Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend At sita við leiðsluni í einum landi plagar vanliga at slíta uppá samgonguleiðarin. Men í hesum føri er øðrvísi. Eg haldi, at úrslitið er sera flott, serliga tá ein hugsar um ta orrustuna sum hevur verið hesa seinastu tíðina, sigur løgmaður. Kaj Leo leggur eisini dent á, at kanningin vísir greitt, at Sambandsflokkurin hevur fingið ein ávísan stabilitet. Tað er ikki eitt einstakt mál ella bæði tvey, sum gera at veljarin fer frá flokkinum, fegnast hann um. – Jú, eg eri ómetaliga glaður fyri hetta úrslitið. snorri@sosialurin.fo Eitt herðaklapp til okkum Sambandsflokkurin – Hetta er eitt herðaklapp til okkum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvandi fegnast um góða úrslitið. Eingin panikkur Fólkaflokkurin – Hetta er akkurát soleiðis sum tað plagar at vera, sigur Jacob Vester­gaard, formaður í ting­ bólkinum hjá Fólkaflokkinum Snorri Brend Mangan verður tikið til, at Fólkaflokkurin ikki hev­ur staðið seg so væl í meiningarkanningum. Men tá til stykkis kom, fær flokkurin kortini eitt líkinda valúrslit. Vit standa okkum ofta illa í kanningunum, men tá valið er plaga vit at hála okkum uppá tey prosentini, sum vit eiga, sigur Jacob. – So her er einki nýtt undir sólini. Vit liggja har vit plaga. Tað hevur leikað hart á hjá samgonguni og fólkaflokkinum, eins og teir hava verið noyddir at gera ávís kompromis. Men úrslitið av hesi veljarakanningini ger ikki tað at vit fara í panikk, slær Jacob Vestergaard fast. snorri@sosialurin.fo Mugu styrkja flokkin Tjóðveldi Høgni Hoydal, for­ maður ætlar at brúka nógva orku til at fáa fleiri veljarar til flokkin. Veljara­kann­ ing­in gevur ikki flokkinum nóg stóra framgongd Randi Jacobsen Aksel V. Johannesen, for­ maður í Javnaðarflokkinum er varin í sínum viðmerk­ ingum til útslitið av veljara­ kanningini. - Ein veljarakanning má altíð takast við fyrivarni, sigur hann. Veljarakanningin gev­ur Javnaðarflokkinum 2,5 pro­ sent framgongd. Javn­aðar­ flokkurin er harvið størsti vinn­arin. - Vit siga tað sama, sum vit alla tíðina hava sagt. Veljarin veit, hvørjum vit standa fyri, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur, at broytingin má koma av, at fólk ikki eru so fegin um at fáa flatskatt, at skatta pensjónir við inngjald og annað, sum landsstýrið ætlar. Samstundis heldur hann tað vera løgið, at Sam­bands­ flokkurin gongur fram, og at Fólkaflokkurin gongur so nógv aftur. - Fólkaflokkurin ger, sum hann hevur sagt at hann fór at gera. Tað áttu at verið sambandsveljararnir, sum vóru misnøgdir við sín flokk, sigur Aksel V. Johannesen. Javnaðarflokkurin ætlar sær í andstøðu at gera sítt besta við at f’øra sjónarmið síni fram og at ávirka upp­ skotini, sum landsstýrið kemur við. VÆL/VAL NØGDUR Hetta úrslitið fegnist eg um, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður Má vera misnøgd við samgonguna Javnaðarflokkurin – At andstøðan og serliga Javnaðarflokkurin fara fram má koma av, at veljarin ikki er so fegin um flattskattin og aðrar ætlanir, sigur Aksel V. Johannesen, formaður flokins Randi Jacobsen Í veljarakanningini fer Tjóðveldi 0,6 prosent fram samanborið við úrslitið av løgtingsvalinum, og tað gevur seks sessir í løgtingið, sum flokkurin eisini hevur nú. - Tað er sjálvandi gott við framgongd, men framgongdin átti at verið størri, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at nú stendur eitt stórt arbeiði fyri framman, og tað ræður um at arbeiða miðvíst sum andstøðuflokkur. - Men eg vóni ikki, at hetta andstøðuskeiðið verður langt. Høgni Hoydal vísir ikki aftur, at Tjóðveldi møguliga hevur verið ov lítið sjónligt seinastu tíðina.