Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 35 - 20. februar 2004 Nr. 35 - 20. februar 2004 13 Stjórin á Bileftirlit- inum, Jákup Jacob- sen, harmast um at einki stóð um ferðslu og ferðslutrygd í nýggja samgongu- skjalinum. Serliga við atliti til at null- hugsjónin ætlandi skuldi koma fyri løgtingið í januar, um ikki val bleiv útskrivað í januar FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Ferðsla og ferðslutrygd er nakað sum viðkemur øllum borgarunum í landinum bæði teimum sum ganga og tey sum koyra, so tað harm- aði stjóran á Bileftirlitin- um, Jákup Jacobsen, ikki sørt, at einki bleiv nevnt um hetta øki í samgonguskjal- inum, tá nýggja landstýrið tók við. Jákup sigur, at Bileftirlit- ið í sambandi við arbeiðið í ráðgevandi ferðslubólkin- um, sendi Vinnumálaráðn- um fleiri broytingaruppskot til verandi ferðslulóg. Upp- skotini mema við fleiri ymiskar partar í ferðslulóg- ini sum t.d. hvussu álvars- lig ferðslulógarbrot skulu revsast, aldursmark til prutl og motorsúkklur, trygdar- beltir og víkiskyldur. Í uppskotunum verður m.a. víst til at danska fólka- tingið við lóg hevur sam- tykt koyriforboð fyri per- sónar, ið innan fyrstu tvey árini fremja álvarslig lógar- brot, ið vildu ført við sær treytaða frádøming av koyrikortinum. Persónurin verður mettur sum um hann ongantíð stóð koyriroynd- ina og koyrikortið verður tikið aftur, so skjótt dómur er fallin, ella viðkomandi hevur viðgingið seg sekan. Harumframt verður kravd serlig koyrifrálæra áðrenn nýggja koyriroynd. Fólkatingið hevur somu- leiðis við lóg samtykt herda revsing við møguleika fyri fongsli upp til 1 ár fyri álv- arsom ferðslulógarbrot, sum føra við sær treyta- leysa frádøming, har førar- in við vilja hevur volt skaða á annan persón ella lut. Bileftirlitið heldur, at ítøkilig heimild eigur at verða fingin til at frádøma koyrirættin hjá førara, ið koyrir akfar við slíkari ferð, at hann við stórum fyrilita- loysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí. Stórt fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini eigur um- framt verandi ásetingar, í øllum førum at vera tá før- ari t.d. brýtur hámarksferð- ina við t.d. meira enn 100 prosent. Uppskot er eisini sent til landsstýrismann um klipp í koyrikortið, t.v.s. at um ein bilførari hevur gjørt nøkur lógarbrot og fingið t.d. trý klipp í koyrikortið innan tvey ár, skal viðkomandi upp til eftiransandi koyri- roynd. Max 45 km/t til 16 ára gomul á prutli Sambært galdandi ferðslu- lóg, er aldursmarkið 16 ár fyri koyrikort til prutl. Ald- ursmarkið til lítla motor- súkklu (max. 45 km/t) er 18 ár og kravið er koyrikort til motorsúkklu ella bil. Skotið verður upp, at prutl ið ikki koyrir skjótari enn 30 km/t, verður skil- markað sum »lítið prutl« og at aldursmarkið verður lækkað til 15 ár, og at skip- að verður fyri veruligari koyrifrálæru til lítið prutl, tvs. bæði ástøðiligari og verkligari koyrifrálæru, sum skal enda við einum skeiðsprógvi frá koyrilær- ara. Skotið verður eisini upp, at tað sum í dag í ferðslu- lógini verður nevnt lítil motorsúkkla (max. 45 km/t), verður skilmarkað sum »stórt prutl« og at ald- ursmarkið verður lækkað til 16 ár, og at skipað verður fyri víðkaðari koyrifrálæru til stórt prutl, í mun til lítið prutl. Talan má vera um veruliga koyrifrálæru, tvs. bæði ástøðiliga og verkliga koyrifrálæru, sum skal enda við eini ástøðiligari og verkligari koyriroynd hjá Bileftirlitinum, áðrenn koyrikort kann verða givið. Endamálið við at prutlini skulu hava loyvi at koyra max 45 km/t er, at tey skulu falla natúrliga inn í ferðsl- una og ikki sum nú, tá tey meira hindra ferðsluni. Í uppskotinum til nýggja koyrikortkunngerð verður lítil motorsúkkla skilmark- að sum motorsúkkla sum hevur eina motororku uppá í mesta lagi 34 hk. Aldurs- markið fyri at fáa koyrikort til lítla motorsúkklu er 18 ár. Í uppskotinum til nýggja koyrikortkunngerð verður stór motorsúkkla skilmark- að sum motorsúkkla við meira enn 34 hk. Kravið til aldur til stóra motorsúkklu er at viðkomandi er fyltur 21 ár. Sambært ferðslulógini skal førari av motorsúkklu og prutli og øll ferðandi, sum eru fylt 15 ár nýta fastpentan fallhjálm meðan koyrt verður. Sostatt er onki krav um fallhjálm fyri koyring á súkklu, sjálvt um ferðin á súkklu saktans kann liggja væl oman fyri 30 km/t, og skaðin ið stendst av einum falli á súkklu, kann vera minst líka álvarsamur, sum fyri tann, ið dettur við prutli. Til dømis í Íslandi verður kravt, at førari av súkklu eisini hevur fast- spentan fallhjálm, meðan súkkla verður. Trygdarbelti til øll ferðandi Sambært útgerðarkunn- gerðini og stakfyriskipan- um fyri akfør, eru allir per- sónbilar, ið verða skrásettir, útgjørdir við trygdarbelt- um, bæði á framsetrum og baksetrum. Sambært § 42 í ferðslulógini er meginregl- an, at trygdarbeltið skal nýtast av tí persóni, sum situr í setrinum, um hetta hevur trygdarbeltið. Ferð- andi á baksetrinum í bilum skulu, um sæti við trygdar- belti er tøkt á baksetrinum, nýta hetta sæti. Vit hava dømið um ferðsluvanlukku fyri nøkr- um árum síðan oman fyri Kvívík, har persónbilur við átta ferðandi fór útav á náttartíð. Fleiri fingu skaða, men skaðin kundi verið nógvar ferðir størri, um illa vildi til. Skotið verður tí upp at áseta mesta tal av ferðandi, svarandi til hvussu nógv setur/trygdarbelti eru í bilinum. Sambært galdandi regl- um, er onki sum forðar fyri, at ferðandi kunnu vera í vørurúminum á vørubili ella lastbili. Bert mugu setur ikki vera aftan fyri avskildringina. Bileftirlitið heldur, at her manglar ein víðkan av reglunum, so- leiðis at ongin persónur heldur kann vera aftan fyri avskildringina í vørubili. Víkiskyldur Í donskum ferðslurætti finnast tveir hættir av víki- skyldu, nevniliga treytaleys víkiskylda og høgra víki- skylda. Í føroyskum ferðslurætti eru tríggir víki- skylduhættir, nevniliga: treytaleys víkiskylda, høgra víkiskylda og skerpað van- lig víkiskylda. Bileftirlitið hevur skotið upp at ráðgevandi ferðslu- bólkurin heitir á landsstýrið um at taka av ásetingina um skerpaða vanliga víki- skyldu og áleggja vega- myndugleikunum, har hetta ikki er gjørt, at merkja veg- irnar samsvarandi kunn- gerð um merking av veg- um. Jákup Jacobsen vónar, at uppskotið um nullhugsjón- ina og um broytingar í ferðslulógini koma fyri tingið í næstum, og at vit fáa eitt aðalorðaskifti um ferðslu, sum síðani kann verða grundarlag undir ferðslupolitikkinum í fram- tíðini. Bileftirlit Føroya: Bileftirlitið gjørt fleiri broytingar- uppskot til ferðslulógina Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum, vónar at uppskotið um null-hugsjónina og um broytingar í ferðslulógini koma fyri tingið í næstum, og at vit fáa eitt aðalorðaskifti um ferðslu, sum síðani kann verða grundarlag undir ferðslupolitikkinum í framtíðini Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 20. februar. Eucharias, deyður í 788. Biskupur í Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir var skírdur halgimenni. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Magnhild á Toftini Syðrugøta andaðist á Landssjúkrahúsinum 18. februar, 74 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 20. februar kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Filadelfia í Gøtu leygardagin 21. februar kl. 14.00. Familjunnar vegna Sofus Tey,ið ynskja at minnast Magnhild við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata ein peningagávu, konto í Føroya Sparikassa Í 1979 skipaði 3. real á Tvøroyri fyri Melodi Grand Prix kapping, har átta ymisk orkestur í Suður- oynni luttóku Kappingin varð fingin í lag í samband við at 3. real skuldi til Athen í Grikka- landi aftaná lokna skúla- gongd. John Kruse á Tvør- oyri, sum var læraravikarur, hjálpti flokkinum við fyri- reikandi arbeiðnum. Orkestrini sum luttóku vóru: Beat Shots, Orion, Hin sosialistiski bólkurin, Fire Stars, Uppvask, Den med tyren, Starlight og Sputniks. Sputniks vunnu kappingina við sanginum Labei, sum Tommy See- bach hevði gjørt. Teir sum mannaðu Sput- niks vóru: Jens Lisberg, Trongisvágur, 29 ár og timburmaður, Jóhan Dahl, Vágur, 19 ár og bankalær- lingur, Rasmus Magnussen, Fámjin, 19 ár og maskin- meistaraaspirantur, Jan Petersen, Trongisvágur, 19 ár og bilmekanikari, og Marner Lisberg, Trongis- vágur, 23 ár og lærara- skúlanæmingur. Kelda: Myndablaðið Nú 1979 Fyri 25 árum síðan: Sputniks vunnu Melodi Grand Prix í 1979 Sputniks vunnu eina Grand Prix kapping á Tvøroyri fyri 25 árum síðan, manningin er: f.v. Jens Lisberg, Jóhan Dahl, Rasmus Magnussen, Jan Petersen og Marner Lisberg 2003 royndist betur fyri Kaupthing Virðisbrævameklara- felag P/F enn undanfarin ár BÚSKAPUR – Kaupthing Virðisbræva- meklarafelag P/F hevði eitt úrslit áðrenn skatt á 2.417 tkr. og eitt úrslit eftir skatt á 1.948 tkr. Hetta svarar til eina renting av eginpen- inginum á 17%. Tá hugsað verður um, at felagið framvegis nýtir orku og pening uppá at menna nýggj virkisøki, er úrslitið nøktandi. Hetta sigur stjórin í Kaupthing, Peter Holm. Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist 11.915 tkr. Hetta er ein hækking á 28% í mun til 2002. Samlaðu útreiðsl- urnar vóru 9.402 tkr, og svarar tað eina hækking á 1,7% í mun til 2002. Fíggjarstøðan javnvigar við 15.061 tkr. Eginognin var við ársenda 2003 13.379 tkr. og solvensurin var 92% í mun til minsta- kravið á 8%. Gongdin á virðisbræva- marknaðunum var í 2003 munandi lagaligari enn undanfarnu árini. Partabrøv hækkaðu sum heild mun- andi, meðan lánsbrøv stóðu seg lutfalsliga væl. Í farna árinum er kappingin um ognarrøkt harðnað, og sæst hetta partvíst aftur í lækk- andi inntøkum á økinum. Hóast tað harðnaðu kapp- ingina hevur Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F hildið tørn, tá talan er um samlaðu ognirnar undir umsiting. Í miðal umsat Kaupthing Virðisbræva- meklarafelag P/F ognir svarandi til umleið 1,1 milliard kr í 2003. Vinnutænastur vóru í 2003 eitt munandi virkisøki hjá Kaupthing Virðis- brævameklarafelag P/F. Felagið hevur í árinum fyri- skipað kapitalhækkingar fyri føroysk feløg og hevur verið ráðgevi í sambandi við størri ný- og umfígg- ingar hjá føroyskum fyri- tøkum. Umframt hetta hev- ur felagið eisini verið ráð- gevi hjá bæði føroyskum og útlendskum feløgum í sam- bandi við keyp av ognar- lutum í øðrum felagi. Kaupthing Virðisbræva- meklarafelag P/F tók í 2003 stig til at seta á stovn P/F Fastogn. P/F Fastogn hevur sum endamál at keypa, reka og útleiga fast- ognir í Føroyum. Nøktandi ár hjá Kaupthing Peter Holm, stjóri í Kaupthing, fegnast um góða úrslitið C M Y K 13 12