fríggjadagur 9. desember 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
TØKK
TØKK
Kjak
Alt meðan almenn starvs
fólk verða tvungin niður
í løn, hevur samgongan
slept ætlanini at javnseta
landsstýrisfólk við aðrar
borgarar, tá ið tað kemur til
ferðaendurgjald
Uppskotið at strika so
nevnda
kostnaðarendur
gjaldið til landsstýrisfólk
og løgtingslimir var part
ur av samtyktu játtanar
kørmunum í vár og lógar
uppskotið var klárt at
leggja fyri løgtingið, tá løg
maður skrivaði út val.
Kostnaðarendurgjaldið
er endurgjald fyri útreiðslur
í samband við ferðing til
og frá arbeiðsplássinum
og kann samanberast við
ferðaendurgjaldið,
sum
vanligi borgarin kann søkja
um.
Munurin er tó, at ferða
endurgjaldið hjá politik
arum er so nógvar ferðir
hægri enn hjá vanliga borg
aranum. Ein tingmaður úr
Gøtu fær 54.000 skattafríar
krónur fyri at pendla til
Havnar í arbeiðsørindum,
meðan bygdamaðurin, sum
hevur vanligt borgarligt
starv í Havn, fær 6.400
krónur ella átta og eina
hálva ferð minni.
Somuleðis
er
eisini
gott at vera landsstýris
maður. Eitt nú fær lands
stýrismaður við bústaði í
Klaksvík 157.000 skattafríar
krónur
um
árið,
sum
svarar til 13.100 krónur
um mánaðin. Gev gætur
at hetta er eftir skatt, og
at kostnaðarendurgjaldið
er eitt ískoyti til lønina hjá
landsstýrismanninum.
Farna samgonga hevði
sett út í kortið at strika
hetta serliga ískoyti fyri
at javnseta politikarar við
vanliga føroyska borgaran.
Tí sum Kaj Leo Holm
Johannesen,
løgmaður,
so gløgt segði i viðtalu við
fjølmiðlarnar, so er tað
”ikki rímuligt, at tingfólk
fáa fleiri ferðir so nógvar
pengar í ferðaendurgjaldi,
sum vanlig fólk. Tað kostar
tað sama at flyta eitt ting
fólk, sum ein vanligan borg
ara”.
Men nú er ætlanin slept.
Ístaðin fáa landsstýrisfólk
ein trivaligan skattalætta á
50.000 krónur.
BADH-lands
stýrið nertir
ikki okurs
ferðaendurgjald
Aksel V. Johannesen
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr