðar gott, at nú ber til
at gera kanningina uttan
vanda fyri fostrið, og so
tíðliga, at tað er innanfyri
vanliga fosturtøkumarkið.
Hetta tykist vera loysnin!
Men hvat er trupulleikin?
Er tað ein trupulleiki, at
nøkur børn verða fødd við
Downs syndromi? Hvønn
er tað ein trupulleiki fyri?
Tann sum hevur Downs
syndrom? Foreldrini? Sam-
felagið? Læknarnar?
Praktiskar hugleiðingar
Fólk við Downs syndrom
eru neyvan so nívd av
lívinum, at tey kenna tað
sum ein trupulleika. Tey
eru fyri tað mesta lívsglað
og sosial menniskju, sum
hava sínar góðu og verru
dagar sum flestu onnur. Og
fram um so mong onnur so
gera tey vanliga ikki haltari
hønu mein. Hví tað skal
vera so umráðandi at
skanna fyri júst hetta brek-
ið, er ilt at skilja.
Foreldrini
Foreldur teirra hava stund-
um sítt knoss og sínar sorg-
ir, men sanniliga eisini
góðar og gleðiligar dagar.
Men er tað ikki galdandi
fyri øll foreldur: Stríðast
ikki flestu foreldur fyri síni
børn, syrgin við hvørt, lætt-
ari og glaðari við hvørt.
Børnini við Downs syn-
dromi eru neyvan tey, ið fáa
foreldur at liggja í andvekri
á náttartíð, ella sum gera, at
brúk er fyri Náttarravnun-
um um vikuskiftið.
Samfelagið
Er tað samfelagsliga á-
byrgdin: at veita hesum
borgarum somu kor sum
øðrum, ið er ov dýr? Er
trupulleikin, at politikarar
vilja spara? Er trupulleikin
fíggjarligur, eigur tað at
vera tikið upp á Føroya
Løgtingi, og so mugu menn
- og kvinnur - tora at kalla
ein spaka fyri ein spaka, og
ikki fjala seg aftanfyri und-
anførslur.
Eg fái meg kortini illa at
trúgva, at tað er trupul-leik-
in, tí mál, ið skuldu bøta
um korini hjá menningar-
tarnaðum, vóru í seinasta
valskeiði einmælt samtykt
á Føroya Løgtingi.
Valmøguleikin
Sagt verður, at kanningin er
eitt tilboð, ikki eitt krav, og
so hava foreldrini møgu-
leika at velja, um tey skulu
hava brekaða barnið ella
ikki. Men er valmøguleikin
ein fyrimunur? Fyri hvønn?
Tað er í hvussu er ikki uttan
trupulleikar.
Velja foreldur at fáa eitt
barn við Downs syndrom,
kunnu tey, tá tað gongur illa
í hond, brigsla sær sjálvum,
at tey kundu havt valt
øðrvísi. Tað ger ikki lívið
lættari. Og tá tey hava brúk
fyri sersømdum sum stuðli
ella øðrum í barnagarði ella
skúla, er so ikki freistandi
at siga, at: tit valdu móti
betri vitandi! Hatta er tykk-
ara trupulleiki!
Huga tær so, at maður og
kona eru ósamd um kann-
ingina. Lat okkum siga, at
maðurin hevur hug at fáa
kannað fyri Downs syn-
drom, konan ikki. Førir tað
til fosturtøku, fer tað neyv-
an at styrkja húslagið teirra
millum, og konan kann
verða nívd av hesum og
siga, at "tað var tín skyld".
Endar tað hinvegin við, at
tey ikki gera kanningina og
so fáa eitt barn við breki,
kann maðurin siga, at "tað
er tín skyld". Man tað fara
at gera lívið lættari ella
lagið betri innanveggja?
Etiskar hugleiðingar
Etikkur snýr seg í grundini
um, at man ikki skal gera
alt tað, man kann gera.
Etikkur er spurningurin,
hvat man vil gera tað av tí,
sum man kann gera. Við
nútíðar tøkni kann man
gera alt møguligt. Harvið er
ikki sagt, at man skal gera
tað. Til dømis kann man
drepa
politiskar
mót-
støðumenn. Tekniskt ber
tað væl til - og verður enntá
gjørt sumstaðni. Men man
skal ikki gera tað - og tað er
tíbetur ikki vanligt um
okkara leiðir. Vit eru samd
um, at tað vilja vit ikki,
hóast tað tekniskt ber til.
Hetta er etikkur: VIL
kemur í millum KANN og
SKAL.
Vilja vit skilja?
Spurningurin er so, hvat vit
vilja í sambandi við fostur-
kanningar. Spurningurin er
ikki bara, um vit vilja bjóða
foreldrum at fáa kannað
fostrið fyri Downs syn-
drom. Spurningurin er, um
vit vilja hava eitt samfelag,
har vit skilja summi menn-
iskju frá eftir ávísum treyt-
um.
Um vit vilja tað, hvørjar
skulu treytirnar so vera?
Hvussu tíðliga ella seint
kann ein loyva sær at skilja
frá? Hvussu stórt skal frá-
vikið vera frá tí "normala"?
Hvussu nívandi skal tað
vera fyri einstaklingin, fyri
umhvørvið ella fyri samfel-
agið?
Markið
Gongur markið við eitt
"meinaleyst" brek sum
Downs syndrom? Hvussu
við sukur-sjúku ella einum
skeivum fóti? Hvat um for-
eldrini eru alkoholikarar?
Ella rúsevnismisnýtarar?
Ella roykjarar? Ella krimi-
nel? Ella ....?
Men
eru
hetta
ikki
trupulleikar,
sum
væl-
ferðarsamfelagið
kann
hjálpa uppá? Jú, júst so. Og
tað er eisini galdandi fyri
barnið við Downs syndr-
omi.
Hvørjar skilvísar grundir
eru fyri, at tað júst er
Downs syndrom, ið skal
skiljast
frá?
Fólk
við
Downs syndromi eru ikki
serliga til vanda fyri onnur,
eitt nú við at koyra bil í
fyllskapi, nýta harðskap
ella at blása eitrandi royk úr
sær. Hví skal markið ganga
við Downs syndrom? Ella
gongur markið als ikki her?
Hvar gongur tað so?
Javni
Javni, felagið hjá menn-
ingartarnaðum og teirra
familjum, hevur eina greiða
støðu til, hvar markið
gongur millum kann og
skal á hesum øki. Í grund-
sjónarmiðum Javna verður
staðfest, at Hvørt einstakt
fólk er serstakt og at Øll -
uttan mun til brek - hava
sama rætt til lívið.
Hvør verður lukkuligari?
Um tøknin einsamøll ræð-
ur, er gongdin, at man skal
gera tað, man kann gera.
Vísindaligu "framstigini"
eru so stór, at vit kunnu
støðugt meira, og nógv,
sum man ikki kundi fyri 20,
10 ella bara 1 ári síðani, tað
kann man nú. Men vilja vit
tað?
Í seinasta nummari av
Samvirke (feb. 2004) er
áhugaverd grein um lítla
landið Butan í Himalaya-
fjøllunum.
Kongurin
í
Butan verður endurgivin
fyri at hava sagt á eini ráð-
stevnu í Seoul um framtíðar
visjónir millum ásiatisku
londini, at "Eg hugsi ikki so
nógv um bruttotjóðarúr-
tøkuna í landinum, sum um
bruttotjóðar-eydnuna." Tað
fær meg at spyrja: hvør
verður
lukkuligari
av
mongolristini?
Okkara ábyrgd er at taka
støðu til, hvat man vil gera
av øllum tí, man kann gera.
Ikki at taka nakra støðu
er at velja, at kann = skal.
Meira er at lesa um fostur-
kanningar í seinasta nr. av
blaðnum Javni.
Er tað ein trupulleiki, at nøkur børn verða fødd við
Downs syndromi? Hvønn er tað ein trupulleiki fyri?
Tann sum hevur Downs syndrom? Foreldrini? Sam-
felagið? Læknarnar?
Fólk við Downs syndrom eru neyvan so nívd av
lívinum, at tey kenna tað sum ein trupulleika.
Børnini við Downs syndromi eru neyvan tey, ið fáa
foreldur at liggja í andvekri á náttartíð, ella sum
gera, at brúk er fyri Náttarravnunum um vikuskiftið.
Í stevnumiðunum staðfestir Javni, at Øllum - uttan
mun til brek - skal tryggjast sami rættur til lívið.
Etikkur snýr seg í grundini um, at man ikki skal gera
alt tað, man kann gera. Etikkur er spurningurin, hvat
man vil gera tað av tí, sum man kann gera.
Gongur markið við eitt "meinaleyst" brek sum
Downs syndrom? Hvussu við sukursjúku ella einum
skeivum fóti?
Okkara ábyrgd er at taka støðu til, hvat man vil gera
av øllum tí, man kann gera.
"Eg hugsi ikki so nógv um bruttotjóðarúrtøkuna í
landinum, sum um bruttotjóðar-eydnuna."
Mongolrist?
Tey sum atkvøða um
bestu starvsfólkagrýl-
una eru við í lutakast-
inum um ein flog-
ferðaseðil frá Atlantic
Airways
FØSTULÁVINT
Tíðindaskriv
Leygardagin 21. februar
eru allar grýlur – bæði lítlar
sum stórar – vælkomnar í
SMS til ein stuttligan dag.
Tá skipar SMS nevnliga
fyri stórum føstulávintstil-
takið á Torginum og í hús-
inum annars. Eisini fara
handlar í SMS at hava góð
tilboð leygardagin. Frá kl.
10.00 bjóðar SMS eisini
børnunum góðgæti frá Poul
Hansen og Pop Top frá
MBM.
Kl. 11.00 fara tey bæði
Hannibal og systkinabarnið
at undirhalda á pallinum,
og tá plaga altíð mong børn
at vera og hyggja at. Beint
eftir
sýningina,
kunnu
børnini gera bomm saman
við teimum báðum á Torg-
inum. Hannbal hevur hevur
greitt okkum frá, at tey fara
at gera fýra sløg av bomm-
um, nevnliga við jarðberja-
vanilju-, ananas- og hind-
berjasmakki.
Børnini
sleppa sjálvi at gera bomm-
ini, klippa tey og pakka tey
í posar, sum tey síðan
kunnu taka við sær heim.
Kl. 13.00 verður tunnu-
sláttur fyri børn upp til 13
ár. Tey smærru børnini, upp
til 6 ár, skulu sláa eini lítla
tunnu, meðan tey eldru –
frá 7 til 13 ár – sleppa at
sláa eina størri tunnu.
Kattakongarnir fáa vinn-
ingar.
Av tí at tað er føstulávint
fara vit eisini at heiðra
vakrastu grýlunum, og tað
ræður um at nýta hugflogið,
tí vakrastu grýlurnar fáa
góðar vinningar frá SMS.
Kl. 14.00 verða vakrastu
grýlurnar kosnar. Ikki nóg
mikið við tí, so skal vakr-
asta starvsfólkagrýlan eis-
ini finnast, og til tað hevur
SMS brúk fyri tykkara
hjálp, tí tað eru tey vitjandi
í SMS leygardagin, sum av-
gera, hvør starvsfólkagrýla
er vakrast. Atkvøðuseðlar
eru at fáa á Torginum leyg-
ardagin ella á heimasíðuni
hjá SMS, www.sms.fo . Øll
tey sum atkvøða um bestu
starvsfólkagrýluna eru við í
lutakastinum um ein flog-
ferðaseðil
frá
Atlantic
Airways.
SMS heilsar øllum, og
boðar frá at tey gleða seg at
síggja tykkum í SMS
leygardagin 21. februar. –
Eisini tykkum, sum ikki eru
klødd sum grýlur.
Skráin:
Kl. 10.00: Børnini fáa Pop
Top frá MBM og góðgæti
frá Poul Hansen Heilsølu á
Torginum.
Kl. 11.00: Undirhald við
Hannibal og systkinabarn-
inum
Kl. 11.30: Børnini kunnu
gera bomm saman við
Hannibal og systkinabarn-
inum á Torginum
Kl. 13.00: Tunnusláttur fyri
børn upp til 13 ár. Børnini
er býtt í tveir aldursbólkar:
upp til 6 ár og børn millum
7-13 ár. Kattakongarnir fáa
vinning
Kl. 14.00: Vakrastu grýl-
urnar verða kosnar og fáa
vinningar frá SMS. Vakr-
asta
starvsfólkagrýlan
verður avdúka, og vinnarin
av flogferðaseðlinum frá
Atlantic Airways verður
funnin.
Grýlur, bomm og tunnusláttur á Torginum
C
M
Y
K
11
10