Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Samgongan missir tveir ting­limir sambært fyrstu veljara­kanningin eftir løg­ tings­valið 29. oktober. Fólka­ flokk­urin missir ein og gong­ ur 3,3 posent aftur frá 22,5 prosentum til 19,2. Javnaðarflokkurin gong­ ur nógv fram. Hann gongur 2,5 prosent fram frá 17,7 til 20,2 prosentum. Harvið hevði Javnað­ar­flokkurin fingið ein ting­sess afturat. Sjálvstýrisflokkurin gong­ur 1,5 prosent aftur og missir sín einasta tingsess. Framsókn gongur 2,1 pro­sent fram úr 6,3 til 8,4 prosent. Harvið fær Fram­sókn ein tingsess afturat. Hesar eru tær broytingar, sum føra til mandatbýti. Samgongan fekk á vali­ num 19 tingsessir. Sambært nýggju veljarakanningini hevði hon fingið 17, og so­leið­ is hevur hon minst møgu­liga meiri­lutan. Aðrar broytingar, sum kann­ingin vísir er, at Sam­ bands­flokkurin gongur 0,2 pro­sent fram úr 24,7 til 24,9. Tjóðveldisflokkurin, sum hevði stórt tap á løg­tings­ valinum og misti tveir ting­ sessir, hevur so at siga onga fram­gongd, tí hann gongur »einans« 0,6 prosent fram, og tað broytir ikki mandatbýtið. Miðflokkurin hevur eisini mist undirtøku síðani valið. Hann gongur 0,3 pro­ sent aftur, og tað broytir held­ur ikki mandatbýtið, og Miðflokkurin varðveitir sínar tveir sessir. Á løg­tings­ valinum 29. oktober misti flokkurin ein tingsess. Fólkflokkurin tekur tapið Tað kann tykjast løgið, at tað júst er Fólkaflokkurin sum stend­ur fyri størsta tapinum hjá samgonguni. Serliga tá flokkurin so týðuliga hevur sett síni fingramerki á sam­ gonguskjalið. Men tað eru fleiri viður­ skifti, sum kunnu gera seg galdandi hjá Fólkaflokkinum. For­mansstríð hevur merkt flokkin í valstríðinum og eftir valið. Stóri avbjóðarin, Annika Olsen, fekk ikki møgu­leikan at stilla upp ímóti Jørgeni Niclasen, og tað eru tað fleiri trúgv fólka­ floks­fólk, sum hava víst sína mis­nøgd við. Flokkurin hevði flat­ skattin sum eitt av málunum í valstríðnum. Men kortini var hetta málið ikki so nógv frammi – og valla høvdu veljar­ar­nir ímyndað sær, at hetta fór at verða tað mest grund­leggjandi málið hjá sam­gonguni. Fak­feløg­ini hava víst sína stóru mis­nøgd, og millum fak­felags­lim­ir telj­ast eisini nógv fólk, sum hava valt Fólkaflokkin. Hetta kann hava sína ávirkina. Eitt annað mál, kann ávirka undirtøkuna hjá Fólka­flokki­num, er kú­vend­ ing­ini í málinum um ríkis­ veit­ing­ina. Fólka­flokk­urin stóð á odda fyri full­veldis­ lands­stýrinum, sum skar blokk­in við 365 milliónum í 2002. Flokkurin hevur sagt hart og týðuliga, at hann er ímóti, at ríkisveitingini skal hækka aftur. Men nú er tað Fólkaflokkurin, sum skal standa á odda fyri samráðingunum um at tiðna blokkin, og málið hjá samgonguni er at fáa eitt stað ímillum 150 og 200 millión­ir meira í ríkisveiting. Tað kann hava havt ávirk­ an á undirtøkuna hjá Fólka­ flokki­num. Kaj Leo stendur stinnur Sambandsflokkurin er tann einasti av sam­gongu­flokk­ unum, sum hevur fram­ gongd. Somu støðu hevði hann í seinastu samgongu. Meðan Javnaðarflokkurin og Fólka­flokkurin mistu nógv í veljara­kanningum, so stóð Sam­bands­flokkurin seg altíð væl. Hendan gongdin tykist halda fram, tí ágangurin hev­ ur verið stóru á løgmann. Vit hava her í blaðnum fleiri ferðir víst á, at Sam­ bands­flokkurin er gingin frá lyftinum hjá løgmanni um, at eingin skal hava skatta­lætta. Vit hava eisini ført fram, at tað er fólka­ floks­politikkur, sum sæst í samgonguskjalinum og sum verður førdur í verki – burt­ur­sæð frá hægri blokk­ Fólkaflokkurin tapir og Javnaðarflokkurin vinnur Tal av veljarum í kanningini: 508 Tingsessir: Kanning 29. okt 2011 Munur Fólkaflokkurin 7 8 -1 Sambandsflokkurin 8 8 0 Javnaðarflokkurin 7 6 1 Sjálvstýrisflokkurin 0 1 -1 Tjóðveldisflokkurin 6 6 0 Miðflokkurin 2 2 0 Framsókn 3 2 1 33 Úrslit: Kanning 29. okt 2011 Munur Fólkaflokkurin 19,2 22,5 -3,3 Sambandsflokkurin 24,9 24,7 0,2 Javnaðarflokkurin 20,2 17,7 2,5 Sjálvstýrisflokkurin 2,7 4,2 -1,5 Tjóðveldisflokkurin 18,9 18,3 0,6 Miðflokkurin 5,9 6,2 -0,3 Framsókn 8,4 6,3 2,1 POLITIKKUR Nýggjasta veljarakanningini vísir, at Fólkaflokkurin missir 3,3 prosent av veljarunum, meðan Javnaðarflokkurin gongur 2,5 prosent fram. Sambandsflokkurin kvinkar eisini fram