Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2004 19 Sunnudagin, har úrslitini gjørdust: HJFa - SJFa 6-4 (30-20) HJFb - SJFa 4-6 (20-25) HJFa - HJFb 4-4 (20-20) Endaliga støðan í liðkapp- ingini hjá børnum gjørdist: 1. HJFa 15 stig 2. SJFa 10 stig 3. HJFb 3 stig 4. SJFb 2 stig VÌF steypavinnarar gentur 12 ár í hondbólti Seinasta umfar av liðkappingini í judo hjá børnum varð leikt í Havn Guttorm fyrsti føroyameistarin í krossrenning Fyri fyrstu ferð nakrantíð var skipað fyri FM í krossrenn- ing, og Guttorm Sørensen gjørdist fyrsti føroya- meistarin FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygardagin var fyrsta føroyameistarakappingin í krossrenning á Svanga- skarði. Í krossrenning verður á ójøvnum undir- lagi, helst úti í náttúruni. Ikki færri enn 21 luttakar- ar vóru, og tá ið avtornaði var tað favoritturin, Gutt- orm Sørensen, ið vann kappingina. Sambært Norðlýsinum hevur Gutt- orm drúgvar royndir frá slíkum kappingum í Dan- mark, og tí var úrslitið ikki óvæntað. Guttorm hevði tíðina 32,27 minuttir. Nummar tvey var Jonhard Larsen, ið brúkti 33,08 minuttir um teir átta kilometrarnar. Triðjaplássið fekk Cecil Weihe, ið brúkti 33,30 minuttir um teinin. Hjá teimum ungu monnum gjørdist Jóan Karl Joensen úr Bragdin- um vinnari, meðan Brynhild Absalonsen eis- ini úr Bragdinum vann hjá kvinnunum. HJFb gjørdist nr. 3. Aftast frá vinstru: Rúni Nónfjall, Bárður Sørensen og Petur á Geilini. Húkandi frá vinstru: Fríði Atlason og Sjúrður Lydersen SJF gjørdist nr. 2. Aftast frá vinstru: Edvard Johannesen, Bjørn Andreasen og Hannah Kjærbo. Húkandi frá vinstru: Andrias Sumberg og Jákup Marner Vang HJFa gjørdist nr. 1 í liðkappingini. Aftast frá vinstru: Rúni Nónfjall, Ellindur Lydersen og Eirikur Jákupsson. Húkandi frá vinstru: Fríði Atlason og Sjúrður Lydersen 19 Nr. 35 • hósdagur • 20. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Stórar avbjóðingar fyri framman hjá kvinnulandsliðnum Føroyska kvinnu- landsliðið í hondbólti er farið undir fyri- reikingarnar til Chal- lenge Trophy kapp- ingini, ið tær skulu luttaka í síðst í apríl mánaða HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru spennandi avbjóð- ingar, ið standa føroyska kvinnulandsliðnum í hond- bólti fyri framman. Í døgun- um frá 28 apríl til 2 mai skal liðið taka lut í sonevndu Challenge Trophy kapping- ini hjá europeisku hond- bóltssamgonguni EHF. Kappingin verður í italska býnum Mezzocorona, og mótstøðuliðini verða Ísrael, Letland og Belgia. Góðar vónir Føroyski landsliðsvenjarin, Svein Rógvi Nielsen, sigur, at tey vita so at siga einki um mótstøðuliðini. Føroysk ungdómslandslið hava áður leikt móti hesum tjóðum, og í flestu førum hevur tað endað við einum tapi upp á okkurt um trý ella fýra mál, sigur Svein Rógvi Nielsen. Tó veit hann at siga, at flestu leikararnir hjá hesum tjóðum spæla ikki í sínum heimlandi, men í sterkari útlendskum kappingum. Landsliðsvenjarin sigur, at eftir hansara tykki er hetta ein tann besti møgu- leikin hjá føroyska kvinnu- landsliðnum nakrantíð at fáa nøkur góð úrslit, tí støð- ið í heimligu kappingini er so mikið høgt. Teir mongu útlendingarnir í føroysku feløgunum hava verið við til at hækka støðið á kapp- ingini munandi, heldur Svein Rógvi Nielsen. Av somu orsøk sigur venjarin, at útgangsstøðið hjá teimum er at fara eftir einari góðari plasering, og tað skuldi ikki verið heilt ómøguligt, leggur Svein Rógvi afturat. Tó sigur Svein Rógvi, at talan er um eina sera strævna leikskrá, har føroyingarnir skulu leika tríggjar dystir dag um dag, og tað er ikki nakað, ið okkara leikarar eru vanar við. Trupult at savna hópin til venjingar Meðan føroyska lands- kappingin koyrir, er tað ógvuliga trupult hjá før- oyska landsliðsvenjaranum at savna sínar leikarar til venjingar. Leikskráin í landskappingini er so full, at sera fáir frídagar eru, har til ber at savna hópin. Tískil eru bert nakrar fáar venj- ingar á skránni, áðrenn før- oyska landskappingin end- ar 3. apríl. Eftir kappingarlok verður so av álvara farið undir venjingarnar. Ikki færri enn 16 venjingar eru á skránni, áðrenn farið verður til Italia. Teir leikarar, ið til dagligt eru búsitandi í Danmark og spæla í donskum feløgum, koma ætlandi til Føroya á páskum at taka lut í venj- ingunum tá. Talan er um fýra útisetar, ið Svein Rógvi hevur tikið út til landsliðshópin. Tær eru Ann Mari Káradóttir Dur- huus, ið leikar á unglinga- liðnum hjá Ajax, ið liggur nummar eitt í donsku ung- lingakappingini, Gunnleyg Berg, Katrin Dam á Neystabø og Simona Han- sen, ið allar leika í donsku 1. deild, ið er næstbesta deildin í Danmark. Arbeitt verður eisini við at fáa onkran danskan leik- ara, ið hevur føroyskar røt- ur, við á liðið. Millum ann- að verður kannað, um fyrr- verandi Viborg leikarin, Majken Larsen, ið sigst verða hálvur føroyingur, hevur hug til at verða við á føroyska landsliðnum. Majken Larsen spældi á besta liðnum hjá Viborg í mong ár, áðrenn hon sein- asta kappingarár valdi at taka tað eitt sindur meiri ró- ligt. Nú spælir hon í næst- bestu donsku deildini við Skive FH í heimbýnum hjá sær. Hon hevur áður leikt á danska landsliðnum, men tað eru fleiri ár síðani, og sambært Svein Rógva Niel- sen loyva altjóðu reglurnar, at leikari kann skifta lands- lið, um rúm tíð er farin síð- ani seinasta landsdystin. Eisini hevur verið tosað um Anju Byrial Hansen, ið er systir føroyska landsliðs- leikaran í fótbólti, Johan Byrial Hansen. Mamma teirra er av Toftum, og Anja var í nógv ár fastur striku- spælari hjá danska lands- liðnum og hevur vunnið bæði OL-gull, HM og onn- ur heiðursmerkir. Hon gavst rættiliga tíðliga, tá hon fekk sær familju, men ætlanin er at vita, um hon framvegis spælir á rímuliga høgum støði, og um hon hevur hug til at umboða Føroyar. Í løtuni eru okkurt um 30 leikarar í hópinum, men tá ið farið verður til Italia telur hópurin einans 16 leikarar. Tískil eru tað fleiri leikarar, ið skulu sáldast frá, og tær fyrstu verða sáldaðar frá longu í dag. Landsliðið hevur venjing í Havn í dag, og tá verður nakrir leikarar sáldaðir frá, sigur Svein Rógvi Nielsen. Søguligir dystir hjá føroyingum Kappingin í Italia er eitt endaspæl, har spælt verður um at koma víðari til play- off dystir til tey stóru enda- spølini. Svein Rógvi Niel- sen sigur, at hetta er fyrstu ferð síðani 1982, at eitt føroyskt a-landslið er við til eitt slíkt endaspæl. Somuleiðis er eisini rúm tíð gingin, síðani okkara kvinnulandslið síðsti leikti ein altjóða landsdyst. Sein- asti dysturin var ímóti Svø- ríki í Havn í 1999. Um fíggjarligu umstøður- nar verða til tað, ætlar landsliðsvenjarin hjá Føroy- um, at føroyski hópurin skal fara av landinum nakrar dagar undan kappingini í Italia, so at møguleiki verð- ur fyri tveimum venjingar- dystum í Danmark, áðrenn leiðin gongur víðari. Møgu- leiki er fyri at fáa tveir venjingardystir móti danska felagnum Ajax, ið leikar í 1. deild, og tað hevði verið ógvuliga kærkomið, sigur føroyski landsliðsvenjarin Svein Rógvi Nielsen. Føroyski landsliðsvenjarin, Svein Rógvi Nielsen, hevur góðar vónir til kappingina í Italia, har føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal dystast við Letland, Belgia og Ísrael. Savnsmynd C M Y K 18