Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Nú um dagarnar fara Beinta Dam og Elsa Holm Mortensen á Tvøroyri um 75 og 80 ára mótið. Synd er at siga, at aldur er lagstur á hesar báðar sangfuglarnar. Hvørgin av teimum er slektað av Tvøroyri. Beinta er úr Havn og Essan er úr Hvalba. Men nú mugu tær av sonnum rópast tvørákonur. Beinta og Essan hava sung­ið alt og sopran í Ljómi í mong ár. Og har hevur teirra partur ikki ligið eftir. Ung­dommiligar og positivar hava tær verið við – um okur so hava sungið her í oynni, á kórstevnum aðrastaðni í Føroyum ella uttanlands. Rík­ar og minniligar løtur hava okur havt saman, frá Ís­lands ísbardu strondum til brennandi sólina í Anda­ lusiu. Mikkjal á Ryggi kallar hes­ ar køldu desembur­dagarnar »dimmar, daprar dagar fyri jól«. Men eitt er vist. Har, sum Beinta og Essan eru við, har er báði fjálgt og lýtt. Lætt­sinntar og fryntligar eru tær báðar. Beinta er altíð klár við einari góðari søgu og kornfleyks-kakurnar hjá Essuni, tær sláa ikki falskar mentur. Sjálvt um sólin er komin eitt sindur vestur á luftina, so eru tær »still going strong«. Góðu Beinta og Essan! Okur í kórinum vilja við hes­ um fáu orðum ynskja tykk­ um hjarta­liga til lukku við føð­ingar­døgunum og Harr­ ans signing í kom­andi tíð­ um! Vit hoyra eitt fagurt jólalag, sum tey av hjarta syngja. Tí ljómar so blítt um allan stað, tá jólaklokkur ringja… Kirkjukórið Ljómur Føðingardagsheilsan e Føðingar 18: november fingu Hallgerð og Brian Bjartalíð eina dóttur. Hon vigaði 3100 gr og var 49 cm long. 26. november fingu Kari Petersen og Dann Joensen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3240 gr. 6. desember fingu René Mijord Niclasen, Tvøroyri, og Beinta Mary Nybo Joensen, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 2485 gr og var 48 cm langur. 8. desember fingu Linda og Palli Skorheim, Argir, ein son. Hann vigaði 3100 gramm og var 54 cm langur. 26. november fingu Ingva og Ragnar Sørensen, Trongis­ vági, ein son. Hann vigaði 3665 gr og var 52 cm langur. Á myndini situr Brandur við síðuna av lítla beiggjanum. 5. novembur fingu Olga Joensen og Martin Restorff, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 3380 gram. Og var 54 cm langur. Her situr ein stolt systir við beiggjanum, sum eitur Silas. 30. november fingu Gunnleyg Róadóttir og Berint Andreasen, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4500 gram, Sunnudagin 11. desember verð­ur Niels Halm, stjóri í Norð­urlandahúsinum, 60 ár. Hann tók við stjórastarvinum í Norðurlandahúsinum 1. febr­uar 2005 og hevur nú í skjótt 7 ár røkt stjórastarvi, sum er áramálssett til saman­ lagt 8 ár. Áðrenn Niels Halm tók við starvinum í Føroyum arbeiddi hann sum leiðari á altjóða mentanarumsitingini undir danska mentamálaráðnum. Niels Halm hevur annars verið virkin á fleiri ment­an­ ar­økjum og hevur drúgv­ar royndir í altjóða ment­anar­ samskifti og við at fyriskipa listarlig tiltøk, serliga uttan fyri Danmark. Ein av høvuðsuppgáv­ un­um á altjóða mentanar­ um­sitingini var at fáa knýtt tættari samband millum ment­anarlív, vinnulív, her­ undir ferðavinnu, og hetta hev­ur eisini verið eitt av aðal­ málunum hjá Niels Halm, síð­ ani hann byrjaði sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Her­undir kann nevnast til­ bygningurin Athøll, sum varð alment tikin í nýtslu 8. mai 2008, tá ið húsið flyti 25 ár. Endamálið við bygninginum er at bjóða nútímans hølir og útgerð til føroyskar og út­ lendskar fyritøkur og feløg, og harvið gera tað meira rúm­sátt fyri mentanarligu til­tøkini í tí upprunaliga bygn­ing­inum. Harumframt hevur Niels Halm eis­ini tikið stig til at fáa sam­starv í lag við Menta­mála­ráðið og Komm­ unu­samskipan Føroya um Listaleypin til tess at geva fólk­a­skúla­næm­ing­um høvi at upp­liva góða yrkis­list. Tón­lista­virðis­løn Norður­ landa­ráð­sins er ein verk­ ætl­an undir Norð­ur­lenska Ráð­harra­ráð­num, sum Norð­ ur­landa­húsið hevur stað­ið fyri og havt um­sit­ing av síð­ ani 2007. Har­um­framt er ø­r­ grynna av tónleika­til­tøkum og -átøkum, m.o. A.M.E. í Reykja­vík og Keyp­manna­ havn, sum húsið við Niels Halm á odda hava tikið stig til og stuðl­að. Nýggjasta mentanarliga átakið hjá húsinum hevur verið at fáa gongd í sýningar­ nar av norðurlendskum film­ um í Føroyum, umframt at varpa ljós á føroyskan film í norðurlendska filmsfesti­val­ inum í Lübeck. Í tíðarskeiðnum sep­ temb­er til og við desember í ár hevur Niels verið bú­sit­ andi í Dan­mark í sam­bandi við norð­ur­lendska festi­ valin TING, sum verð­ur fyri­ skip­aður um sama mundi sum Norð­ur­lendska Ráð­ harra­ráðið hevur tingsetu í november. Urd Johannesen hevur verið virkandi stjóri í hes­um tíðar­skeið­num, men eftir 1. januar 2012 yvir­tekur Niels Halm aftur stjóra­sess­ in. Niels Halm er giftur við Jette Lykke Jensen, sum er ráð­gevi innan javnstøðu hjá LO í Danmark. Niels eigur ein 22 ára gamlan son og eina abbadóttir. Dagurin verður hildin saman við familju og vinum í Danmark. Niels Halm 60 ár 80 ára føðingardagur Mánadagin 19. desember verð­ur Jógvan Justinussen (Legga), Streym­nes, 80 ár. Dagurin verð­ur hild­in fyri innboðin í Róðrar­neyst­inun í Árna­firði 17. desember kl. 18.00. Tey inn­bodnu, ið ikki kunna møta, verða vina­liga biðin um at siga frá innan 10. desember á tlf. 422358 ella 722358. 65 og 70 ára føðingardagar Í samband við at foreldur okkara, Anna og Hjalmar Reynstind, er vorðin 65 og 70 ár, bjóða vit familju, vinum og kenningum at halda dagin saman við okkum. Dagurin verður hildin leygardagin 10 desembur frá kl 12, heima á Heiðavegi 21, í Miðvági. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 9. desember hava Johild og Wentzel Kamb­ an, Tórs­havn, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við innbodnum í høl­unum hjá Argja Róðrarfelag. Brúdleyp Leygardagin 28. januar 2012 giftast Asta Eysturdal Magn­ uss­en av Argj­um og Kári Nie­l­sen úr Skopun. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 15. Veitsla verður í HB húsinum kl. 19. Tey, ið vilja gleða brúð­ ar­parið við at koma, verða bið­in um at siga frá innan 2. januar á tlf. 517982 Asta, 211630 Kári ella á tpost astaogkari@hotmail.com