Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 35 - 20. februar 2004 Nr. 35 - 20. februar 2004 17 Elsebeth og Birgir Andreasen: Idé Møblar í 25 ár Hósdagin 19. februar vóru liðin 25 ár síðan Elsebeth og Birgir Andreasen lótu fyrsta Idé handilin upp við Staravegin í Havn. Síðan byrjan hevur fyritøkan húsast í seks ymiskum støð- um á sama handilsøki FYRITØKA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Søgan um møblasøluhjún- ini Birgir og Elsebeth Andreasen byrjar í 1979, tá Elsebeth fekk hugskotið til at fara undir at selja møblar. Birgir hevði tá ein mat- vøruhandil í Torfinsgøtu, sum hann tá gavst við. Síðan tey byrjaðu, hava tey samstarvað við Idé Møbler í Danmark, og tað gera tey framvegis. Í 1979 leigaðu tey seg inn í ein bygning við Staraveg- in, og næstu árini gekk tað støðugt fram á hjá fyri- tøkuni. Í 1982 bygdu Idé Møblar ein nýggjan handilsbygning við Staravegin, men eisini teir 2200 fermetrarnir gjørdust eftir nøkur ár ov fáir. Í 1988 varð nógv gjørt burtur úr, tá nýggi risastóri handilsbygningurin upp á fleiri enn 7000 fermetrar stóð klárur at hýsa Idé Møblum. Bygningurin var ein av teimum heilt stóru handilsbygningunum í landinum, og fyrstu tíðina gekk væl. Tá búskaparkreppan herjaði fyrst í 90-unum, var Idé Møblar ein av fyrstu fyritøkunum, sum mátti lata aftur, hetta var í 1990. Í 1991 leigaðu tey seg inn í ein bygning hjá Johannes Berg á Hálsi, og frá fyrsta degi gekk væl við søluni. Árið eftir fluttu tey inn í leigaði hølir hjá Havnar Timburhandli við Falka- vegin. Í 1995 keyptu tey økið, har nýggi bygningurin stendur í dag. Í november 2000 var flutt inn í bygn- ingin, sum er góðar 4000 fermetrar. Nýggi handilin hevur verið ein succes bæði fyri tey sum starvast í fyritøk- uni og fyri kundarnar, sum nú tvey ár á rað hava valt Idé Møblar til "Ársins Handil" Í dag starvast 16 fólk í fyritøkuni. Myndirnar vísa hvar Idé Møblar hava húsast hesi seinastu 25 árini – á seks ymiskum støðum á sama handilsøki 1979 1982 1988 1991 1992 2000 Elsebeth og Birgir Andreasen. Hósdagin 19. februar vóru liðin 25 ár síðan tey byrjaðu við Idé Møblum Mynd: Jens Kristian Vang Tjóðartingsval er í Iran í dag. Roknað verður ikki við nøkrum bata fyri fólkaræðið í Iran, tvørturímóti, tí at Vaktarráðið í Iran – ovasta trúarráðið – hevur vrakað meira enn triðja hvørt valevni, harav 80 tjóðartingslimir VAL Í IRAN Hanus Kamban Í DAG er val til tjóðartingið í Iran. Tey, sum spent bíða eftir úrslitinum, kunnu ikki annað enn harmast um, at hetta landið tykist at kalla gloymt, eftir at USA og tess sameindu fóru í kríggj móti grannalandinum Irak, og nú stórveldini royna at gróður- seta okkurt slag av fólka- ræði á toftunum eftir Sad- dam Husseins blóðdálkaðu borg. Sjálvsagt hava vit kortini hoyrt um tann ræðuliga jarðskjálvtan annan jóladag í fjør í býnum Bam í Iran, har o.u. 30.000 fólk lótu lív. Og onkur minnist kanska, at Shirin Ebadi, iransk kvinna og løgfrøðingur, tann 10. desember í fjør fekk friðarvirðisløn No- bels. TAÐ STÓRA vegamótið í nýggjari iranskari søgu er árið 1979, tá Ruhollah Khomeini ajatolla setti á stovn eitt islamskt teokrati ella gudsríki og soleiðis gjørdi enda á harðræðinum hjá Mohammad Reza shahi. Allur politikkur í nýggjari tíð í Iran er merktur av hansara skugga. Royndirnar at koma burtur úr hesum skugga fingu politiskt skap í 1997, tá umbótarrørslan vann valið, og hennara oddamaður Seyed Mohammad Kha- tami varð valdur til forseta. Men síðan valið í 2001, tá umbótarrørslan aftur sigr- aði, tykist hennara støða at vera nógv viknað. Khatami tykist ikki at hava umboðað rørsluna nóg djarvt og nóg treystliga, og sostatt er álitið á hann nógv minkað. Samstundis hevur tann is- lamski prestaskapurin hert sín ágang móti teimum broytingarhugaðu. Nakað undan valinum varð kunn- gjørt, at tað sonevnda Vakt- araráðið - ovasta trúarráðið í Iran - hevði vrakað o.u. 3000 av tilsamans 8.200 valevnum, teirra millum 80 tinglimir. Mong av oddafólkunum í umbótarrørsluni hava svar- að við at heita á fólk um at sita heima á valinum í dag. Teirra millum er Mo- hammad Reza Khatami, lækni, sum var við til at stovna Irans islamsku sam- starvsfylking (IIPF). Kha- tami, sum er bróðir forsetan og giftur við eini abbadóttir Khomeini, mælir fólki til at ikki at fara á val - og á henda hátt gera greitt, at tey ikki vilja løggilda eitt ódemokratiskt stýri. Um- framt Khatami hava eisini eitt nú Shirin Ebadi, tann fongslaði akademikarin Hashem Aghajari og films- leikstjórin Manidse Hek- mat mælt fólki til óvirkna mótstøðu. Aftan fyri seg hava hesi fólk ungdómin, tey in- tellektuellu, fólk úr miðal- stættini og - kanska fyrst og fremst - konufólkini í Iran. Úrslitið av valinum verð- ur tí helst, at afturhalds- flokkarnir vinna. Hinvegin kann valuttøkan fara at vera so lítil, at hon verður ein smeitur fyri prestastýrið, sum leggur dent á at hava islamskan og fólkaræðis- ligan stuðul. Verður vallut- tøkan minni enn 50%, er umdømið hjá prestastýrin- um í vanda. MENTANIR FÚNA, og siðir broytast. Tey, sum hava lært søgu, minnast kanska ta persisku gull- øldina, tá keisarar sum Kýros, Dareios og Xerxes gjørdu ríkið gitið. Onnur minnast trúarlærarar sum Zarathustra, heimspekingar sum Avicenna, yrkjarar sum Jelaluddin Rumi. Tey, sum hava hoyrt Hanus Johansen ella lisið Rikard long, minnast yrkjaran Omar Khajjam, sum tók soleiðis til: Í hesi verð eg visti ikki hví at vatnið rann og hvat tað rennur í, og vindurin, ið fer at fløtu fram, hann blæsur eins og blásti alla tíð. Hvussu ber tað til, at eitt fólk við slíkari mentan skuldi enda í hondunum á trongum, døprum, svart- klæddum sektaristum? Hvussu bar tað til, at Khomeini ajatolla, ein døkk anakronisma, ein fornleivd úr eini miðøld, sum europeisk lond langt síðani hava lagt aftur um bak, slapp at grunda sítt gudsríki í sama jørðildi, har Avicenna útlegði Ari- stoteles, og Rumi við orð- um sum »eg havi hvørki átrúna ella kreddu ... mítt heim er handan stað og navn« boðaði frá síni ævinligu tortrúgv? Hevur iranska fólkið ongantíð hoyrt um fólkaræði? Um Voltaire ella Montesquieu? Jú – meira enn so. Longu í 1906 fekk Iran eitt tjóðar- ting og eina demokratiska stýrisskipan. Um somu tíð komu verk eftir kendar europeiskar heimspekingar út í persiskari týðing. Í 1951 fekk landið á fyrsta sinni møguleika at royna flogið sum fólkaræði í vesturlendskari merking. Tess stinnasti demokratur og fyrsti frælsi forsætisráð- harri æt Mohammad Mossadegh. SØGAN UM Mossadegh, um hvussu hansara stýri varð felt, og um hví hansara navn í dag er gloymt, er eisini søgan um, hvussu vesturheimurin ferð eftir ferð hevur svikið sínar egnu hugsjónir. Hon er søgan um ta iransku oljuna og tær krámhendur, sum hava roynt at ognað sær hana. Hon er søgan um, hví Ruhollah Khomeini og hansara eftirmenn - sum áttu at hildið seg innan fyri moskunnar dyr og ongantíð sloppið í nánd av lóggávu ella verðsligum valdi - sluppu at taka kvørkratak um tað iranska fólkaræðið. Og hon er somuleiðis søgan um, hví vit í dag liva í einum heimi, har yvirgang- ur og sjálvmorðsatsóknir vinda upp á seg dag frá degi. Valið í Iran: Millum teokrati og liberalismu Í greinarøð í fýra pørtum, sum byrjaði í Sosialinum tann 7. februar, verður greitt frá søguni um Mo- hammad Mossadegh, um hansara søguligu fyritreytir, hansara persónleika, hansara sigrar, hansara fall og at enda um avleiðingarnar av hesum falli. Triði partur - sum hevur heitið OPERATIÓN AJAX, og har kvettið í 1953, og serstakliga leik- luturin hjá Bretlandi og USA í hesum hendingum, verða lýst í staklutum - kemur í morgin. Irakskar kvinnu í kravgongu í Isfahan, 400 km sunnan fyri høvuðsstaðin í Iran, Teheran týsdagin. Mohammad Khatami, forseti, heitt á fólkið um at nýta atkvøðuna at forða teimum víðgongdu at koma til valdið Mynd: REUTERS/Raheb Homavandi C M Y K 17 16