Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2004 15 stygdin fyri øllum lesilfari hevur verið høvuðsorsøkin til, at tey ongantíð seinni lærdu at lesa. Tí er tað av allarstørsta týdningi, at foreldur at lesiveikum børnum gera lesingina til eina so positiva uppliving, sum gjørligt. Tey bestu ráðini, eg kann geva teim- um, er at lesa so nógv og so ymiskt fyri og við børnun- um, sum møguligt. Lat tað liggja í luftini, at sjálvandi læra tey at lesa, sjálvt um tað til tíðir ikki gongur so skjótt. Tak tey við á bóka- savnið og lat tey sjálvi sleppa at velja tað, tey halda sær mest spennandi út. Lat alt frá skúlabókum og dagbløðum til Anders And bløð og Guinness metbók liggja frammi, soleiðis at lesnaður verður ein nátúrligur partur av gerandisdegnum. Fyrsta barnið fær varhugan av, at lesnaður er lykilin til ein spennandi og hendinga- ríkan heim, fer tað at vilja læra at lesa, tí tað er stutt- ligt. Og tað má vera besta motivatiónin, ein kann hugsa sær, heldur Anne- Karin. Klár at hjálpa Felagið fyri tey lesi- og skriviveiku skipar javnan fyri lesiskeiðum og hevur eisini tikið stig til líknandi skeiðir undir Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Eisini kunnu tey senda ein lesilærara út til fólk, vísa á viðgerðir og hjálpitól og kanna og meta um lesi- førleikarnar hjá bæði børn- um og vaksnum. Eitt tað nýggjasta innan hjálpitól er ein soðkallaður lesipennur. Hetta er ein telda, sum fyrst ljóslesur tekstin og síðani umsetur hann til talu. Sum er, lesur teldan bert danskar tekstir, men eitt føroyskt forrit er longu á veg. Í heila tiki hevur teldan verið ein koll- velting sum hjálpitól. Ikki bara tí tey lesi- og skrivi- veiku eru minst líka teldu- køn sum onnur, men eisini tí vit nú hóma nakrar møguleikar, vit bert hava droymt um, sigur Anne- Karin at enda. Hevur tú onkran spurn- ing, ella vilt tú vita meir um virksemið hjá Felagnum fyri lesi-og skriviveik, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anne-Karin Kjeld á tlf. 44 15 41 Danska Hjælpemiddelstyrelsen hevur savnað ymisk hent hjálpiamboð í einum sokallaðum KT- Ryggsekki til Orðblind. Innihaldið í ryggsekkinum verður lagað eftir tørvinum hjá tí lesi- og skriviveika. Kelda: www.hmi.dk 15 14 Nr. 35 - 20. februar 2004 – Fólkaskúlalógin hevur ikki lagt upp fyri teimum lesiveiku næmingunum. Teir eru ov veikir til at fáa vanliga undirvísing, men ov dugnaligir til at fáa serundirvísing, sigur formaðurin í felagnum fyri lesi- og skriviveik Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Tað var av egnum beiskum royndum, at Anne-Karin Kjeld tók stig til at stovna eitt felag fyri tey lesi- og skriviveiku. Hon hevur sjálv ein son, sum er lesi- og skriviveikur og fann skjótt út av, at ongin hjálp var at fáa frá føroyska skúlaverkinum. Eg hugsaði, at um eg á nakran hátt kundi forðað fyri, at onnur børn endaðu í somu støðu, so skuldi eg gera tað. Tí tók eg stig til at stovna felagið, sigur Anne- Karen. Eg vónaði, at um vit sum felag settu okkum í samband við skúlaverkið, varð møguleikin fyri at fáa eitt samstarv í lag betri. Nú meir enn tvey ár seinni má Anne-Karen ásanna, at hennara vónir ikki gjørdust veruleiki. Tí- verri hevur hvørki skúla- ella almannaverkið verið serliga áhugað í at sam- starva við okkum. Vit ar- beiða framvegis mest sum ein privatur áhugabólkur og einasti peningurin, vit hava at arbeiða við, er lima- gjaldið frá teimum umleið 50 limunum í felagnum, sigur hon. Anne-Karin hevur tó ikki slept vónini um samstarv við lærarnar í fólkaskúlan- um. Lærarnir hava teir pedagogisku førleikarnar, vit foreldur hava royndir- nar, og børnini hava viljan. Tað mátti verið eyðsæð at savna allar hesar góðu kreftir í einum samstarvi, sum vit øll fáa gleði og gagn av, sigur hon. Skúlin fyri nøkur Veruleikin er, at føroyska fólkaskúlalógin bert um- fatar miðal næmingin. Teir serliga dugnaligu næming- arnir kunnu um ikki annað síggja fram til nýggjar av- bjóðingar á miðnámsskúl- unum. Og næmingarnir við serligum tørvi fáa tilboð um serundirvísing. Tað ólukkuliga við støðuni hjá teimum lesi- og skriviveiku er, at tey hoyra ikki heima í nøkrum av hesum bólkun- um. Teir eru ov veikir til at fáa vanliga undirvísing, men ov dugnaligir til at fáa serundirvísing. At lesi- og skriviveikir næmingar ikki fáa hjálp kemst ikki av, at skúlar og lærarar ikki vita av teimum ella ikki vita, hvussu teir kunnu hjálpast. Kanningar hava langt síðani víst, at uml. 2-3 næmingar í hvørj- um skúlaflokki í Føroyum hava hesar trupulleikar. Og í øðrum Norðurlondum hevur tað leingi verið van- ligt at kanna børn heilt niður í 3 ára aldur fyri tekin um lesi- og skriviveikleika. Tí ongin ivi er um, at skjót hjálp munar best í hesum føri. Føroyskir skúlamynd- ugleikar hava seinastu 20 árini havt allar møguleikar at fylgt við í tí ovurhonds stóra arbeiði, ið verður gjørt fyri at hjálpa teimum lesi- og skriviveiku aðra- staðni. Kortini hevur man bara latið staðið til og væntað, at tað nokk for at laga seg. Eg gevi ikki lærarnum skyldina fyri, at tey lesi- veiku verða svikin. Lærara- útbúgvingin gevur teimum ikki ein einasta tíma í frálæru til lesiveik, tey arbeiða undir eini skipan, sum ikki loyvir teimum at seta tíð av til slíkt og eftir ein fólkaskúlalóg, har lesi- veikir næmingar als ikki eru nevndir. Tað tykist, sum um hesir næmingar bara eru gloymdir, sigur Anne- Karin. Mistir møguleikar Fólk við lesi- og skrivi- trupulleikum eru ikki tey, ið rópa harðast. Tað er jú ikki serliga langt síðani, at tað at vera orðblindur merkti tað sama sum at vera býttur. Tí sótu hesi børn helst og krógvaðu seg í skúlastovuni og gleddu seg til at sleppa úr skúl-an- um - langt burt frá øllum, sum hevði við bøkur at gera. Úrslitið er, at tað í dag sita ein rúgva av dugnalig- um fólki runt landið, sum ongantíð fingu eina út- búgving, tí ongin gav sær far um teirra trupulleika. Eg sigi ikki, at øll skulu hava eina útbúgving. Men tey, ið hava hug og hegni til tað, eiga at hava møgu- leikan. Hesin møguleiki var tikin frá teimum lesi- og skriviveiku, sum ikki fingu hjálp. Í dag vita vit øll, at orð- blindni onki hevur við býtt- leika at gera. Men tey fæstu vita, at tey lesi- og skrivi- veiku ofta eru dugnaligari á øðrum økjum enn onnur. Sum flest onnur, ið hava eitthvørt brek, menna tey aðrar førleikar serliga væl. Til dømis hava tey ofta nógv betri sjónminni enn vanlig fólk, umframt at tey ofta eru serliga fitt í hond- unum. Góð ráð Anne-Karin vísir á, at tað er rættiliga skjótt at finna út av, um eitt barn er lesi- og skriviveikt, tí trupulleikin fylgir oftast einum ávísum mynstri. Tey býta um uppá ávísar bókstavir, lesa orð aftanífrá og nýta óvanliga nógva orku til at lesa ein tekst. Men við røttu hjálp- ini kunnu tey koma uppá sama lesistøði, sum onnur, eftir umleið einum ári. Frá eldri lesi- og skrivi- veikum vita vit, at and- Føroyska fólkaskúlalógin: Gloymdi tey lesiveiku – Fólkaskúlalógin hevur ikki lagt upp fyri teimum lesiveiku næmingunum. Teir eru ov veikir til at fáa vanliga undirvísing, men ov dugnaligir til at fáa serundirvísing, sigur formaðurin í felagnum fyri lesi- og skriviveik. Tilvildarlig mynd úr Kommunuskúlanum í Havn C M Y K 14