fríggjadagur 20. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 35 - 20. februar 2004
Árstalsfelagið í Havn
fer møguliga at gera
avtalu við tveir
útlendskar leikarar, ið
skulu styrkja um
hópin hjá B36
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
B36 ætlar sær ikki einki í
ár. Felagið hevur longu nú
havt stóra tilgongd av ber-
andi leikarum, so sum
Ronnie Samuelsen, Egil á
Bø, Johannes Joensen og
Jens Erik Rasmussen. Nú
eru tveir mans afturat
møguliga á veg í tann
frammanundan sera sterka
hópin hjá B36.
Danskur málverji leikti
venjingardyst mikukvøldið
Tá ið B36 mikukvøldið
leikti venjingardyst móti
skálamonnum í Gundadali,
var ein nýggjur maður mill-
um stengurnar. Talan var
um danan, Henrik Bødker,
ið spælir við danska felagn-
um Lyngby. Sambært for-
manninum í B36, Kristian á
Neystabø, royndist mál-
verjin væl, og í B36 halda
tey, at hann tykist verða ein
góður málmaður. Árstals-
felagið hevur altíð havt
tríggjar málmenn til tey
bæði liðini í teimu báðum
ovastu deildinum, og tá nú
Magnus Poulsen er givin,
noyðast teir at fáa ein
nýggjan málmann, sigur
formaðurin í B36.
Enn hevur leiðslan í B36
tó ikki gjørt av, um Henrik
Bødker fær nakað tilboð
um sáttmála, tí hann skal
venja nakrar ferðir afturat,
áðrenn leiðslan og venjarin
í felag taka støðu til, um
danin er ein styrkur fyri fel-
agið.
Í gjár skuldi ein brasili-
anskur miðvallaleikari eis-
ini koma til B36 at royndar-
venja, men tá ið vit tosaðu
við Kristian á Neystabø,
var flogfarið við honum í
ikki lent, og tískil var
ógreitt nær brasilianin kom.
Talan er um ein framsøkn-
an miðvallaleikara, ið áður
hevur leikt við danska
superligafelagnum Frem.
Kristian á Neystabø leggur
tó afturat, at B36 hevur eitt
gott lið sum er, men tað er
altíð gott at hava ein breið-
an hóp, sum gevur venjar-
anum nógvar møguleikar,
sigur formaðurin í B36.
Gamla skýlið við
ovara vøll í Gunda-
dali er í løtuni undir
umvæling
ÁSKOÐARA-
VIÐURSKIFTIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Menn eru í løtuni við at
umvæla gamla áskoðara-
skýlið við ovara vøll í Gun-
dadali. Skýlið bleiv bygt,
samstundis sum ovari vøll-
ur bleiv gjørdur, og hetta
var í 1976. Heðin Morten-
sen, formaður í mentamála-
nevndini í Tórshavnar Bý-
ráð, sigur, at talan er um
vanligt, men neyðugt, við-
líkahald, ið skal gerast, áðr-
enn fótbólturin av álvara
kemur í gongd. Hetta er tó
ikki fyrstu ferð, at umvæl-
ingar
verða
gjørdar
í
skýlinum í Gundadali, tí
undan Oyggjaleikunum í
Føroyum í 1989, vóru
nógvar
ábøtur
gjørdar,
Millum annað bleiv skýlið
tá klætt innan, og harafturat
bleiv ein pallur gjørdur, har
gjørligt er hjá koyristóls-
brúkarum at sita undir taki
og hyggja eftir fótbólti.
Arbeiðið hevur verið
boðið út, og tað er sp/f
Húsavarðatænastan, ið hev-
ur fingið arbeiðið. Tað
stuttliga við hesum er, at
teir báðir eigararnir av
omanfyrinevndu fyritøku
eru báðir tveir kendir í
føroyska fótbóltsheimin-
um. Annar er fyrrverandi
liðskiparin
á
føroyska
landsliðnum, Jens Kristian
Hansen, og hin er fyrrver-
andi AB-venjarin og HB-
leikarin,
Sámal
Erik
Hentze, so ikki kann sigast
annað, enn at teir smíða í
heimligum umhvørvi.
Ein av mest týðandi
leikarunum hjá
føroyameistarunum
úr HB seinasta
kappingarár, Tór-
Ingar Akselsen,
verður burtur-
staddur megin-
partin av komandi
kappingarári
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vágamaðurin Tór-Ingar
Akselsen fekk sítt stóra
gjøgnumbrot í føroysk-
um
fótbólti
seinasta
kappingarár. Tór-Ingar
fekk roynt seg á lands-
liðnum, og í landskapp-
ingini var hann ein sera
týðandi leikari hjá HB,
sum teimum flestu kunn-
ugt eisini gjørdist føroya-
meistari. Millum annað
skoraði Tór-Ingar eitt
ógvuliga týðandi mál, tá
ið hann í næstseinasta
leikumfari legði HB á
odda 1-0 móti arvafígg-
indunum úr B36. Hetta
hendi stutt áðrenn leik-
lok, og við at vinna dyst-
in 2-0 eydnaðist tað sam-
stundis hjá HB at endur-
vinna
føroyameistara-
heitið.
Í ár verður tó ikki nógv
at síggja til unga vága-
mannin í heimligu kapp-
ingini. Tór-Ingar sigur, at
hann síðst í mars mánaða
fer til USA á bíbliuskúla,
og hann kemur ikki heim
aftur fyrr enn í august.
Áðrenn leiðin gongur
vestur um hav, ætlar Tór-
Ingar at hjálpa sínum
oyggjafeløgum
í
FS
Vágum í nøkrum dystum
í steypakappingini. Tá ið
hann so kemur aftur til
Føroya, er ikki so nógv
eftir av kappingarárin-
um, og Tór-Ingar veit
ikki enn, hvar hann tá fer
at spæla, men tað verður
so antin í FS Vágum ella
í HB, sigur Tòr-Ingar
Akselsen at enda.
Tveir mans royndarvenja í B36
Skýlið í Gundadali verður umvælt
Tór-Ingar fer til USA
Umvælingararbeiði upp á gamla skýlið í Gundadali er farið í gongd
Mynd: Jens Kr. Vang
Ikki verður nógv at síggja til Tór-Ingar Akselsen í heimligu
kappingini í ár
savnsmynd
Danski málverjin, Henrik Bødker, royndarvenur í hesum
døgum við B36, og spennandi verður at vita, um hann fer at
gerast kappingarneyti hjá Tróndi Vatnhamar
C
M
Y
K
20
Nr. 35 - 20. februar 2004
21
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 3725
Navn: P/F ISS Føroyar
Hjánøvn: P/F ISS Faroe
Islands (P/F ISS Føroyar) og
P/F ISS Food Hygiene (P/F
ISS Føroyar)
Adressa: c/o P/F SMS, á
Trapputrøðni, Box 1059, 110
Tórshavn.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 05.02.2004
Viðtøkudato: 05.02.2004
Kapitalur: Kr. 500.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 500.000,00 til
kurs 200.
Stovnarar: P/F SMS, 100
Tórshavn (P/F 207) og ISS
Food Hygiene A/S,
Møntmestervej 31, DK-2400
København NV.
Nevnd: Jan Jakobsen,
Vestager 9, DK-7490 Aulum
(formaður), Christian
Andreasen, Høvdagøta 6,
160 Argir, Niels Mortensen,
Traðarvegur 12, 100
Tórshavn og Jack Nielsen,
Tulipanmarken 13, DK-2680
Solrød Strand.
Stjórn: Niels Mortensen,
Traðarvegur 12, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra saman við
nevndarformanninum ella av
trimum nevndarlimum
saman.
Grannskoðari: Sp/f KPMG,
statsaut. revisorar, Staravegur
17, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
05.02.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
tænastuvirksemi innan
Facility service og Food
Hygiene og líknandi
tænastuvirksemi í Føroyum.
Skráseting Føroya tann 18.
februar 2004
Kristin Balle
_______________________
Av tí at okkara skrivstovuleiðari gjøgnum mong ár fer frá, verður starv sum
leiðsluskrivari til Meginskrivstovuna hjá Heimarøktini og Serforsorgini lýst
leyst til setan skjótast gjørligt.
Hevur tú hug á avbjóðingum, ert sjálvstøðug/ur, álítandi og røkin so bjóða vit
eitt starv sum inniheldur m.a. hesar høvuðsuppgávur:
• standa fyri og uppbyggja journalskipanina
• skrivari hjá stjóranum
• samskipa skrivstovuvirksemi
• hava starvsfólkaviðurskifti og arbeiðsætlanir á Meginskrivstovuni um hendi
• málsviðgerð og avgreiðslu av málum
• luttøka í tvørgangandi samstarvi
Vit vænta at tú lýkur hesi førleikakrøv:
• hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir
• hevur hollan málsligan førleika serliga í føroyskum
• ert von/vanur við at skriva
• kennir til elektroniska journalskipan
• hevur hollan telduførleika
• hevur góð samskiftisevni og dugir væl við fólki
Løn- og setanarviðurskifti:
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi yrkisfelag.Setanarøkið er Heimarøktin og Serforsorgin.Tænastustað-
urin í løtuni er Meginskrivstovan
Tann, ið settur verður má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann
verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Heimarøktina og Serforsorgina á
telefon 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra.
Umsóknarfreist: 2. mars 2004
Umsóknir:
Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
att.: Mary J. í Garði, stjóri
Eirargarður 2, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Heimarøktin
og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Leiðsluskrivari
Bjarnoyarvegur 18, matr. nr. 893 aa,
Tórshavn
Grundøki: 323 m2.
Byggiár: 1971.
Húsini hava kjallara og miðhædd, uml. 100 m2
hvør hædd.
Húsini eru innrættað soleiðis: Durur, lítil gangur,
køkur, stova, 3 kømur, wc og baðirúm.
Kjallari: trappu-uppgongd, vaskirúm/fýrrúm,
durur,gangur,inngongd,3 kømur,køkur,stova og
baðirúm við wc.
Urtagarður og gyrðing eru kring húsini.
–––––––––––––––––––––––––––
Eldri sethús í Skopun
Matr.nr. 741, Skopun.
Grundøki: mett til uml. 280 m2
Húsini hava lágan kjallara, miðhædd og loft.
Miðhædd: stova, kamar, gangur, baðirúm, køkur.
Loft: gangur, 3 kømur (eitt er kvistur), wc.
Gjørt er rundanum húsini. Hjallur og fjós eru á
stykkinum.
Húsini liggja væl fyri í gomlu bygdini við sera
góðum útsýni.
Nærri upplýsingar um ognirnar fáast frá undir-
ritaðu.
Tað stendur skiftirættinum frítt at velja millum
innkomin tilboð og til ongum at taka av.
Vegna Føroya
Skiftirætt verða
niðanfyristandandi
ognir lýstar til sølu:
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøta 9
Postboks 6
110 Tórshavn
Telefon: 311145
Telefax: 311525
e-mail:
advlaw@advlaw.fo
Grundstykki til
sølu
Matr. nr. 91C 1164 km2 liggur miðskeiðis á Argjum,
við sera góðum útsýni.
Boð undir 1 mió. ongan áhuga.
Valbjørn Dalsgarð, byggimeistari
tlf. 219279
21