Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Skriva í sandin er ungdóms­ bók og tann fyrsta av sínum slagi, sum Marjun Syderbø Kjelnæs letur úr hondum. – Hetta er ein ungdóms­ bók, sum fer fram eitt viku­ skifti í Havn. Søgan í bókini verður fortald úr tíggju yms­ um sjónarhornum gjøgnum tíggju ymiskar persónar, sig­ ur Marjun Syderbø Kjelnæs. Skriva í sandin kom út í fjør, og er tí lutfalsliga nýggj. Hetta er sættu ferð, at hesin heiðurin verður lat­ in, og tað eru íslendskir rit­ høv­undar, sum hava fingið heið­urin fýra ferðir, meðan Bárður Oskarsson fekk hann í 2006 fyri bókina »Ein hund­ ur, ein ketta, ein mús«. Men hóast hagtølini fa­ vori­sera íslendingar, fellur Marjun Syderbø Kjelnæs ikki í fátt. – Vónirnar eru altíð góðar. Hinvegin hevur eingin grøn­ lendingur vunnið enn, so kanska eiga teir tørn nú, sigur Marjun Syderbø Kjelnæs. Men bara tað, at verða inn­stillað, hevur stóran týdn­ ing. – Tað kennist sum eitt herða­klapp, og tey eru altíð góða at fáa. Og innstillingar og heiðurs­lønir lata nakrar hurðar upp fyri tekstunum hjá mær, heldur Marjun Syder­bø Kjelnæs. Í góðari tíð Í grundgevingunum fyri inn­ stillingini sigur nevndin, at Marjun telist millum virkn­ astu rithøvundarnar hjá okk­um, og hetta er heldur ikki hennara fyrsta bók. – Eg haldi eg havi verið rætti­liga breið í so máta, og tað fyrsta eg skrivaði, var skrivað til tilkomin fólk. Síðani skrivaði eg tríggj­ar barnabøkur, áðrenn ung­ dóms­bókin, Skriva í sandin, kom út í fjør. Tann bókin,m ið eg takist við í løtuni, er so aftur miðað ímóti tí tilkomna ættar­liðinum, sigur Marjun Syderbø Kjelnæs. Tað má sigast, at innstill­ ingin kemur í góðari tíð, tí sjálv avdúkingin av vinn­ ar­anum til ársins barna- og ung­dómsbók 2012 verður ikki fyrr enn í august næsta ár. – Eg vænti ikki, at eg fari at ganga og bíða eftir einari avgerð. Hetta var ein deilig jólagáva at verða tilnevnd, men eg fari helst at gloyma tað eitt sindur burtur, og savna meg um tað, sum eg geri nú. So hoyri eg einaferð aftur, og kanska kemur tað sum eitt yvirraskilsi tá – annars taki eg tað bara, sum tað kemur, sigur Marj­ un Syderbø Kjelnæs, rit­høv­ undur. Grundgevingin hjá nevndini Marjun S. Kjelnæs er ein av virknastu hvøundunum, vit hava í Føroyum. Hon hevur skrivað til smærri børn, til ung­dóm og til vaksin. Skriva í sandin er søgusavn, skrivað til ungdómin og er í 10 pørtum. Allir partar eru skrivaðir um eina og somu hend­ing, ið fer fram eitt vikuskifti í Tórshavn. Hvør part­ ur viðger somu hending, men ymiskir persónar siga sína søgu um somu hending. Allar søgurnar eru hegnis­liga flætt­aðar saman, soleiðis, at lesarin fær innlit í hvønn einkultan persón. Partarnir hava hvønn sín høvuðs­ persón. Hesir persónar eru eykapersónar í hinum pørt­ unum. Evnini, ið verða viðgjørd í Skriva í sandin eru evni, ið upp­taka ungdómin, og sum summi teirra dragast við og onnur kenna til. Evni so sum etingarólag, krabbamein, at vera samkyndur, átrúnaður, rúsevni, sambandið millum ungdóm og foreldur teirra og onnur evni verða viðgjørd gjøgnum persónarnar. Hesi evni kennir ungdómurin til, men ofta bannhalgað tey vaksnu hesi evni, serliga í einum lítlum samfelag sum okkara. Við hesi bókini, hevur ungdómurin fingið eitt gott søgu­ savn, ið kann lesast sum ein skaldsøga og eisini sum eitt savn við tíggju ymiskum søgum. Marjun skjalfestir við hesi bókini, hvussu tað er at liva sum ungur í Tórshavn í 2011. Marjun Syderbø Kjelnæs vísir við bókini, hvussu væl hon dugir at skriva viðkomandi ungdómssøgur, sum eru lættar at lesa, og sum ongantíð verða keðiligar. Leo Poulsen Doris Jacobsen gjørdist ann­ að umboðið hjá Grønlandi við fólkatingsvalið í september. Hon hevur áður verið á Fólkatingi sum varakvinna fyri Lars Emil Johansen, og hon er hóast unga aldurin eingin ársungi í politikki. 24 ára gomul kom hon í Landstingið í 2002 og sum 32 ára gomul varð hon so vald á danating. Tað er kortini ikki í tí sam­ bandi, at hon í hesum døgum vitjar í Føroyum. – Grønlendska rættar­ nevnd­in er í Føroyum og vitjar føroysku rættarnevndina. Ætl­anin er at seta seg inn í arbeiðið við einari føroyskari grundlóg. Vit hava hitt fútan og skulu vitja á ymsum stovn­um komandi dagarnar, segði Doris Jacobsen, tá vit hittu hana mikudagin. Kjakið um eina grøn­ lendska grundlóg hvur tikið seg upp, og allir flokkar utt­ an tann eini stuðla undir hugskotið. – Vit vita jú, at føroyingar hava drúgvar royndir við grundlógararbeiði, og vit eru her fyri at seta okkum inn í málið, hvussu arbeitt verður við grundlógini, sigur Doris Jacobsen. Gott samstarv Og okkurt hava føroysku politikararnir kunna sagt grønlendsku sendinevndini. – Vit hava fingið at vita, hvussu arbeitt hevur verið í málinum í Føroyum. Tað hevur jú ikki verið lætt. Tú skal hava tætt samstarv við íbúgvarnar og ikki bara við embætisverkið. Hartil haldi eg tað vera neyðugt at hava eitt tætt samstarv við donsku myndugleikarnar, sigur Doris Jacobsen. Serliga hetta seinna hevur týdning fyri at fáa eitt felags forstáilsi av málinum. – Vit hava sæð negativu reaktiónina hjá farnu stjórn­ ini mótvegis føroyska grund­ lógaruppskotinum. Vit ynskja ikki somu reaktión, og tí hava vit longu nú havt fund við donsku politikararnar. Men tað gekk nú heldur ikki ov gott, sigur Doris Jacobsen. Hinvegin heldur hon, at samstarvið millum føroyska Løgtingið og grønlendska Landstingið er gott. – Ja, tað haldi eg. Vit hava jú Útnorður ráðið, har vit hittast tvær ferðir um árið at umrøða felags áhugamál á fleiri økjum. Til dømis innan fiskivinnu, eldraøkið, børn og ung, fyri at nevna nøkur fá, sigur Doris Jacobsen. Drúgvar royndir Hon hevur verið við í poli­ tikki í 9 ár. – Eg varð á fyrsta sinni vald í Landstingið í 2002, og eg havi verið borgarstjóri í Nuuk, umframt landsstýriskvinna í mentan, gransking og kirkju. Og so havi eg verið eykvald á Fólkatingi síðani 2009, tá Lars Emil Johansen gjørdist sjúkur, sigur Doris Jacobsen. L a n d s t i n g s kv i n n a n úr Siu­mut var til staðar á Tjóð­pall­in­um, tá før­oyska inn­stillingin til barna- og ungdómsvirðirløn Út­norður­ ráðsins varð kunngjørd. Og har hitti hon bæði fráfarandi og komandi formannin í før­ oysku Útnorðurnevndini. – Eg kenni væl Henrik Old. Hann er ein gamal vin­ maður, so eg eri sera fegin um, at hann kom aftur upp í politikk, og at hann er vorð­ in formaður í føroysku Út­ norðurnevndini, sigur Doris Jacobsen. Kunna seg um grundlógararbeiðið Grønlendska rættarnevndin er í hesum døgum í Føroyum at vitja føroysku rættarnevndina. Endamálið er at seta seg inn í arbeiðið við føroyskari grundlóg Doris Jacobsen er í Føroyum saman við grønlendsku rættarnevndini Mynd: Leo Poulsen Altíð hugaligt við herðaklappi Tað sigur Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, sum er innstillað til barna- og ungdómsbóka­ heiðurs­lønina hjá Útnorðurráðnum fyri ungdómsbókina, »Skriva í sandin« Marjun Syderbø Kjelnæs er fegin um innstillingina. – Hon er eitt herðaklapp og ein deilig jólagáva, sigur hon